Hovstunnil
Suðuroy: Verður tunnilin, sum ætlanin er at gera ímillum Øravík og Hov, lagdur har Petur Hammer hevur skotið upp, heldur enn har sum Landsverkfrøðingurin ætlar at leggja hann, verður tunnilin ikki bara nógv betri og bíligari at gera.
Hann fer eisini at føra til eina sparing hjá suðuroyingum uppá fleiri milliónir um árið.
Hetta vísa útrokningar, sum verkfrøðingurin Gudfinn Olsen og lærarin, Poul Erik Smedemark, ið báðir undirvísa á Miðnámsskúlanum í Vági, hava gjørt.
Tá ið tað kom fram, at Landsverkfrøðingirn ætlaði at leggja tunnilin ímillum Øravík og Hov í 140 metra hædd omanfyri Hov, vendi Petur Hammer, byggimeistari á Tvøroyri, sær av sínum eintingum til NCC og spurdi um tað ikki bar til at leggja tunnilin niðri í dalinum. Hetta er 100 metrar lægri enn Landsverkfrøðingurin ætlaði at leggja tunnilin.
Við útgerðini, sum Landsverkfrøðingurin hevur, verður hann noyddir at leggja tunnilin eftir jarðfrøðini í økinum og ikki har hann liggur best fyri ferðsluna.
Men NCC hevur so framkomna útgerð, at teir kunnu bora tunnilin, har hann er best fyri ferðsluna, uttan at hugsa um jarðfrøðina.
Tunnilin, sum Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp, verður 2,1 kilometrar langur, men harafturat skulu 4,2 kilometrar av vegi gerast afturat. Hesin tunnilin verður í 140 metra hædd Hovsmegin og tilsamans fer arbeiðið at kosta ímillum 120 og 130 milliónir.
Tunnilin, sum NCC bjóðar sær at gera, verður 2,5 kilometrar, men har skal ongin vegur gerast. Hesin tunnilin verður heilt niðri við sjógvin og hann kostar einar 92 milliónir, ella góðar 30 milliónir minni enn tann hjá Landsverkfrøðinginum.
Tí er ongin ivi um, hvat er tann besta loysnin.
Stór sparing
Men hetta eru ikki einasti fyrimunurin við uppskotinum hjá Petur Hammer.
Teir báðir studentaskúlalærararnir í Vági, Gudfinn Olsen, verkfrøðingurin og Poul Erik Smedemark, matematiklærari, hava roknað út, at tunnilin, sum NCC bjóðar sær til at bora, fer at spara suðuroyingum fleiri milliónir um árið.
Í talvuni, sum stendur við greinini, sæst, at tað eru 25 kilometrar ímillum Vág og Tvøroyri sum er. Verður tunnilin hjá Landsverkfrøðingurin valdur, styttist teinurin niður í 22,2 kilometrar og verður tunnilin sum NCC kann bora eftir uppskoti frá Petur Hammer gjørdur, styttist strekkið niður í 19,4 kilometrar.
Teir báðir hava mett, at 1.000 bilar fara at koyra ímillum um dagin. Hetta talið byggir á, at uppteljingar vísa, at í 2000 koyrdu yvir 800 bilar ímillum um dagin.
Teir hava somuleiðis roknað við, at tvey fólk eru í hvørjum bili og at miðalferðin er 60 km/t.
Sostatt fer tunnilin hjá Landsverkfrøðinginum at spara suðuroyingum 34.000 tímar í ferðing um árið, men uppskotið hjá Petur Hammer og NCC fer at spara 68.000 tímar.
Siga vit, at hvør tími kostar 100 krónur er skjótt at rokna seg fram til, at talan er um eina sparing uppá fleiri milliónir um árið.
Samstundis fer tunnilin hjá Landsverkfrøðinginum at føra til at 100.000 litrar av brennievni verða spardir, men hitt uppskotið førir til eina sparing uppá 240.000 litrar, so aftur her er ein milliónupphædd at spara. Og at enda kann vísast á, at nakrar hundrað túsund krónur eru at spara í dekkum, tí jú styttri leiðin er, jú minni verða dekkini slitin.
Men umframt allar hesar fyrimunirnar, fer uppskotið hjá NCC og Petur Hammer at føra við sær, at vegurin fer at krevja minni røkt, eitt nú asfaltering og bilaverjur og ikki minst, eisini minni kavarudding og tað er eisini ein fíggjarligur fyrimunur.
Lagt verður eisini afturat, at verður uppskotið hjá Petur Hammer fylgt, fer miðalferðin á bilunum helst eitt sindur upp, tí vegurin verður nógv slættari og beinari at koyra eftir, men tað ger so bara teir fíggjarligu fyrimunirnar enn størri. (Sí talvu).
Men samanumtikið er talan um eina sparing uppá fleiri milliónir um árið, umframt at sjálvur tunnilin er væl bíligari at gera, so fíggjarligur fyrimunirnir av uppskotinum hjá Petur Hammer verða bara sjónligari og sjónligari.
Fyrsta talið er vegurin, sum nú er. Annað talið er ætlanin hjá Landsverkfrøðinginum og triðja talið er uppskotið hjá Petur Hammer
Strekkið Vágur -Tvøroyri (km)25 /22,2 /19,4
Styttri vegur ( km)0 /2,8 / 5,6
Meðalferð (km)60 /60 / 60
Tíð at koyra ímillum (minuttir)25 / 22,2 / 19,4
Tíðarsparing0 / ?2,8 /?5,6
Tíðarsparing um árið (tímar)0 /?34.000 / ?68.000
Spart brennievni (litrar)0/?100.000 / ? 240.000
Dekkslit (tal av dekkum)0/ ?200 / ? 400
Frágreiðing til talvu: Hendan talvan vísir, hvussu nógv er at spara hvørt einasta ár, verður tunnilin ímillum Hov og Øravík lagdur, har Petur Hammer hevur skotið upp, heldur enn at leggja hann har, landsverkfrøðingurin hevur ætlað at bora. Í Talvuni er roknað við, at 1.000 bilar brúka tunnilin um dagin, at tvey fólk eru í hvørjum bili og at eini dekk halda 20.000 kilometrar