Nú veksur talið ikki longur

Talið á monnum, sum arbeiða í Føroyum, stendur í stað, men tað eru alsamt fleiri kvinnur, sum arbeiða

Í juli mánað í ár vóru 27.794 fólk til arbeiðis kring landið. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hetta eru 500 løntakarar fleiri enn fyri einum ári síðani, men hóast talið er hægri nú enn fyri einum ári síðani,  vísir tað seg, at hesar seinastu mánaðirnar er stígur komin, so hesa seinastu tíðina er talið ikki hækkað.

 

Hinvegin vísir uppgerðin, at tað serliga er hjá monnunum, at stígur er komin í, men at talið á kvinnum, sum arbeiða, veksur framvegis.

 

Sostatt eru tað nú 14.300 menn og 13.500 kvinnur sum eru til arbeiðis. So hóast tað framvegis eru 800 fleiri menn til arbeiðis, er munurin ímillum kynini minkaður hesa seinastu seinastu árini. Tá ið munurin var størs fyri tveimum árum síðani, vóru tað yvir 1.000 fleiri menn, sum arbeiddi enn tað vóru kvinnur, men tað er serliga hetta seinasta árið, at munurin ímillum kynini er farin at minka.

 

Tølinu vísa eisini, at í bólkinum sum eitur almennar, og aðrar tænastur, hevur talið á løntakarum verið støðugt veksandi og tað er tann størsti vinnubólkurin, tí har arbeiða 10.222 fólk. Tað eru 1.368 starvsfólk fleiri enn tað eru í privatu tænastuvinnuni, har tað arbeið 8.854 fólk. Restin av løntakarunum, er javnt nýtt ímillum byggivinnuna og fiskivinna, har eini 4.000 løntakarar eru í hvørjum bólki.

 

– Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014, sigur Hagstovan. Í  fiskivinnuni og aðrari tilfeingisvinnu, sveiggjar løntakaratalið meira enn í hinum vinnugreinabólkunum, men gongdin er kortini, at talið á løntakarum í hesum bolkinum er vaksið munandi hesi seinastu árini, og í dag er løntakaratalið tað hægsta síðani í 2008.