Russiska missilin

Fyrstu mánaðirnir í Premier League hava verið alt annað enn lættir. Undan týskvøldinum hevði hann bert skotið tvey mál í sjey dystum fyri Arsenal. Men við fýra kassum á Anfield hevur hann sligið fast, at talan er um ein spælara av teimum heilt sjáldsomu

Fótbóltur

 

Annan dystin á rað var Liverpool partur av einum ógloymandi fótbóltsklassikara. Men eins og 4-4 javnleikurin á Stamford Bridge merkti eitt farvæl til Champions League, merkti 4-4 javnleikurin á Anfield móti Arsenal helst, at Liverpool má veitra farvæl til møguleikan at vinna gull í Premier League.

 

Truplari enn á skíggjanum

Uttan iva var talan um veruliga gjøgnumbrotið hjá Andrei Arshavin, síðani hann í januar mánaði skifti til Arsenal.

Russiski framherjin, sum stóð á ynskilistanum hjá fleiri europiskum stórfelagnum, vist undan skiftinum, at tað fór at taka sína tíð, áðrenn hann veruliga kendi seg heima í nýggju fótbóltstilveru síni. Og venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, segði eisini, at hann helst ikki fær fulla nyttu burturúr Arshavin, fyrr enn farið verður undir komandi kappingarár.

Men samstundis mátti framherjin ásanna, at tað var enn truplari, enn hann hevði roknað við, at gera um seg í Premier League. Og við hansara egnu orðum »truplari enn tað sá út til í sjónvarpinum«.

At evnini hava verið framúr, hevur eingin ivi verið um, síðani hann á ungdómsárunum varð slúsaður inn í fótbóltsskúlan hjá Zenti St. Petersburg. Sum 19 ára gamal varð hann fastur maður á besta liðnum hjá felagnum, og síðani 2002 hevur hann verið partur av russiska landsliðnum.

Í 2006 varð hann kosin ársins spælari í Russlandi, og tá hann árið eftir var við til at vinna russiska meistaraheitið, var hann um at gerast eitt glóðheitt fótbóltsnavn. Og við framúr avrikum í UEFA-cup og EM-kappingini seinasta summar staðfestu, at ein komandi stórspælari var ávegis.

 

Liverpool misti og vann

Og í gjárkvøldið kom so veruliga gjøgnumbrotið í Premier League. At skora fýra mál á Anfield er ikki hvørjum manni beskorið.

Tvey mál frá Fernando Torres og tvey frá Yossi Benayoun plaga vanliga at tryggja Liverpool ein sigur, men tað var altso ikki nokk hesaferð.

At flestu av teimum átta málunum í dystinum komu eftir stór verjumistøk, er so eitt annað mál, men tað nertir ikki við undirhaldsvirðið, ið mest sum eksploderaði í seinna hálvleiki.

Beint undan steðginum hevði Arsenal – ímóti spælbýtinum – lagt seg á odda, men Liverpool svaraði aftur við tveimum skjótum málum eftir steðgin. Tvey stór mistøk grýttu tó Arsenal aftur í dystin, og tá Liverpool aftur javnaði, tóktist alt vera til fánýtis, tá russiska kontramissilin revsaði hornasparksstøðu, har Liverpool satsaði alt í verðini ov nógv. Tað fløvaði hjá heimamonnunum, at teir kortini javnaðu, men stigamissurin kann væl vísa seg sera dýrur í endaspurtinum í Premier League.

Hinvegin eru tvær ferðir 4-4 í eina viku júst slíkt tilfar, sum skapar legendur. Og lítil ivi er um, at hevur Liverpool mist møguleikan til bæði Champions og Premier League seinastu vikuna, so hevur felagið vunnið sær hópin av fótbóltshjørtum somu vikuna.

 

---

 

Fakta um Arshavin

Navn: Andrei Sergeyevich Arshavin

Føddur: 29. mai 1981 í Leningrad

Troyggju nummar 23

2000-2009 Zenit St. Petersburg 238 dystir (51 mál)

2009- Arsenal 8 dystir (6 mál)

43 landsdystir (15 mál) fyri Russlandi