Tórður Thomsen: Vænti einki frá Brasil

(Eg og mítt HM) Hjartað sigur Ongland, men høvdið sigur Spania. Eg vænti mær sera lítið av Brasil, sigur Tórður

B36 málverjin, Tórður Thomsen, ætlar sær av brúka nógv tíð av summarinum, til at fylgja við í HM.

 

Tórður Thomsen vónar at Ongland fær eitt gott HM, men hann hevur verandi heimstarar úr Spania sum størsta favorittin. Harafturímóti væntar hann sær ikki nógv av vertunum úr Brasil.

 

Tórður Thomsen er skrásettur fyri ein landsdyst fyri Føroyar. Tann landsdystin spældi Tórður í Gibraltar á venjingarleguni hjá landsliðnum síðst í februar.

 

 

Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?

 

- HM kemur at leggja dagsordanina hjá mær

 

Hvørjum fert tú at halda við og hví?

 

- Sum so nógvir aðrir føroyingar, so haldi eg við Ongland, men teir tykjast at skuffa okkum hvørja ferð. Annars haldi eg øðiliga nógv við einstakum spælarum - elski at síggja tær stóru stjørnurnar levera

 

Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?

 

- Tað, sum eg gleði meg mest til er, at seta meg niður, slappa av, og bara hyggja eftir fótbólti við vinmonnunum. Alla ta tíðina eg brúki til einki, fer at fara við HM. Eg gleði meg sjálvsagt eisini til, tá ið teir stóru dystirnir byrja. Eitt nú fjórðings- og hálvfinalurnar, og so sjálvandi sjálv HM finalan.

 

Hvat er títt fyrsta HM minni?

 

- Eg minnist bara glimt frá HM 1994, so mítt fyrsta orduliga minni frá HM, má vera tað í 1998. Eg minnist sera væl fjórðingsfinalu dystin millum Danmark og Brasil, har tveir av mínum heilt storu hetjum Peter Schmeichel og Brian Laudrup spældu við. Men tá Danmark bleiv sligið út, hopaði eg, at tjúkki Ronaldo og Brasil fóru at vinna, men so var ikki.

 

Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

 

- Tað má vera tað í 2010. Eg og nakrir vinmenn hugdu og tippaðu á allar dystirnar við tað endaspælið, og ein fekk skava sær heilt fitt av peningi inn ta ferðina - vónandi endurtekur successin seg hesuferð.

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

 

- Hjartað sigur Ongland, men høvdið sigur Spania. Eg vænti mær sera lítið av Brasil, og, sum øll onnur, nógv av Belgia.

 

Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?

 

- Vónandi fær Wayne Rooney eitt fantastiskt endaspæl, og sleppur at berjast við um heðurin. Annars haldi eg, so rotin sum eg eri, at tað hevði verið kul um antin Ronaldo ella Messi endiliga høvdu fingið eitt "eftir-teirra-standardi"-gott endaspæl.

 

 

Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør

Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal

Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal