Hóast NSÍ er omanfyri miðjuna á støðutalvuni, so er tað framvegis ein veruleiki, at NSÍ ikki hevur megnað at vinna ímóti øðrum enn trimum teimum niðastu. Hetta er merkisvert, tí NSÍ hevur verið við til at mynda rimmar uppgerðir ímóti eitt nú toppliðnum B36, sum hevur verið heppið, at vinna 1-0 í Runavík og 1-0 síðsta sunnudag í Gundadali.
Nú er dagsskráin hjá NSÍ at spæla ímóti einum av trimum teimum niðastu, og tá hevur tað higartil í ár borið væl til. Burturúr seks dystum ímóti B68, Skála og AB hevur NSÍ vunnið 18 stig! Tá ið B68 var í Runavík var úrslitið tepur 1-0 sigur, og á Svangaskarði vann NSÍ 2-0.
Næstsíðsta fríggjakvøld staðfestu toftamenn yvir fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at tað ber teimum til at vinna stig á útivølli. Tá var úrslitið 0-0 í Klaksvík, og tá vann B68 fyrsta stigið á útivølli í ár.
-Vit arbeiða við at fáa tingini at rigga fysiskt og mentalt. Fyritreytirnar eru ikki sum hjá stóru feløgunum, og tað sigur seg sjálvt, at vit eru fegnir, at tað eydnaðist at vinna stig á útivølli. Tað er langt eftir at røkka upp um strikuna, men vit skylda hvørjum øðrum hvørja ferð at vísa góðan hugburð og at tora at hava bóltin, heldur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá B68.
Hjá NSÍ er Einar Tróndargjógv leikbannaður, og Sjúrður Jacobsen og Monrad Holm Jacobsen eru framvegis skaddir.
Hjá B68 eru allir teir, sum hava verið við, tøkir.