Mýling upp á turt aftur, men tað verður neyvan fyrr enn seint týsdagin, at vognurin fæst at virka aftur. Spurdur um skaðan, ið Mýlingur hevur fingið, sigur Gunnar Mohr, at tað ber ikki til at meta um skaðan [...] Tá ið menn frá Tórshavnar Skipasmiðju mánadagin vóru í ferð við at fáa Mýling upp á beding at hyggja at skaðanum, sum skipið hevði fingið, eftir at grønlendski trolarin Salleq hevði rent á tað, hendi eitt [...] Tá ið veirurin slitnaði, fór bedingsvognurin við Mýlingi á bláman, og bedingsmeistarni noyddist at leypa á sjógv. Tíbetur var vognurin ikki komin so langt niðan, og Mýlingur var ikki leysur úr sjónum, tá
hevur valt hann fram um allar aðrar, sum kanska kundu komið upp á tal í hesum plássinum. - Eg havi ikki hugsað um møguleikan, at eg skuldi fáa landsliðsboð, men sjálvandi eri eg fegin um, at venjarin nú hevur [...] var við á venjingarleguni í La Manga. Tá søgdu venjararnir ikki nakað ítøkiligt um mínar møguleikar, men eg kendi tað sum um, at teir vóru nøgdir við avrikið hjá mær, sigur Mortan úr Hørg. Í Spania var hann [...] og Atli Danielsen. Julian hevur fingið boð Henrik Larsen hevur boðsent 20 spælarum. Tað vil siga, at um allir framvegis verða tøkir, tá ið leygardagurin 4. juni upprennur, so skulu tveir sáldast frá og sita
fyri alt sum tú hevur verið fyri okkum øll. Høgt ærað verið minnið um mammu okkara. Hvíl í friði góða mamma. Fríðgerð Um eg skuldi skriva um mammusa lagnu, so bleiv tað ov drúført, tí seti eg hendan sangin [...] okkum børnum ein góður pápi. Ærað verið minnið um elskaða pápa okkara. Mamma var góð við sítt bygdarfólk, og tey vóru eisini góð við hana, hon tosaði aldrin ilt um nakað menniskja. Tá ið mamma bleiv sjúk, kom [...] livdi við Gudi. Mamma bar sína sjúku við tolni, hon gramdi seg ongantíð, sjálvt um hon var so sjúk. Hon royndi at menna seg upp og gera seg sterkan. Men mamma viknaði nógv, hon kom á hospitalið og vóru vit
men meira enn tað sama gjørdist talan ongantíð um. Bara heimasigrar Við sigrinum flutti HB seg upp á oddasessin, har teir við betri málmuni otaðu seg fram um grannarnar í B36. Tað er tó merkisvert, at HB [...] trupulleikar, tá bóltar vórðu sendir djúpt oman í síðurnar, har Jákup á Borg og Tór-Ingar Akselsen høvdu til uppgávu at renna hesar upp. Tað gjørdu teir ofta, og var tað ikki fyri Einar Hansen og Brynjólv [...] verið enn fleiri, enn talan var um. Verjumistøkini Hóast smærri og størri møguleikar til bæði liðini, so bendi nógv á, at fyrri hálvleikur skuldi gerast málleysur. Skal tosast um møguleikar, so var NSÍ helst
fært onkra gamla mynd upp í hondina, varnast tú, at tíðarinnar tonn kortini onkursvegna hevur tanlað burtur av her og har. At Sjúrður Joensen, Sjúrði í Innistovu, nú 28. mai fer um tey seksti, kennist løgið [...] børnini vóru sett til at gera nyttu so skjótt tey vóru so fræg. Sjúrði lærdi tí skjótt alt um bæði neyt og seyð, um eplavelting, hoygging og so fjallgongu, feitilendi og fuglaveiði. Ein góð barlast at fáa [...] at velta; eitt nú var hann úti Svínoy eitt árið og velti eitt stórt stykki upp úr nýggjum. Gravkúgvin lætti eisini almikið um, tá grót skuldi laðast, og laðingararbeiði er so við og blivið eitt spesialið
gestirnir í øllum førum, at talan fór at verða um hart arbeiði. Mistak gav leiðslumálið Vertirnir tóktust ikki ætla sær at broyta stórvegis um sítt spæl, fyri tað um tað vóru meistararnir, sum vitjaðu. Fyrst [...] møguleikar. Ofta varð spælt upp gjøgnum síðurnar, men tá bólturin so varð sendur innfyri, vóru menn sum Óli Johannesen og Aca Petrovic hægstir, og so var vandin aloftast av. Um miðjan hálvleikin hepnaðist [...] eftir enn. Hvussu long bíðitíðin verður, fæst kanska ein ábending um næsta umfarið. Tá fer TB á vitjan í Runavík, men fyrst ræður helst um at løða battaríini í dystarfríu vikuni, sum nú stendur fyri framman
Bobby Evans 1,5 millión krónur fyri at verja norsk áhugamál, hvørja ferð orðaskiftið um hvalaveiði hevur tikið seg upp í USA. Men nú tykist hvalaveiðan hava so lítlan áhuga ímillum amerikanarar, at Bobby [...] í skatti. Um vikuskiftið var ein brasilskur sendimaður í Bolivia og kannaði ta spentu støðuna. Heimafturkomin greiddi hann frá, at halda mótmælini ímóti forsetanum fram, kann tað enda við borg-arakríggi [...] uttanríkisráðnum í Oslo sigur við blaðið, at sendistovan í Washington fær framvegis fyrispurningar um hvalaveiði, men at nú eru spurningarnir so fáir, at sendistovan klárar at svara teimum. Verri var í
fremst hann, sum skal dystast við Johan um plássið á bakkinum. Rógvi inn á miðvøllin Á miðvøllinum tykjast tey trý fyrstu plássini vera rimmarføst. Jákup á Borg og Claus Bech Jørgensen verða helst settir [...] og at tørvur tí er á einum manni, sum megnar at halda upp á bóltin, tá spælt verður niðan. Og so stendur dysturin millum Jónhard og Christian Høgna um seinasta plássið. Her hevur Jónhard í eitt ár arbeitt [...] hóast venjingarnar enn ikki hava verið, so kann helst longu nú staðfestast, at talan neyvan verður um tær kollveltandi broytingarnar í uppstillingini. Nýggjur maður skal finnast fyri Pól Thorsteinsson
at tað er burturvið at biðja fólkatingið fyriskipað eina kanning um, hvørja ávirkan ES grundlógin fer á Føroyar. -? Tað er at leypa upp um føroyskar myndugleikar, sum eru høvuðsparturin í hesum máli, sigur [...] Norðuratlantsbólkurin hevði skotið upp at biðja fólkatingið seta í verk eina óhefta kanning av, hvørja fíggjarliga og politiska ávirkan tað fer at fáa Føroyar og Grønland, um Danmark samtykkir nýggju ES grundlógina [...] og fremst vera landsstýrið og danska stjórnin, sum fyriskipa eina slíka kanning. ? Tann, sum biðjur um eina kanning er eisini tann, sum avgerð, hvat verður kannað. Tað, sum er mest avgerðandi í eini kanning
eitt fer hurðin inn til próvtøkuhølið upp, ein løta gongur, og so hoyrist róp og eitt ?Yes!?. Ein genta hevur skorðað sær eitt 9 tal, og hinar á gongini leypa um hálsin á henni og ynskja tillukku, men [...] ikki heim at halda frí. Tað er tað onki, sum eitur í hesum próvtøkudøgum, tí næsta próvtøkan er longu um tveir dagar. Men hvat við Norðoyastevnuni? Skulu hesa ungu dámurnar slett ikki í býin, í dans ella [...] komandi dagarnar? - Nix! Norðoyastevnan má passa seg sjálvan. Mánadagin aftaná Norðoyastevnu skulu vit upp í sálarfrøði, og tað krevur, at tú heldur høvdið klárt, flennir ein av gentunum. - Tað er kanska eitt