ES og Føroyar
? Hetta er at máa støðið undan teimum heimildum, sum Løgtingið og Landsstýrið hava, og tað vil eg ikki vera við til.
Anfinn Kallsberg, fólkatingsmaður, hevur boðað frá, at hann fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Norðuratlantsbólkinum, sum var til viðgerðar í Fólkatinginum seinnapartin týsdagin.
Tað er somuleiðis greitt, at undirtøka er ikki í fólkatinginum fyri uppskotinum.
Norðuratlantsbólkurin hevði skotið upp at biðja fólkatingið seta í verk eina óhefta kanning av, hvørja fíggjarliga og politiska ávirkan tað fer at fáa Føroyar og Grønland, um Danmark samtykkir nýggju ES grundlógina.
? Eg havi avgjørt onki ímóti at málið verður kannað. Eg haldi eisini, at tað er uppá sítt pláss at kanna teir spurningar, sum Norðuratlantsbólkurin reisir. Men eg haldi bara ikki, at tað skal vera fólkatingið, sum skal standa fyri kanningunum, sigur Anfinn Kallsberg.
Landsstýrið skal taka stigið
Hann sigur, at tað fyrst og fremst vera landsstýrið og danska stjórnin, sum fyriskipa eina slíka kanning.
? Tann, sum biðjur um eina kanning er eisini tann, sum avgerð, hvat verður kannað. Tað, sum er mest avgerðandi í eini kanning er, hvussu arbeiðssetningurin hjá kanningarnevndini ljoðar.
Anfinn Kallsberg heldur tí, at tað er burturvið at biðja fólkatingið fyriskipað eina kanning um, hvørja ávirkan ES grundlógin fer á Føroyar.
-? Tað er at leypa upp um føroyskar myndugleikar, sum eru høvuðsparturin í hesum máli, sigur føroyski fólkatingsmaðurin.
? Tá hevur Norðuratlantsbólkurin átikið sær leiklutin sum eitt mini- landsstýrið niðri á Fólkatingi og tað kann eg ikki taka undir við.
Annfinn Kallsberg sigur, at hetta er at máa støðið undan teimum heimildum, sum Løgtingið og Landsstýrið hava fingið og tað vil hann ikki undir nøkrum umstøðum vera við til.
? Sjálvandi skulu allir spurningar kannast. Men tað má fyrst og fremst vera Landsstýrið, sum reisir spurningin og tað má vera útgangsstøðið.
Hann sigur, at so kann støða takast til um slíkar kanningar skulu gerast saman við grønlendskum ella donskum myndugleikum, men tað skulu vera føroyingar, sum taka stigið og fyriskipa arbeiðssetningin hjá eini kanningarnevnd.
-? Annars hava føroyskir myndugleikar sett hol á eina ES-viðgerð og um, hvussu vit kunnu fáa eitt betri tilknýti til ES. Ein partur av tí arbeiðnum er at kanna eftir, hvussu ES grundlógin fer at ávirka Føroyar.
? Men fer fólkatingið at samtykkja at samtykkja eina slíka kanning, uttanum føroyskar myndugleikar, hevði fólkatingið samstundis verið við til at máa støðið undan teimum heimildum, sum føroyingar hava og tað høvdu føroyskir myndugleikar, ikki verið fegnir um, sigur Anfinn Kallsberg.










