Duga eisini á útivølli

Fyri fyrstu ferð fekk HB stig uttan fyri høvuðsstaðin, tá TB fyri fyrstu ferð læt mál fara ígjøgnum á heimavølli

Fótbóltur

Oddsini vóru kanska ikki tey bestu hjá HB, tá teir sunnudagin fóru á vøllin til dyst móti TB. Undan hesum hevði HB ikki fingið eitt tað einasta stig uttan fyri Havnina, og tá TB so samstundis hevði framúr hagtøl fyri heimavøllin, har einki mál var farið ígjøgnum, so vistu gestirnir í øllum førum, at talan fór at verða um hart arbeiði.

Mistak gav leiðslumálið
Vertirnir tóktust ikki ætla sær at broyta stórvegis um sítt spæl, fyri tað um tað vóru meistararnir, sum vitjaðu. Fyrst og fremst, so varð denturin lagdur á eina stinna verju, haðani grundarlagið fyri vandamikla kontra-spælinum skuldi spretta, og fyrsta langa løtan tók eisini skap sambært hesum. Við einum HB-liði, sum hevði bóltin nógv, men sum sjáldan kom til veruligar møguleikar. Ofta varð spælt upp gjøgnum síðurnar, men tá bólturin so varð sendur innfyri, vóru menn sum Óli Johannesen og Aca Petrovic hægstir, og so var vandin aloftast av.
Um miðjan hálvleikin hepnaðist tó hjá gestunum. Tór-Ingar smekkaði bóltin innfyri, men talan gjørdist heldur um eitt hálvkiksað skot, sum snýtti alt og øll, og so kundi Predrag Markovic bara hyggja at, meðan bólturin sveimaði inn í meskarnar.
HB royndi eftir hetta at sláa kalt vatn í blóði. Ætlanin tóktist greitt vera tann, at bólturin skuldi førast runt, soleiðis at vertirnir nú noyddust niðan, og partvíst eydnaðist hetta eisini. Trupulleikin var bara, at fyrstu ferðina at TB veruliga kom niðann, javnaðu teir.
Hetta hendi, tá HB misti í uppspælinum. Úrslitið varð í fyrstu atløgu hornaspark til TB, og tá hetta varð sent innfyri, drønstútaði Óli Johannesen bóltin í kassan, og so var alt við tað sama aftur.

Lótu dystin upp
Eftir steðgin tóktist HB fyrstu løtuna at tiltvinga sær eina enn størri yvirvág. Bólturin ferðiast nógv kring TB-brotsteigin, og støðuga trýstið gav eisini at enda úrslit. Tvøramaðurin á HB-liðnum, Rasmus Nolsøe, skeyt fríspark innfyri úr høgru, og meðan flestu luftdystirnir høvdu verið millum Óla Johannesen og Hans á Lag, so var tað hesaferð Rúni Nolsøe, sum við høvdinum kundi beina bóltin í kassan.
Og so opnaðist dysturin av álvara. TB skuldi nú niðan á vøllin, og teir royndu støðugt at flyta spælið longur fram. Hinvegin gav hetta eisini møguleikar til HB, har bæði Svenn F. Jacobsen og Jákup á Borg høvdu heilt góðar møguleikar, uttan at teir tó megnaðu at avgera. TB hevði helst sín besta møguleika, tá Aca Petrovic brádliga gjørdist leysur, men heldur ikki ta ferðina spurdist mál burturúr.

Fyrsti útisigurin
Seinastu løtuna varð Óli Johannesen sendur niðan, soleiðis at nakrir luftbóltar kanska kundu geva møguleikar, men tað broytti tó einki í samlaðu støðuni. HB hevði fyri fyrstu ferð í ár fingið stig uttan fyri høvuðsstaðin, og hetta man ivaleyst vera nakað, sum fjálgaði væl um vónirnar fyri at endurvinna FM enn einaferð.
Hjá TB mundi ósigurin hinvegin kennast sum vátur vøttur. Ikki tí. Eitt tap fyri HB á heimavølli kann neyvan koma heilt óvart á, men í júst hesum førinum vóru vónirnar helst settar hægri. Ein sigur vildi í øllum førum havt við sær, at TB brádliga hevði verið við í heiðursmerkjastríðnum, men tí mugu teir so bíða nakað eftir enn. Hvussu long bíðitíðin verður, fæst kanska ein ábending um næsta umfarið. Tá fer TB á vitjan í Runavík, men fyrst ræður helst um at løða battaríini í dystarfríu vikuni, sum nú stendur fyri framman.