HB upp á oddasessin

Sigurin á NSÍ gjørdist kanska tryggari, enn gestirnir hildu vera neyðugt, men tað nertir ikki við veruleikan, at HB nú er á odda í føroysku fótbóltskappingini

Fótbóltur

Í sætta heimadystinum á árinum fekk HB fyri sættu ferð fulla úrtøku, tá NSÍ vitjaði mánakvøldið.
Tað var veruleikin, sum stóð eftir á talvuni, tá teir 90 minuttirnir í Gundadali vóru av, men í nógvar mátar mundu gestirnir kenna seg tiknar eitt sindur við nøsini, tí hóast teir í stórum pørtum av dystinum avgjørt vóru við til at mynda spælið, so kostaðu tvey mistøk stutt undan steðginum dýrt. Somikið dýrt, at runavíkinganir ongantíð av álvara vóru nøkur hóttan eftir hetta.

Svenn avloysti Rúna
Fyrri hálvleikur var fyri tað nógva av tí undirhaldandi slagnum. Hóast uppgávan var trupul, so vóru runavíkingarnir á ongan hátt komnir til Havnar bara fyri at dyrgja eftir javnleikinum.
Tvørtur ímóti royndu teir frá fyrsta bríksli at leggja stórt trýst á HB. Á miðvøllinum vóru teir skjótir eftir bólthaldaranum, og tá ferð varð sett á niðaneftir, vóru báðir kantarnir ofta tiknir við, eins og tað eisini varð roynt við djúpum sendingum til Christian Høgna Jacobsen og Dánjal Hansen, sum vóru á toppinum.
Gestirnir mundu eisini kenna tað sum eitt pluss, at vanligi HB-liðformaðurin, Rúni Nolsøe, ikki fekk verið við, men hóast týdningurin av Rúna sjálvandi er stórur í HB, so prógvaði dysturin hesaferð, at maður væl kann koma í mans stað.
Svenn Dam Jacobsen hevur í ár veruliga at gera um seg á HB-liðnum, tá hann hevur verið innskiftur, og hesaferð fekk hann so møguleikan frá fyrsta bríksli. Hóast hann kanska ikki sær út av so nógvum, so prógvaði hann enn einaferð, at hann kropsliga væl kann fylgja við spælinum í bestu deildini. Og ikki minst kemur viðfødda spælskilið honum til góðar, tá avgerðir skulu takast nóg skjótt og væl.
At hann so eisini varð kosin til dagsins spælara av áskoðarunum mundi ikki gera dagin verri fyri hansara viðkomandi, og tað er ikki sørt hugtakandi at staðfesta, hvussu ungi spælarin er komin úr mest sum ongum og hevur yvirhála fleiri av annars evnaríku spælarunum, sum annars tóktust hava pláss frammarligari í røðini, tá tosað hevur verið um væntandi gjøgnumbrot í HB hetta árið.
Saman við Kára Nielsen var Svenn soleiðis snúningspunktið hjá HB, og hóast gestirnir trýstu, so dugdu teir í HB eisini sítt. Ikki minst gav tað runavíkingunum trupulleikar, tá bóltar vórðu sendir djúpt oman í síðurnar, har Jákup á Borg og Tór-Ingar Akselsen høvdu til uppgávu at renna hesar upp. Tað gjørdu teir ofta, og var tað ikki fyri Einar Hansen og Brynjólv Nielsen á bakkunum, kundu vandastøðurnar helst verið enn fleiri, enn talan var um.

Verjumistøkini
Hóast smærri og størri møguleikar til bæði liðini, so bendi nógv á, at fyrri hálvleikur skuldi gerast málleysur. Skal tosast um møguleikar, so var NSÍ helst verið liðið, sum hevði verið nærri við, men eftir fáum minuttum vóru allar vónirnar hjá teimum mest sum skotnar í senk.
Fyrst fekk HB lagt seg á odda eftir uppspæl í høgru. Miðverjan mistók seg dyggiliga, tá roynt varð at snitta bóltin burtur, heldur enn stúta bóltin beint útaftur. Rókur royndi seg við skoti, men tá hetta heilkiksaði, stóð Hans á Lag brádliga púra blankur, og verjuskansin, sum aftur hendan dagin var í álopinum, var ísakaldur, tá møguleikin beyðst.
Og lítla løtu seinni var aftur galið. NSÍ hevði annars fríspark frammarliga í høgru, men hetta varð beint úr aftur HB-verjuni. Bólturin varð sendur langt niðan, og tá Jónstein, sum annars tóktist hava fult tamarhald á støðuni, als ikki traff bóltin, kundi Rókur púrasta einsamallur við Jens Martini senda í netið. Stór frøi á HB-áskoðarum, og sjálvandi eitt bakkast av teimum heilt stóru hjá NSÍ.

Ein perla í keðiligum hálvleiki
Viðvíkjandi undirhaldi á vøllinum, so vóru fyrru trý korterini nakað væl betri, enn seinni hálvleikur gjørdist.
Partvíst, so var longu givið, hvussu fortreytirnar at spæla vóru. Skuldi NSÍ hava nakað burturúr, so vóru teir noyddir at leypa á, meðan HB hinvegin kundi halda seg til kontraspælið, sum teir vanliga megna so sera væl.
Fyri spenningin, so gjørdist talan tó í alt og lítlan mun um nakað veruliga skipað NSÍ-trýst. Ístaðin, so hildu teir seg fyri tað nógva til at senda høgar diagonal-bóltar inn í verjuna, har Jóhannis Joensen mest sum hvørja ferð var hægstur. Tær fáu ferðirnar, at roynt var at sleppa at baklinjuni umvegis kantarnar, vóru eisini tær ferðirnar, at HB-verjan varð mest strongd, men opnar møguleikar gjørdist talan tó heldur ikki um so øgiliga ofta.
Nakrar ferðir royndi HB eisini at liggja framvið í kviku mótálopunum, og um miðjan hálvleikin varð spenningurin fullkomuliga tikin úr dystinum við í øllum førum vakrasta málinum hetta kvøldið. Rókur spældi sera elegant Jákup á Borg leysan við hælinum, og ikki minni elegant sendi Jákup við vinstra beini bóltin í tríkantin uttan nakran sum helst møguleika hjá Jens Martini.
Nakað seinni pyntaði NSÍ um úrslitið, tá Helgi var seinastur á einum bólti, sum hevði ferðast nakað aftur og fram í brotsteiginum, men meira enn tað sama gjørdist talan ongantíð um.

Bara heimasigrar
Við sigrinum flutti HB seg upp á oddasessin, har teir við betri málmuni otaðu seg fram um grannarnar í B36.
Tað er tó merkisvert, at HB enn ikki hevur fingið stig uttan fyri Havnina. Einasta stigið, sum higartiler komið á útivølli er tað, sum spurdist burtur úr javnleikinum móti B36. Fyrr ella seinni, so plaga HB?arnir tó at koma ígongd av álvara, og tí man verandi útgangsstøði á talvuni vera hugagóður lesnaður hjá viðhaldsfólkunum ? heimasigrar ella ikki. Komandi vikuskifti skal HB royna seg á Sevmýri, og tað er ein dystur, sum í ár tykist at fáa nakað av tí spenningi, sum hann hevði í gomlum døgum.
Hjá NSÍ merkti tapið eitt lítið afturstig á talvuni, har teir annars høvdu møguleikan at koma heilt fram í oddin. Komandi vikuskifti skulu teir aftur vitja í Havn, tá B36 tekur ímóti. Tann dystin vann NSÍ í fyrstu royndini hetta kappingarárið, og verður talan um eina endurtøku sunnudagin, so eru vespurnar hóast alt heilt væl við.