at fyrireika seg til føstulávint. Tann eina dagin høvdu tey málað seg sjálvi. Har vóru kettusnýð, hundasnýð og mong onnur. Flestu børnini vóru ikki til at kenna aftur. Tey 14 børnini gleða seg avbera nógv [...] verður fyriskipaður so nógva staðni til føstulávint, so børnini fáa fleiri ferðir høvi til tað, hóast tey ikki gera tað í barnagarðinum. Hetta at tey hava fingið tunnur til vega er ein liður í arbeiðsháttinum [...] mála. Tær skula nýtast til at stilla út. Nógvir ymiskir og sterkir litir eru í skálunum, og børnini sita íðin í svørtum plastiksekkum og mála. Men ikki bara tunnurnar verða málaðar, til tíðir sletta tey niður
fáa at vita, at eg fór at blíva avlamin og kanska ikki so langa tíð eftir at liva í, men eg vildi ikki, at sjúkan skuldi fáa takið á mær. Eg hevði ein mann og ein son, so eg kundi ikki bara geva upp, sigur [...] Onkuntíð droymi eg, at eg eri frísk, men tá eg vakni er veruleikin aftur har. Eg vildi gjarna gjørt tey somu fysisku tingini sum onnur, eg eri jú sami persónur sum fyrr, men kroppurin vil ikki. Annika heldur [...] bilar einki, hon roynir alt, hvat hon kann fyri at sjúkan ikki skal stýra lívinum. ? Eg vil heldur miðsavna meg um tað eg kann, ístaðin fyri tað eg ikki kann, sigur Annika. Eisini sigur hon, at ein kann nógv
pakka nakað inn. ? Ting, sum ikki eru søgd, eru ikki til, og slatur taki eg ikki støðu til, sigur hon. Anne Grete er eitt ordansmenniskja, sum ikki letur tilvildina ráða. Hon sigur, at hjá sær er neyðugt [...] Grete. ? Eg varð biðin um ikki at seta ljósið undir skeppuna, og tó minnast til ikki at traðka omaná øðrum, sigur hon. Anne Grete er ein kontant kvinna, ið sigur tingini, sum tey eru, og hon dugir ikki at pakka [...] stórt í Føroyum. Hevur ikki máloyra Anne Grete er blivin nakað kritiserað fyri at tosa danskt. Spurd, hví hon ikki tosar føroyskt, sigur hon: ? Eg havi ongantíð dugað væl mál. Eg skilji føroyskt, men tað
við børnunum ta fyrstu vikuna. Vit høvdu skipanina heima í huga; har verður mælt til, at foreldrini eru við heilt til børnini eru trygg. Men nei, í Monachil er einki av hesi norðurlendsku supersosialu samvitskuni [...] sokallað progressiv var tað tí ei løgið, at eg øtaðist við fyrsta møtið við skúlaskipanina í Monachil. Hetta var í september. Freyja var bara fýra ár og dugdi ikki eitt orð av sponskum, eiheldur kendi hon [...] Freyju tóktist at vera ein kvinnuligur paralellur til Hr. Blomm í ?Det forsømte forår". Señorita Amalia er ein stór dama í ommualdri. Hon sær tó ikki út sum ein av teimum sponsku ommunum, sum hava hendan
vilja jú sleppa til Havnar. Soleiðis er tað bara. Um tað er til arbeiðis, skúla ella bara til handils, so vilja tey bara sleppa til Havnar. Tað er ein sannroynd, at høvustaðurin, ikki megnar at avlasta [...] nógva tíð, orku og tol, at fáa børnini í barnagarð og skúla, fyri síðani sjálvi at stríða seg til arbeiðis. Hvussu verður tað so ikki tá ið ein tunnil er komin? Ikki til at halda út! So um tunnilin skal [...] siga, at Havnin ikki kann samanberast við London. Men har eri eg ósamdur. Tí hóðast Havnin er minni, so kann trýstið á vegirnar vera tað sama. Ikki eitt orð úr býráðnum! Eg má siga, at eg undrist eitt sindur
samband hendavegin, men tað hevði ikki eydnast. Áheitanin ljóðaði sera spennandi, so eg gjørdi av, at eg skuldi svara játtandi aftur. So var at finna børnini. Sjálvur hevði eg eina dóttir, Elsu, sum var 11 [...] fyri at fáa gongd á CISV í einum nýggjum landi, og ikki minst fyri at fáa eitt nýtt limalaland til at tora at gera eina legu. Og her kendi eg, at eg næstan mátti gera tað mótsetta við at minna á, at "tað [...] havi eg hug at siga: vit føroyingar nýtast ikki at smæða okkum burtur, bara vit taka tað arbeiðið á okkum, sum skal gerast, og ta ábyrgdini., sum hoyrir við. Sum eg standi her beint nú haldi eg tað vera
seg liðug, eri eg komin hálva leið. Og eg skal ikki skavast, gangi ongantíð í tómgongd, skal bara onkuntíð til eftirlit, skal ikki skifta dekk og missi ikki virði. Og.........so havi eg powerstýring. Stórt [...] yvirhøvur ikki at gjalda vegskatt, bensin, kølaravesku (haldi eg, at tað eitur) og alt hitt, tit vita, sum hevur við bilin at gera. Nei. Nú er liðugt. Ikki fyri tað. Eg skal ikki gera meg betri enn eg eri. [...] Og hvussu komi eg so vegin fram, spyrt tú? Jú. Eg gangi. Tú las rætt. Eg haldi endorfinuhoff tvær ferðir um dagin. Eg gerist "høg" av berum endorfinutreffi, so høg, at eg gloymi, at eg bara eri neyðars
seg í! Annars haldi eg eisini, at tað verða eykajáttanir samtyktar til bæði líkt og ólíkt, so um einki er sett av á fíggjarlógini til stuðulin til okkum pápar, skuldi tað slett ikki verið nakar trupulleiki [...] verið neyðugt? Skuldi tað ikki verið soleiðis, at okkum ikki nýttist at søkja um at fáa tað økt? Skuldi tað ikki verið soleiðis, at vit í kraft av javnstøðulógini fingu 50%? Eg tosaði við eina kvinnu sum [...] Tá so til barnafrádráttin kemur, ja so fellur hann eisini til tann, sum fær foreldramynduleikan! "Tann" vísir til kvinnuna! Og so aftrat hesum, skulu vit pápar gjalda barnapengar!! Hevði tað ikki verið
barninum, og føroyingar eiga ikki at tilskila sær rættin til at tulka, hvat hetta merkir. Kærleiki er ikki ein brestur í afturpartin, men heldur orð, sum kunnu menna børnini sálarliga, heldur Finnur Helmsdal [...] land góðtaka ikki harðskap ímóti børnum. Hetta heldur Finnur Helmsdal, sum er løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, sosialráðgevi og leiðari fyri Barnaheimið. ? Likamligur harðskapur er ikki bara likamlig [...] tingmaður, segði, at orsøkin var sum oftast rúsdrekka, men heldur Finnur Helmsdal, at raðfestingin í dagligdegnum hevur eisini nógv at siga. ? Hvussu raðfesta vit børnini í gerandisdegnum? Tað snýr seg um, í
betur. Og tað hjálpir ta løtuna, men í longdini riggar tað ikki, tí tað fær ikki børnini at hugsa seg betur um, sigur Sigrun Samuelsen. Hon sigur eisini, at børn, sum verða likamliga revsað, verða eyðmýkt [...] at fáa sín vilja. Eg giti ikki, at foreldur brýggja seg um, at børn brúka harðskap at loysa eina trongstøðu, og hví skulu tey so gera tað?, sigur Sigrun Samuelsen. Vreiðin, sum børnini fáa ígjøgnum revsingina [...] Sigrun Samuelsen sigur, at foreldur leggja tó ikki ætlanir um at sláa børnini. Tað er nakað tey gera, tí tey eru ørkymlað, maktarleys og ill, og tí koma tey til at sláa. ? Tað eru eisini fleiri, sum halda