Uppreistur ella kulturrelativisma

Sunnukvøldið skuldi vera fundur í La Barberia, caféini hjá Katy. Endamálið var at gera uppreistur móti skúlaskipanini í bygdini. Øll tey sokallaðu progressivu foreldrini vóru boðin við, tvs. útlendingar og tilflytarar úr øðrum størri sponskum býum.

Sum sokallað progressiv var tað tí ei løgið, at eg øtaðist við fyrsta møtið við skúlaskipanina í Monachil. Hetta var í september. Freyja var bara fýra ár og dugdi ikki eitt orð av sponskum, eiheldur kendi hon nakran av hinum børnunum. Vit høvdu sjálvandi ímyndað okkum, at foreldrini partvís sluppu at vera við børnunum ta fyrstu vikuna. Vit høvdu skipanina heima í huga; har verður mælt til, at foreldrini eru við heilt til børnini eru trygg.
Men nei, í Monachil er einki av hesi norðurlendsku supersosialu samvitskuni og angist fyri líðing. Lærarindan hjá Freyju tóktist at vera ein kvinnuligur paralellur til Hr. Blomm í ?Det forsømte forår". Señorita Amalia er ein stór dama í ommualdri. Hon sær tó ikki út sum ein av teimum sponsku ommunum, sum hava hendan altumfevnandi, milda kærleikan í eygnabráðnum, nei Señorita Amalia hevur strong, einavaldandi eygu, og mátin hon fyrsta skúladag gjørdi okkum heilt greitt, at foreldur ikki vóru ynskt í skúlanum, sannførdi okkum um, at her vóru hennara orð lóg. Fyri okkara sartu, yvirpedagogisku, norðurlendsku sálir, var hetta harður kostur, men vit tóku við boðunum, vit vildu jú helst ikki gera okkum verdug til Señoritu Amaliusa forbannilsi. Vit tóku undir við, at tá man er í Rom, ger man sum rómararnir. Nú mátti tann erkvisni norðurlendski bleytleikin víkja fyri spanskari stoisismu.
Nú, hálvt ár seinni, høvdu vit so fingið fundarboð: skúlin skuldi pedagogiserast. Tá vit fingu fundarboðini søgdu vit uttan at blunka ?ja, vit koma", men bara fimm minuttir seinni ringdu vit aftur og avlýstu. Vit kundu ikki annað. Við eitt sindur av umhugsan stóð tað greitt, at vit høvdu sagt ja heilt automatiskt, tí tað modernaða progressiva, pedagogiska er jú tað vit ynskja - ella? Kanska tað, men tað er eisini so, at Freyja faktisk trívist væl í skúlanum, hon er enntá væl nøgd við ta strongu Señoritu Amaliu. Harafturat tykist tað eisini rættuliga hástórt at flyta til annað land við aðrari mentan, og so eftir bert seks mánaðum gera uppreistur móti teirra skipanum, við ætlanum um broyting so tað líkist tí heima - átti man so ikki heldur at verðið heima?
Spurningurin um kulturrelativismu kann ikki annað enn stinga seg upp her. Hvussu skal man døma hvørt ein skúlaskipan er betri enn ein onnur? Hvørt tey moralsku virðini í einum samfelagi eru betri enn tey í einum øðrum? Slík viðurskifti byggja altíð á serstakar mentunar- og søguligar fyritreytir fyri tey einstøku samfeløgini, og tað er naivt at halda, at man kann skilja og harvið døma eitt mentunarligt fyribrigdi skilt frá restini av mentanini. Eitthvørt samfelag hevur sín meira ella minni egna logik og tey mentunarligu fyribrigdini eru altíð so tætt samanvavd í eina heild, at tað er heldur hættisligt at skilja tey sundur og hyggja at teimum hvør fyri seg.
Eitthvørt hugsandi menniskja vil sjálvandi hava meiningar um fremmand mentunarfyribrigdi, men harvið er ikki sagt, at man automatiskt, uttan víðari hugleiðing skal seta broytingar í verk.