Anne Grete ein kontant kvinna

Mong munnu kennast við navnið, Anne Grete Mikkelsen. Men hvør er hendan kvinnan, sum fyri góðum tveimum árum síðan varð sett í starv sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum?
Vit stukku inn á gólvið í hugnaliga heimi hennara í Havn

Anne Grete Mikkelsen er dani, 60 ára gomul og fødd í Ringkøbing. Hon tók læknaprógv í Århus 1970. Fekk serlæknaviðurkenning í tí, sum rópt verður "intern medisin", í 1981. Í 1991 tók hon við sum yvirlækni á Faaborg sjúkrahúsi, og í 1993 gjørdist hon administrerandi lækni har.
Anne Grete hevur - umframt sína læknafakligu útbúgving ? eisini holla útbúgving innan leiðslu og fyrisiting.
Í mars 2000 doyði maður hennara, og tá læknastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum varð lýst leyst, ivaðist hon ikki eina løtu í at søkja.
Anne Grete eigur tveir synir og eina dóttir. Børnini búgva øll í Danmark.
Trívist í Føroyum
?Eg eri uppvaksin á vestursíðuni í Danmark við vindi og regni. Mær dámar væl føroyska veðurlagið, myrkrið gevur frið í sinnið. Skiftandi veðurlagið her passar mær fínt, tí eg havi ongantíð runnið eftir sól, sigur hon.
Tað sæst, at Anne Grete hevur áhuga í list, tí veggirnir eru fyltir við málningum. Tá hon nærkaðist teimum 30, fekk hon áhuga fyri list, og hon hevur stóra gleði í listaverkum.
- Fyri eitt so lítið land sum Føroyar er útboðið av list stórt í mun til í Danmark, sigur hon.
Eisini hevur hon áhuga fyri sjónleiki og hyggur at tí mesta, sum verður framført her. Eisini útboðið av sjónleiki og framførslum heldur Anne Grete vera stórt í Føroyum.
Hevur ikki máloyra
Anne Grete er blivin nakað kritiserað fyri at tosa danskt. Spurd, hví hon ikki tosar føroyskt, sigur hon:
? Eg havi ongantíð dugað væl mál. Eg skilji føroyskt, men tað er ringt hjá mær at fylgja við, tá kjakið fýkur um borðið. Men eg royni at læra meg málið, sigur hon.
Hon sigur, at hon væntar ikki av fólki, at tey skulu tosa danskt við seg. Tey flestu skifta tó til danskt, um tey hoyra, at Anne Grete ikki skilir, og tað hevur hon einki ímóti. Men málið er at duga føroyskt.
? Í sambandi við arbeiðið lesi eg føroyskt og gangi á kvøldskúla. Eg vóni at kunna læra meg málið enn betur, sigur hon.
Í Føroyum hevur Anne Grete sín vinaskara, og millum teirra teljast eisini føroyingar.
Nútímans uppaling
Anne Grete vaks upp í einum borgaraligum og kristnum heimi. Mamma hennara var 35 ára gomul, tá Anne Grete varð fødd. Hon helt foreldur síni vera gomul.
? Í mun til foreldrini hjá mínum javnaldrum, gingu tey gamaldags klødd. Men hóast hetta, fekk hon eina modernaða uppaling.
? Tú kanst gera, hvat tú vilt, so leingi tú sjálv kanst taka ábyrgdina av tí, tú gert, søgdu foreldur míni við meg, sigur hon.
Hon sigur, at tað gav henni eina stóra ábyrgd, men at hon kortini altíð varð væl stuðlað av sínum foreldrum.
? Í okkara heimi var upplestur vanligur, og pápi las upp av Bjørn Stjerne Bjørnson og Dostojevskij, sigur hon.
Foreldur Anne Grete tóku hana til framsýningar og fyrilestrar. Tey settu arbeiðssemi høgt, og hon var uppald til at lesa bløðini og taka lut í kjaki um tað, sum rørdi seg í samfelagnum.
Uppreisnin týdningarmest
Eitt av áhugamálunum hjá Anne Grete er kristindómurin. Miðskeiðis í nítiárunum tók hon eina 3 ára langa útbúgving sum lagmansteolog.
? Fyri meg er kristindómurin næstrakærleiki. Næstrakærleiki er ikki bert at dáma grannan, men eisini at vera opin fyri teimum menniskjum, sum standa tær fjarast.
? Tað er ein daglig uppgáva, sum er nærum ómøgulig, og tú verður alla tíðina noydd at bróta tíni egnu mørk, sigur hon.
Anne Grete er uppvaksin við sjálv at taka avgerðir, og tá hon varð spurd, um hon vildi verða fermd, gjørdi hon av at lata seg konfirmera í eini frísamkomu.
? Eg vil ikki verða sett í bás, og mær dámar ikki, at fólk í navninum av religión seta seg til dómarar yvir onnur, sigur hon.
? Uppreisnin er mest týðandi parturin í mínari gudstrúgv, tí uttan hana, finst eingin kristindómur, sigur hon.
Góður førningur
? Tann førningur, sum foreldur míni og familja góvu mær í barnaárum, er tað, sum hevur merkt alt mítt lív, sigur Anne Grete.
? Eg varð biðin um ikki at seta ljósið undir skeppuna, og tó minnast til ikki at traðka omaná øðrum, sigur hon.
Anne Grete er ein kontant kvinna, ið sigur tingini, sum tey eru, og hon dugir ikki at pakka nakað inn.
? Ting, sum ikki eru søgd, eru ikki til, og slatur taki eg ikki støðu til, sigur hon.
Anne Grete er eitt ordansmenniskja, sum ikki letur tilvildina ráða. Hon sigur, at hjá sær er neyðugt, at alt er væl tilrættalagt.
Spurd, um starvið sum læknastjóri er tað, hon væntaði, sigur hon:
? Stólurin er við hvørt heitari, enn eg helt hann fór at verða, men starvið er spennandi, avbjóðandi og meiningsfult.