Havi júst sitið og lisið javnstøðulógina ígjøgnum.
Sigast má, at ikki fyllir hon nógv, bert tvær A4 síður!
Nú leitaði eg eftir, hvar nakað stóð um javnstøðu viðvíkjandi børnum og foreldramyndugleika. Har var einki! Bara um arbeiðsmarknaðarmál! Men tað er jú heldur ikki neyðugt at seta nakað um sovorðið í eina lóg, tí har er jú javnstøða, ha?
Nei tvørturímóti! Har er als eingin javnstøða! Vit pápar fáa 20% av árinum sum mest vanligt minstamark at verða saman við børnum okkara, og kunnu eisini missa rættin, ella søkja um at fáa hann øktan! Skuldi tað verið neyðugt? Skuldi tað ikki verið soleiðis, at okkum ikki nýttist at søkja um at fáa tað økt? Skuldi tað ikki verið soleiðis, at vit í kraft av javnstøðulógini fingu 50%?
Eg tosaði við eina kvinnu sum segði, at um hon kom í ta støðu, at maðurin fekk børnini eftir ein hjúnaskilnað, so bleiv hon svøk!? Hesari støðu hava vit pápar verið í, síðani fyrsti hjúnaskilnaðurin var veruleiki! Og sigið mær eitt! Skulu vit pápar ikki blíva svakir?? Nei, vit skulu bara finna okkum í tí!!
Tá so til barnafrádráttin kemur, ja so fellur hann eisini til tann, sum fær foreldramynduleikan! "Tann" vísir til kvinnuna! Og so aftrat hesum, skulu vit pápar gjalda barnapengar!!
Hevði tað ikki verið eitt hugskot, at broytt lógina soleiðis, at vit pápar fingu 50% av foreldramyndugleikunum, sum verða deildir út (ikki felags foreldramynduleika!), 50% av samverutíðini, 50% av barnafrádráttinum, og so gloymt barnapengarnar? Tí barnapengarnir hava verið, eru og fara altíð at vera ein fløkja og eitt haft um beinini hjá honum, ið skal gjalda!!
Eg meini so við, skal javnstøða verða í øllum málum á arbeiðsmarknaðinum, so skuldi ikki verði annað enn rímuligt, at javnstøða eisini var hesum viðvíkjandi! Tí tað er júst tað, sum javnstøðulógin er: Eitt amboð at deila rættvísi ímillum kynini!!
So er eisini vert at nevna, at varð býtt helvt um helvt, so hevði tað ikki verið heilt so lokkandi, at fari í holt við ein hjúnaskilnað, sum nú er! Kanska eitt evni hjá Miðflokkinum at tikið upp!?
Sjálvandi eru hjúnabond, sum ikki eru til at bjarga, men eg ivist ikki í, at hetta hevði minkað nakað um trupulleikan!
Eisini hevur verið í ÚF, at børn hjá einsamøllum foreldrum verða verri fyri í samfelagnum, og hava eitt hægri sjálvmorðsprosent, enn børn hjá foreldrum, ið liva saman! Og tað eru jú børnini vit hugsa um, ikki so??
Við hesum haldi eg, at vit høvdu sligið fleiri flugur við ein smekk: Javnstøðu á hesum økinum, møguliga færri hjúnaskilnaðir, og síðst, men ikki minst, so hevði landið spart hasar vælsignaðu 6-7 milliónirnar, sum teir hava krøkt seg í!
Annars haldi eg eisini, at tað verða eykajáttanir samtyktar til bæði líkt og ólíkt, so um einki er sett av á fíggjarlógini til stuðulin til okkum pápar, skuldi tað slett ikki verið nakar trupulleiki at bara samtykt eina eykajáttan!










