komandi fíggjarlóg. Og samgongan sær loksins út til at vera komin á mál við fíggjarlógini fyri 2010. - Eg má bara staðfesta, at politiskur meiriluti ikki fæst fyri tunlunum norður um Fjall. Tað sigur Anfinn [...] Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, við Sosialin í dag. Hann hevur til tað seinasta barst fyri at fáa pengar játtaðar til tunlarnar norður um Fjall, men Sambandsflokkurin og serliga Javnaðarflokkurin [...] vera komin á mál við fíggjarlógini fyri 2010. Anfinn Kallsberg fer nú saman við meirilutanum í fíggjarnevndini at skriva álit, sum skal leggjast fyri tingið fyrsta dagin til aðru viðgerð.
tingmaður fyri Javnaðarflokkin Minnilutin mælir til, at inntøkurnar hjá Strandfaraskipum Landsins verða minkaðar fýra mió. kr. í ár og aðrar fýra mió. í 2013 og 2014 til tess at gera tað ókeypis fyri ferðafólk [...] norðurum fjørðin við bili. Tá rinda øll hvør sítt gjald fyri túrin, umframt at førarin rindar fyri bil. Hinvegin rindar ein familja bert eitt gjald fyri bil, tá ið tey koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil. [...] gjald einans tikið fyri bilar og farm umborð á skipunum hjá Strandfaraskip Landsins. Ferðafólk, ið ikki hava bil við, sleppa sostatt ókeypis í 2014. Men longu í ár verður ferðaseðilin fyri ferðafólk lækkaður
hevur hann alla verju fyri neyðini. Hinvegin er gýtingarstovnurin av upsa hampuliga væl fyri, hóast veiðutrýstið er í hægra lagi. Havstovan mælir til at varðveita gýtingarleiðirnar hjá toski og upsa, at [...] tíð afturat, umframt at tvær hýsuleiðir verða friðaðar fyri allar veiðuhættir, ið fiska tosk og hýsu. Mælt verður til, at ein umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa verður sett í verk. Alt tilmælið hjá [...] enn mett í fjør. - Sera lítið er til av hýsu og gýtingarstovnurin á landgrunninum er tað minsta síðan stovnsmetingarnar byrjaðu í 1957. Sostatt hevur hann alla verju fyri neyðini. - Av tí, at útlitini í
at oljuvinnan, sum arbeiðir vestan fyri Hetland, eisini sær Føroyar sum ein framtíðar marknað, tá risastóra veitingarskipið Sea Viking kom á Havnina fyri veður og fyri at umvæla sær útbúnaðin tað brúkar [...] Nú oljuvirksemið vestan fyri Hetland økist og nærkast føroyska markinum betrast eisini møguleikarnir hjá føroyskum vinnulívi at veita vørur og tænastur til frálandavinnuna nær markinum. Føroyskar fyritøkur [...] útgerð á havbotninum á Schiehallion oljuleiðini nær markið. Skulu føroyingar síggja fram til at fáa lut í veitingum til frálandavinnuna hinumegin markið, so mugu vit eisini sjálvi royna at marknaðarføra okkum
verður klokkan 13 og hildið fram til klokkan 17. Umboð fyri politisku flokkarnar verða við umframt eitt umboð fyri tey samkyntu. Ætlanin er, at hesi fáa eitt korter í part til eitt upplegg, og síðani verður [...] Í hesum døgum vitja tvey umboð fyri Foreningen Nordens Ungdom í Føroyum. Endamálið er at skapa áhuga millum føroyskan ungdóm fyri samstarvinum millum norðurlendsku tjóðirnar, og tær báðar vóna, at ein [...] íslendsk og forkvinna fyri ungdómsfelagnum hjá Foreningen Norden, sum hevur deild í Føroyum. Klaudia Raniszewska er uppruna polsk, men hevur búð í Danmark í 20 ár. Tær báðar skipa fyri einum panel- og kjakfundi
at skapa karmar fyri teimum næmingum, ið koma langvegis fyri at ganga á skúladeplinum. - Neyðugt verður tí at taka støðu til spurningin um næmingaheim í næstum. Hetta er ein fyritreyt fyri, at skapa góðar [...] skipast kann fyri alskyns virksemi, eitt nú eftirútbúgvingarskeiðum, stakgreinalestri, eins og mentanarligum og vinnuligum tiltøkum. Landsstýriskvinnan segði, at ein av avbjóðingunum fyri framman er at [...] kanska serliga innan heilsuskúlan, har fólk eisini koma úr øðrum oyggjum til Suðroyar í skúla. Eitt skúlaheim verður eisini við til at skapa eitt enn meira livandi umhvørvi rundanum skúladepilin í Hovi,
i hevur FKF mangan verið nógv ár framman fyri tíð sína. Sum dømir kunnu nevnast at tá ið brunalóggávan var fyri, vendi felagið sær til Tórshavnar kommunu fyri, í felag at gera landinum greitt at lógin [...] álitið til at nøkur kommuna - ella kommunur í felag - dugdu at seta á stovn og røkja eldsløkkingarlið var onki. F.K.F. helt at lógin var rætt og slætt mannminkandi fyri kommunur og ikki minst fyri Tórshavnar [...] var so praktiskt, at lata landið skipa fyri ístaðin fyri kommununa. So var tað ein landsbyggireglugerð har innbygt var at fáa byggivaldið frá kommununum og yvir til landið. Um F.K.F. ikki hevði arbeitt við
Treytirnar fyri at sleppa at gera tænastu í amerikanska herinum linka í hvørjum. Menn, sum eru dømdir fyri grov brotsverk, verða nú boðsendir. Gáttin til amerikanska herin lækkar í hvørjum. Orsøkin er [...] ímóti fleiri, sum hava dóm fyri minni álvarssom brotsverk. Í 2003 var tað talið 2.700 og í fjør oman fyri 6.000. Talsmenn hjá herinum verja avgerðina at senda brotsmenn til Irak at gera tænastu, tí sambært [...] er, at herurin hevur ilt við at fáa menn at fara til Irak, og tað gerst støðugt truplari hjá herinum at finna menn ístaðin fyri teir, sum velja at gevast. Sambært tíðindastovuni AP hevur tað havt við sær
brekaðum. Og í fjør fall heiðurin so til Føroya Sparikassa fyri bygningin yvir við Strond, ið er gjørdur atkomiligur fyri øll. Hvør fær heiðurin í ár, kanst tú vera við til at avgera. [...] týdning fyri øll, eisini fólk við breki, at kunna vera saman í samfelagslívinum uttan darvandi fysiskar forðingar. MBF hevur tí valt at nýta altjóða handikappdagin til at lata eina viðurkenning til onkran [...] var í 1995, tá ið Margarinfabrikkin fekk heiðurin fyri at sína umbygging. Í 1999 fekk Strandferðslan heiðurin fyri broytingarnar umborð á Smyrli og fyri tekningina av komandi suðuroyarferjuni. Í 2001 fekk
listafólki sum tøkk fyri útint listaligt avrik, og til tess at fáa Mentanarvirðislønina skal virðislønarevnið hava skapað listaligt verk á høgum listaligum stigi. Nevndin, ið ger tilmæli til landsstýrismannin [...] Fyri jól varð almannakunngjørt, at Gunnar Hoydal verður heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins 2002. Mentamálaráðið skipar í hesum sambandi fyri almennum hátíðarhaldi mikukvøldið 15. januar 2003 kl. [...] eisini Heiðursgávu Landsins 2002 til Axel Tórgarð. Heiðursgáva Landsins, ið er kr. 75.000, verður latin einstaklingi, felagi ella fyritøku sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella