Sóknast eftir hetjum

Aftur í ár fer Meginfelag teirra brekaðu at halda altjóða handikappdagin 3. desember við at heiðra onkran, sum hevur gjørt okkurt nakað munagott til frama fyri brekað

Veist tú onkran, sum hevur gjørt okkurt serliga fyri brekað? So átti tú at boðað Meginfelag teirra brekaðu frá.

3. desember er Altjóða handikappdagur, og hendan dagin hevur MBF heiðrað einum tiltaki, sum hevur gjørt tað høgligari at bera brek. Aftur í ár verður farið at heiðra fólkum, og heitt verður tí á fólk um at vísa á persónar ella stovnar, sum tey halda hava heiðurin uppibornan.

? MBF metir tað hava stóran týdning fyri øll, eisini fólk við breki, at kunna vera saman í samfelagslívinum uttan darvandi fysiskar forðingar. MBF hevur tí valt at nýta altjóða handikappdagin til at lata eina viðurkenning til onkran persón ella stovn, sum hevur gjørt eitthvørt munagott, sum sæst og merkist hjá teimum, ið bera brek, sigur Anna Suffía Durhuus, sum er dagligur leiðari hjá MBF.

Higartil hevur MBF latið viðurkenningina fýra ferðir. Fyrstu ferð var í 1995, tá ið Margarinfabrikkin fekk heiðurin fyri at sína umbygging. Í 1999 fekk Strandferðslan heiðurin fyri broytingarnar umborð á Smyrli og fyri tekningina av komandi suðuroyarferjuni. Í 2001 fekk Pállstova heiðurin, tí tey av sínum eintingum gjørdu eina umbygging, sum var vinarlig ímóti brekaðum. Og í fjør fall heiðurin so til Føroya Sparikassa fyri bygningin yvir við Strond, ið er gjørdur atkomiligur fyri øll.
Hvør fær heiðurin í ár, kanst tú vera við til at avgera.