Nú oljuvirksemið vestan fyri Hetland økist og nærkast føroyska markinum betrast eisini møguleikarnir hjá føroyskum vinnulívi at veita vørur og tænastur til frálandavinnuna nær markinum. Føroyskar fyritøkur hava í nøkur ár latið vørur og tænastur til bæði oljuskip og oljupallar í bretskum havøki tó í avmarkaðan mun. Tað eitt stórt ynski hjá hesum fyritøkum at kunna menna hesa gongdina.
Herfyri fingu vit so enn eitt prógv um, at oljuvinnan, sum arbeiðir vestan fyri Hetland, eisini sær Føroyar sum ein framtíðar marknað, tá risastóra veitingarskipið Sea Viking kom á Havnina fyri veður og fyri at umvæla sær útbúnaðin tað brúkar í sambandi við eftirlit av útgerð á havbotninum á Schiehallion oljuleiðini nær markið.
Skulu føroyingar síggja fram til at fáa lut í veitingum til frálandavinnuna hinumegin markið, so mugu vit eisini sjálvi royna at marknaðarføra okkum heldur skiparin á norska veitingarskipinum Sea Viking. Vit mugu royna at fáa samband við stóru oljufeløgini, sum eru fyristøðufeløg. Og í Føroyum fegnast stjórin á Mest, Mouritz Mohr um, at oljuvinnan vestan fyri Hetland brúkar føroyskar tænastur sum eitt nú at gera umvælingar her. Eisini umboðsmaðurin Árni Dam fegnast um, at henda fyri okkum nýggja vinnan sær Føroyar sum ein framtíðar marknað. Jan Müller vitjaði umborð á Sea Viking og hitti skipara, stjóra á Mest og umboð fyri skipið.
Hoyrið reportasjuna í Rás2 mánamorgunin klokkan 9.30.