Treytirnar fyri at sleppa at gera tænastu í amerikanska herinum linka í hvørjum. Menn, sum eru dømdir fyri grov brotsverk, verða nú boðsendir.
Gáttin til amerikanska herin lækkar í hvørjum. Orsøkin er, at herurin hevur ilt við at fáa menn at fara til Irak, og tað gerst støðugt truplari hjá herinum at finna menn ístaðin fyri teir, sum velja at gevast.
Sambært tíðindastovuni AP hevur tað havt við sær, at herurin nú tekur ímóti altsamt fleiri monnum, sum eru dømdir fyri grov brotsverk. Í 2003 sluppu 411 menn upp í herin, hóast teir vóru dømdir fyri grov brotsverk, og í fjør kom talið upp í 901. Samstundis tekur herurin eisini ímóti fleiri, sum hava dóm fyri minni álvarssom brotsverk. Í 2003 var tað talið 2.700 og í fjør oman fyri 6.000.
Talsmenn hjá herinum verja avgerðina at senda brotsmenn til Irak at gera tænastu, tí sambært herleiðsluni kann tíðin har leiða menninar aftur á beina kós. Onnur ivast og vísa á, at gongdin kann geva ungum hermonnum eina skeiva uppfatan av amerikanska herinum.
Trupulleikarnir við at fáa nóg nógvar hermenn til Irak hevur eisini havt við sær, at aldursmarkið hjá hermonnunum er hækkað. Fyrr vórðu menn ikki sendir avstað fyrstu ferð, um teir høvdu fylt 35, men nú er aldursmarkið 42. Upptøkutreytirnar eru eisini linkaðar, skrivar AP.










