Javnaðar­flokk­urin og Tjóð­veldi: Ókeypis fyri ferða­fólk sjóvegis

Stendur tað til minni­lutan í Fíggjarnevndini, so verður farið undir eina tilgongd at javnseta ferðaseðlakostnaðin millum tey, ið ferðast í undirsjóvartunnlum, og tey, ið ferðast við skipum í Føroyum.

Aksel V. Johannesen
tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Minnilutin mælir til, at inntøkurnar hjá Strand­faraskipum Land­sins verða minkaðar fýra mió. kr. í ár og aðrar fýra mió. í 2013 og 2014 til tess at gera tað ókeypis fyri ferðafólk at ferðast sjóvegis. Ætlanin er at í 2014 verður gjald einans tikið fyri bilar og farm umborð á skipunum hjá Strandfaraskip Landsins.
Ferðafólk, ið ikki hava bil við, sleppa so­statt ókeypis í 2014. Men longu í ár verður ferða­seðilin fyri ferðafólk lækkaður ein triðing um tað stendur til okkum í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Síðani lækkar prísurin aftur ein triðjing komandi ár.
Tað er ein sannroynd, at tað kann skjótt gerast kostnaðarmikið hjá ein­ari familju við t.d. tveimum hálvvaksnum børnum úr Suðuroy at fara ørindi norðurum fjørðin við bili. Tá rinda øll hvør sítt gjald fyri túrin, umframt at førarin rindar fyri bil. Hinvegin rindar ein familja bert eitt gjald fyri bil, tá ið tey koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil.
Við hesum uppskot­in­um verður farið undir eina tilgongd at javnseta ferðaseðlakostnaðin millum tey, ið ferðast í undirsjóvartunnlum, og tey, ið ferðast við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fara at leggja fram fleiri broyt­ingar­upp­skot til fíggjarlógina í 2012. Miðjað verður eftir, at talan verður um broytingaruppskot, ið eru ”útreiðsluneutral”.