Fiskidagarnir undir Føroyum skulu skerjast 20%
Fiskastovnarnir undir Føroyum eru so illa fyri, at tað er neyðugt at skerja fiskidagarnar 20% næsta ár.
Tað sigur Havstovan sínum tilmæli um fiskiskapin undur Føroyum næsta fiskiári, sum btyrjar 1. september
Havstovan staðfestir, at gýtingarstovnurin av toski á Landgrunninum er lítil, veiðutrýstið hægri og tilgongdin verri enn mett í fjør.
- Sera lítið er til av hýsu og gýtingarstovnurin á landgrunninum er tað minsta síðan stovnsmetingarnar byrjaðu í 1957.
Sostatt hevur hann alla verju fyri neyðini.
- Av tí, at útlitini í ár eru verri, enn tey vóru í fjør, verður mælt til ar skerja fiskidagatralið hjá skipabólkum, ið serliga veiða
tosk og hýsu, hóast hetta ikki var ætlanin í fjør.
Havstovan staðfestir eisini, at toskurin á Føroyabanka er enn sera illa fyri, og hevur hann alla verju fyri neyðini.
Hinvegin er gýtingarstovnurin av upsa hampuliga væl fyri, hóast veiðutrýstið er í hægra lagi.
Havstovan mælir til at varðveita gýtingarleiðirnar hjá toski og upsa, at økisfriðingarnar at verja smátoskin halda fram eina tíð afturat, umframt at tvær hýsuleiðir verða friðaðar fyri allar veiðuhættir, ið fiska tosk og hýsu.
Mælt verður til, at ein umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa verður sett í verk.
Alt tilmælið hjá Havstovuni sæst her:
www.hav.fo/PDF/Radgeving/2012/HAV_Tilmaelid_2012.pdf