kemur upp í leikin fyri at verja hin veikara. Húgvuna av fyri, at tað eru nøkur, sum vilja taka á seg arbeiðið við at seta upp politiskar skráir, stilla upp til valið og eru til reiðar til at lata seg velja [...] Húgvuna av fyri, at tað eru nøkur, sum eru til reiðar at taka ábyrgdina og harvið bera byrðuna. Ærast tann, sum ærast má. Ikki bara skulu tey verða ærað fyri tað, men tú skalt biðja fyri teimum. Tað er [...] upp um? Hvønn kanst tú tá venda tær til við tí, sum liggur tær upp á hjarta? Ja, hugsa tær til, um tað nú var rætt, at tað ikki var nakar, sum vildi stilla upp til løgtingið. Hvør skuldi so stýrt og leitt
Merkið vann við tógvi stríð til ta viðurkenning, tað hevur í dag, men vitast má, at tey, ið fyri hesum stríddust, upplivdu ikki og fingu ikki viðurkenning fyri hesum hugsjónarliga stríði í teirra lívsdøgum [...] breyðføddu grannar okkara fyri sunnan í neyðstøðu teirra av kríggsávum. Tað var ikki bert ein hjálpandi hond, sum teir rættu av yvirflóðini her heima. Nei, sanniliga, her gekk sjón fyri søgn, sum Halgabók sigur [...] um hon so bert er eitt bikar av køldum vatni, skal ikki verða lønarleys. Um so grannar okkara fyri sunnan fyri langari tíð síðani hava gloymt lyfti, tí tað er menniskjaligt at gloyma, so hevur Hann, ið myndaði
stóran heiður av avrikinum ímóti superligufelagnum. Og teir vístu sunnudagin, at tað stendur væl til. Johan B. Hansen og Fredericia vitjaðu, og Randers Freja vann 1?0. Í toppstríðnum er Farum væl fyri. Teir [...] tykist vera punkterað. Hesa ferð taptu teir 4?0 í Herfølge. Gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen er komið fyri seg. Teir flyta ikki upp í ár, men um teir varðveita fólkið, so kunnu teir fara at gera um seg komandi
Havnarkórið til sínar oratoriiframførslur hevur havt tørv á alt-sangara, hevur tað verið sum ein sjálvfylgja at heita á Elsu Súsonnu - soleiðis eisini til framførsluna av Händels Messias fyri seinastu jól [...] kórið í ovurgleði fyri við hesum orðum. 2. Við strúkarafylgispæli heldur yndisliga sopransoloin fram við "Frøtt seg hevur andi mín í Gudi, frelsara mínum". Trídeilda taktin er eyðkend fyri Bach í slíkari [...] meðan floytu- og strúkaratrio varisliga leggja sítt til í hesum friðsæla miskunnarljóði. 7. Við fullsettum orkestri og av fullum alvi gevur kórið nú ljóð fyri bíbliuorðunum "Hann veldisverk hevur útint vid
fyrrverandi borgarstjóra fyri at hava ábyrgdina av, at fleiri týðandi skjøl í hesum byggimálinum eru horvin. Í grein í Dimmalætting 7. mei 2002 mælir Beate L. Samuelsen, býráðslimur, til at kanna, um hald er [...] púra greitt, at eg als onki kenni til, at nakað skjal er horvið í hesum máli, og at skuldsetingarnar tí eru burtur úr vón og viti. Við vón um at býráðið eftirlíkar umbøn míni um í stundini at seta eina kanning [...] Háttvirda býráð! Hervið verður heitt á býráðið um beinanvegin at seta eina kanning í verk til tess at fáa staðfest, hvørji týdningarmikil skjøl eru horvin, sum hava við byggingina av Tórsvølli at gera
stigini fyri at fasthalda vunnin rættindi og fyri at náa málinum: Somu rættindi og somu skyldir fyri tað fólk her býr. Lat okkum ? áðrenn vit enda ? senda eina solidariska brøðra- og systrakvøðu til alheims [...] verið størri á okkara klótu. Um øll kríggj og útreiðslur til hermenn og til vápnaídnaðin vórðu steðgaði í bert tríggjar vikur, so høvdu øll fólk ? fyri sparda peningin ? kunnað fingið tak yvir høvdið, mat [...] bil vóru lamin: Latið okkum fara til gongu. Vit, ið bert eru ein dropi í havinum. Latið okkum verða til reiðar at blíva tann dropin, ið fær bikarið at flóta yvir. Tøkk fyri, at tit í tolni lýddu á.
hava meg, so eg vænti ikki, at tey eru bangin fyri at missa meg, ella eru ótrygg við støðuna á nakran hátt, sigur hann. Til spurningin, um hann er bangin fyri at verða skuffaður, svarar hann nei. - Eg vænti [...] systir, sum øll búgva í Danmark. Fyri nøkrum vikum síðani, fekk mamma Rúna eitt bræv frá adoptiónskontórinum í Århus. Skrivstovan sendir regluliga kunnandi tilfar til familjurnar, sum hava ættleitt gjøgnum [...] aftrat. Tá brævið kom, var Rúni og vitjaði systrina, sum er undir lesnaði í Odense. Pápin kom til Odense á veg til Føroya at siga honum, hvat var hent. - Hann gekk soleiðis rundan um meg. Spurdi so, um eg
og nú er hon so farin til greivadømi Monaco við strondina í Miðjarðarhavinum. Við í ferðalagnum er venjari hennara, Katrin Johansen, sum óivað eisini eigur heiður uppibornan fyri tey góðu úrslitini hjá [...] og fyrr í ár varð hon eisini innstillað til at gerast heimsins besta ítróttarfólk við breki. Hon skal saman við fimm øðrum kappast um at fáa henda stóra heiður. Tá innstillingin varð almannakunngjørd varð [...] alt viðførið eftir í Føroyum, sigur Heidi Andreasen undan túrinum til Monaco. Tóra og Trina hjá smápartafelagnum Design hava boðið sær til at seyma kjólan, sum Heidi skal vera í, tá virðislønirnar verða
størstu, ið eru sæddar í Føroyum. Alt til heiðurs fyri ein piparsvein. Og hann er nevndur. Á stóru dósini. Og hann er kendur. Í hvussu er munnu tey, ið hava áhuga fyri fótbólti kunna gita og koma við einum [...] einum plettskoti. Pipardósin, ið tók sumbingar á bóli týsmorgunin er ein silo. Til hæddar er hon næstan sum eini eldri føroysk hús. Og tey eru nøkur í Sumba, so pipardósin fyllir væl í bygdarmyndini. Og tað [...] at piparsveinurin ger, so hann hevur uppiborið eina slíka. Tað er ikki ómakaleyst at fáa eina slíka til Sumbiar, men tann heiðurin vildu vinfólkini so ikki nokta piparsveininum. (Mynd: D. Olsen)
hevur sítt at síggja til, nú hann eftir dagar og nætur í Havn er farin heim, tá eingin fundur er á skránni. Tað er tó við einum nýggjum og týdningarmiklum heiti, at hann er farin heim til Oyrarbakka. Edmund [...] í politikki. Hann varð fyri fyrstu ferð valdur á ting í 1988. Í 1991 gjørdist hann formaður í Sambandsflokkinum eftir Paula Ellefsen. Í september mánað í 1994 varð hann valdur til løgmann. Eitt starv, ið [...] um, at hann fekk stuðul úr Sjálvstýrisflokkinum. Hann er tó glaður fyri henda stuðul. ?Eg haldi eisini, at tað var stórt og heiðurligt av Jóannesi Eidesgaard at skjóta meg upp sum formann, sigur Edmund