Háttvirda býráð!
Hervið verður heitt á býráðið um beinanvegin at seta eina kanning í verk til tess at fáa staðfest, hvørji týdningarmikil skjøl eru horvin, sum hava við byggingina av Tórsvølli at gera.
Á býráðsfundi 2. mei 2002 skuldsetti Heðin Mortensen, býráðslimur, undirritaða sum fyrrverandi borgarstjóra fyri at hava ábyrgdina av, at fleiri týðandi skjøl í hesum byggimálinum eru horvin.
Í grein í Dimmalætting 7. mei 2002 mælir Beate L. Samuelsen, býráðslimur, til at kanna, um hald er í hesum skuldsetingum.
Hesum taki eg fult undir við, tí eg sjálvandi hvørki kann ella vil hava slíkar skuldsetingar sitandi á mær.
Lat meg í hesum sambandi gera púra greitt, at eg als onki kenni til, at nakað skjal er horvið í hesum máli, og at skuldsetingarnar tí eru burtur úr vón og viti.
Við vón um at býráðið eftirlíkar umbøn míni um í stundini at seta eina kanning í verk av hesum viðurskiftum.
www.leivurhansen.com