Merkið vann við tógvi stríð til ta viðurkenning, tað hevur í dag, men vitast má, at tey, ið fyri hesum stríddust, upplivdu ikki og fingu ikki viðurkenning fyri hesum hugsjónarliga stríði í teirra lívsdøgum í sama mun, sum vit njóta ágóðan av í okkara tíð. Men tað er eins og vit merkja farran av, at tað var teimum nóg mikil løn at liva í viðurkenningini áðrenn hon gjørdist veruleiki.
Í hesum sambandi kann nevnast tíðin undir seinna veraldarbardaga, tá sjógarpar okkara breyðføddu grannar okkara fyri sunnan í neyðstøðu teirra av kríggsávum. Tað var ikki bert ein hjálpandi hond, sum teir rættu av yvirflóðini her heima. Nei, sanniliga, her gekk sjón fyri søgn, sum Halgabók sigur, teir góvu teimum ikki bert mat í munnin, ?men sítt egna lív við?, undir hesi lívshættisligu sigling, við merkinum á hekku, bógvi og stong, meðan vandin lúrdi eftir teimum bæði úr luftini og á sjógvi. So djúp spor setti hendan sigling eftir seg, at sjálvur Churchil lovaði, at hetta skuldi ikki verða teimum gloymt. Hvussu varð við hesum lyfti hansara er ilt at meta um nú, so mong ár aftaná, men eitt er ein sannroynd fyri tjóð okkara, okkum børnunum hjá teimum, ið hesi roysnisbrøgd útintu, at ?merkið? vann sær tað virðing, tað hevði uppiborið, tí teir, ið tað hevjaðu og kendust við, prógvaðu virði tess við egnum lívi, ja, líka til deyðan.
Besti og virðiligasti varðin, ið vit sum her standa saman við eftirkomarum okkara, kunnu reisa teimum er at kennast við tað, bæði í skapi og liti. Tí tað ber okkum boð um, at hvør góð gerð, um hon so bert er eitt bikar av køldum vatni, skal ikki verða lønarleys.
Um so grannar okkara fyri sunnan fyri langari tíð síðani hava gloymt lyfti, tí tað er menniskjaligt at gloyma, so hevur Hann, ið myndaði okkum og gav okkum so dirvismiklar fedrar, ikki gloymt, men prógva, at góðgerðir teirra bera signingar við sær í ótald ættarlið.
17. juni í 1944 yrkir Hans Andrias Djurhuus hendan avbera vakra sangin, mitt undir hesi avbjóðingartíð føroyinga:
Hava vit frælsi í huga og sál,
hartil ein virkandi vilja,
tá verður tendrað tað lýsandi bál,
sum alt í glæmu skal hylja.
Alt tað, sum áður var gátuført mál,
tá vit skilja.
Soleiðis mennist tann tjóðin, sum sær
og ikki søguna gloymir,
tíman, ið er, eins og tíman, ið var,
væl hon í huganum goymir,
meðan hon laðar upp verjandi garð,
stórt hon droymir.
Frælsi í huga er mátturin tann,
fedrar bóru í bringu,
tað var tann viti, sum niðuna vann,
so teir í ljósinum gingu.
Frælsi í huga er arvurin tann,
sum vit fingu.
Og hvør var so viðurkenningin?
Jú, hon er jú tann æruarvur, at vit sum fólk váða at ganga undir frælsi. Merkið ber okkum boð um frælsi á øllum økjum, bæði við tess skapi og litvali.
Hugsa vit fyrst um skapi á merkinum ? so boðar tað okkum frælsi sum jarðbúgvar, frælsi frá synd og øllum tí, sum hongur uppi í henni. Eitt frælsi, sum ikki er okkum í holdi borið, men sum er givið okkum av skapara og frelsara okkara. Frælsi yvir alt frælsi, sum krossmerki boðar, at ?Dómarin sjálvur tók dómin á Seg,? sum Líggjas á Váli so meistarliga hevur sungið inn í hjørtu føroyinga.
Hugsa vit síðani um litvali á merkinum ? er eingin ivi um, at Hans Andrias Djurhuus slær seymin á høvdið, tá hann so yndisliga yrkir um tey eyðkenni, sum tjóðarmerki okkara boðar:
Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um en nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart,
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.
Her eru óavmarkaðir møguleikar í at velja, tí litirnir fevna so víða í hugaheimi fólksins. Teir tala um alt tað, ið vunnið er higartil. Eitt reinlyndi hvítt so klárt, har hvør hjálpir øðrum og er viðkomandi øllum. Her kann nevnast tann blíðskapur, sum fremmandafólk, ið vitja oyggjarnar undrast á. Eisini talar hin reyði liturin um áræði og arbeiðshug bæði á sjógvi og á landi har sjógarpar og arbeiðandi fólkið heima ganga hond í hond og luta korini bæði í gleði og sorg, tá havið gevur og tekur, tá sjúka legst og ellisbrek taka ferðarhug og avrikslag.
Men hugaligast og ikki minst er vert at minnast hin bláa litin ? vónarliturin ? tá eyguni leita burtur av tí farandi og hugtunga og dvølja eina løtu við manndóm, ungdóm og børn, mergurin í samfelagnum, har eingin hugur er til at falla í fátt, men lívið so leikandi gevur enn størri áræði um avbjóðingarnar eru ræðandi. Hvør rík eru tit ikki í dag, børn, ung og tey í manndómi, líti at teim møguleikum, sum liggja fyri framman, latið ?mót við vanda vaksa? sum Victor Danielsen so væl smíðar saman og heldur fram: ?Her har mót hørðum má!?
Sum vit líta at tykkum, ?merginum? í fólki okkara, so minnist hesi eggjanarorð:
Latið onga avbjóðing, hvussu so krevjandi hon kann tykjast, taka tykkum av fótum. Hevur avbjóðingin við styrki og avriksverk at gera, so setið hart móti hørðum, men er hon elvd av medmenniskjum og hevur við hitt sinnisliga at gera, so latið okkum fara at sum Harri okkara, ið segði seg vera spakføran og eyðmjúkan av hjarta.
Lat okkum fara væl um hvønn annan!
Nú fer henda flaggdagsrøða at nærkast endanum og vil eg tí takka hjartaliga fyri álitið, sum tey, ið skipa fyri, vístu mær í hesum sambandi.
Tó skal at enda ljóða ein boðskapur um hjartatáttin, sum hvør einasti íbúgvi í hesum landið situr inni við í sambandi við merkið og tjóðina.
Hjartatátturin er og verður títt háttalag í samfelagnum. Onkur hevur sagt at ?tanker er toldfri?, men eru teir nú tað?
Tí tað tú hugsar, ert tú. Tað eru hugsanir tínar í tí loynda, sum sjónliga og alment sermerkja títt lív. Tú kanst ikki hugsa eitt og vera eitt annað.
Tískil er so umráðandi at Hann, ið eigur skapi merkisins, eigur teg og meg í huga og gerð. Tá vil tað vera sjálvfylgja at litir merkisins sermerkja hin einstaka, so tað verður ein sjálvfylgja at kennast við tjóðina og fylkjast undir merkinum.
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir av stað.
Takk fyri!