Ferð hevur sanniliga verið á svimjingini hjá 16 ára gomlu Heidi Andreasen av Eiði. Hon hevur vunnið fleiri heiðursmerki á paraolympisku leikunum og í HM-kappingum kring heimin, og fyrr í ár varð hon eisini innstillað til at gerast heimsins besta ítróttarfólk við breki. Hon skal saman við fimm øðrum kappast um at fáa henda stóra heiður.
Tá innstillingin varð almannakunngjørd varð nógv gjørt burturúr hesum, og nú er hon so farin til greivadømi Monaco við strondina í Miðjarðarhavinum. Við í ferðalagnum er venjari hennara, Katrin Johansen, sum óivað eisini eigur heiður uppibornan fyri tey góðu úrslitini hjá Heidi Andreasen.
Heidi sigur, at hon er fegin um at vera við í hesum stóra tiltakinum, har nógv heimskend fólk luttaka. At vinna atkvøðugreiðsluna liggur avgjørt ikki fremst í huganum, men hetta er ein uppliving, sum hon fer at minnast alt lívið.
Hevur marruna
? Eg eri ótrúliga spent um henda túrin. Eg havi havt marruna fleiri ferðir, tá eg í dreymi havi gloymt alt viðførið eftir í Føroyum, sigur Heidi Andreasen undan túrinum til Monaco.
Tóra og Trina hjá smápartafelagnum Design hava boðið sær til at seyma kjólan, sum Heidi skal vera í, tá virðislønirnar verða handaðar. Hetta er ein vakur veitslukjóli við perlum, sum tað sømir seg í einum fínum selskabi.
Fríggjadagin fóru tær báðar til Keypmannahavn, og sunnudagin verður flogið víðari til Nice, sum er nærhendis Monaco.
Virðislønirnar verða ikki handaðar fyrr enn týskvøldið, tá stórt gallakvøld er á skránni. Mánadagin eru fleiri ymisk tiltøk at fara til. Eitt nú er ein golfkapping, har kend fólk luttaka, og fleiri tíðindafundir eru á skránni, har tíðindafólk fáa møguleikan at seta teimum kendu spurningar.
Týskvøldið klokkan hálvgum átta føroyska tíð fer høvuðstiltakið av bakkastokki. Tey innstillaðu møta tveir tímar frammanundan, og myndafólk og tíðindafólk fáa høvi at vera til staðar, tá tey stíga úr Limousine-bilum í vøkrum kjólum og klædningum.
At Heidi veruliga blandar seg við teimum kendu sæst á luttakaralistanum. Micheal Schumacher, sum er ein tann best lønti ítróttarmaðurin í heiminum, er innstillaður til ársins ítróttarfólk. Aðrar ítróttarstjørnur í Monaco eru Micheal Jordan, heimsins besti kurvabóltsleikari, Steven Gerrard, fótbóltsleikari á enska landsliðnum, Ian Thorpe, svimjari úr Australia, Tiger Woods, golfleikari úr USA, Inge de Bruijm, svimjari úr Hollandi og Venus Williams, tennisleikari úr USA. Umframt ítróttarstjørnur eru fleiri sjónleikarar og modell eisini innboðin. Nevnast kunnu Sylvester Stallone og Naomi Campbell.
Hetta er tað, sum Heidi gleðir seg mest til. At møta teimum kendu í veruliga lívinum. Hetta verður ógvuliga spennandi, tí Heidi er í hesum førinum ikki áskoðari men luttakari.