kvinnur og 4 menn. Runavík: 34 kvinur og 13 menn. Klaksvík: 68 kvinnur og 32 menn. Gøta: 20 kvinnur og 0 menn. Kollafjørður: 18 kvinnur og 5 menn. Sørvágur: 21 kvinnur og 5 menn. Miðvágur: 25 kvinnur og 6 menn [...] Tað er í flestu bygdum, at fleiri fólk nú aftur eru í vinnu. Hetta stendur at lesa í nýggjastu Hagtíðindum, og tølini eru uppgjørd, eftir at triði ársfjórðingur var úti. Men tølini yvir arbeiðsleys hava [...] hava nakrar slagsíður, og ein av teimum er, at nú eru meira enn tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn arbeiðsleysar. Tað er ikki nýtt, at arbeiðsleysu kvinnurnar eru í meirluta. 1. november í fjør stóðu
horvnu spreingihøvdunum er Dr. Julia Kelly og Tom Devoe, obertur. Hon kennir allar tær røttu kanalirnar, men í eini spentari støðu er tað nú gott, at hann skilir at arbeiða eftir instinktinum. Sporið leiðir [...] tey via Wien, har tey næstan verða likviderað av russisku mafiuni, til ein anonyman lastbil eitt stað í Kaukasus. Her verða tey noydd at handla í stríð við allar reglar fyri at steðga teirri lívshættisligu [...] trygdarskipanirnar í verk og ikki minst kjarnorkusmuglarabólkurin undir teimum Hvítu Húsunum. Tað er jú bert ein av bumbunum, sum er sprongd. Spurningurin er, hvar hinar níggju eru, og hvagar tær eru á veg
NORDBO, og nevndarlimirnir eru rithøvundar og bókasavnsfólk. Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen, og varamaður er Martin Næs, sum luttók á fundinum hesu ferð. Birgir Kruse visti ikki, at hann skuldi [...] ta, sum fer fram í norðurlendska bókmentaheiminum beint nú. - Birgir Kruse hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði við at seta saman fagrar bókmentir við drama ella við filmin. Nevndar eiga at verða sendingar [...] Síðan hevur hann javnan verið at hoyrt í útvarpinum, einamest við tónleikasendingum, men seinastu árini hevur hann eisini havt mentanarsendingar um annað eisini. Og tað fær hann nú eitt norðurlendskt
stórum álvara, og hansara innsatsur í HB hevur ikki ligið eftir. Men tankin um at binda seg í sáttmála tiltalar ikki hann. Tað er eitt gott hugskot at slíta 1. lið frá felagnum, og tað man vera sera spennandi [...] næsta ár, men eg ætli mær at gera tað á sama hátt, sum eg havi gjørt tað øll árini, eg havi spælt, og tí fari eg ikki at gera sáttmála við HB, sigur Kaj Leo Johannesen. Gott hugskot, men... Kaj Leo Johannesen [...] arbeiði at hugsa um? Nei, tað er ikki trupulleikin. Eg havi altíð kunna passa fótbóltin og arbeiði saman, og tá tú arbeiðir saman við fólki, sum skilja tína støðu, er tað eingin trupulleiki. Og skuldi
sum hava áhuga og alsk fyri at læra føroyskt bæði bókmentaliga og málfrøðiliga, eiga at verða eggjaði til tað. Tað tykist sum, at føroyska Málnevndin hevur verið afturhaldandi í hesum at reka ein demokratiskan [...] aftur á hondina, er ikki nóg mikið at onkur bert av tilvild roynir at røkja og handfara málið væl. Øll eiga málið, og tí mega øll verja og røkja um tað, eins og tú røkir og hevur umsorgan fyri tær sjálvum [...] lofti, at føroyskt mál er viðbrekið og kompliserað, at tað hevur ikki ein og hvør skil fyri. Hetta er ikki nakni veruleikin, men minnir ikki sørt um skálkaskjól, sum tey gomlu nýttu til tess at ræða børn
Hvør fríløtan fer við hesum arbeiði, og hann hevur úr at gera at ansa eftir, at grannar og børn ikki fara avstað við nøkrum, hóast ætlanin bert er at koyra alt í komfýrin. Skramblið og arbeiðið við tí [...] Har kann hann so kenna seg sterkan og frískan í mun til tey, sum liggja á songini: »Her, millum slangur og sondur og høkjur og bind og lýsandi og tikkandi hjarta- og heilamálarar, livnaði Thomas Johan [...] aldarfatanini, at tað einaferð á fold hevur verið ein gulløld, og síðani hevur tað gingið aftur á hond, og nú liva vit í eini jarnøld. »Deldavatn« er kortini ikki svartskygd, tað er bara so, at barnaárini
Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni. Bæði Neistin og StÍF vunnu teprar sigrar á Stjørnuni í Klaksvík, og nú sleppur Kyndil so at royna seg. Neistin fer til Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur ímóti, og enn [...] enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli. Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið, tá StÍF og GÍ fara at spæla i høllini á Skála. [...] teimum, og tað verður ein sera trupul uppgáva, sigur Jákup Símun Simonsen hjá H71. Men hoyvíkingar eiga at hava sjálvsálitið í lagi, tí teir hava júst verið í Vestmanna og vunnið á VÍF. H71 og VÍF hava
Skorðum í Froðba, og hann og Johild fingu fimm børn, fýra døtur og ein son. Sjálvur kom eg at kenna Bjarna í 1970, og gjørdist hann seinni verfaðir mín og abbi at okkara børnum. Tá ein situr og hugleiðir um [...] um lívið hjá einum menniskja, so vil tað eyðvita verða so, at tað eru ávís viðurskiftu, sum tú serliga hevur hug at draga fram. Tú endar aloftast við nøkrum lýsingarorðum ella yvirskriftum, sum umrøða h [...] um onnur at síggja tað ofta komiska, sum hóast alt hendir í okkara gráa gerandisdegi. Ja, enntá nú, tað stundaði ímóti endanum so hevði hann ikki mist hesi einastandandi evnini til at síggja tað stuttliga
í Havn. Slík dómaraskeið verða fyriskipað á hvørjum ári fyri at halda vitanina hjá dómarunum við líka og at læra upp nýggjar dómarar. Judosambandið hevur eina skipan við A, B og C dómarum. Í løtuni eru [...] B-dómarar og 5 C-dómarar. Ein nýlærdur dómari gerst C-dómari, meðan ein skal hava fleiri royndir fyri at gerast B-dómari. A-dómarar verða bert útnevndir tá Judosambandið hevur útlendskan dómara at leiða skeiðið [...] skeiðið, og tá verða A-dómara útnevndir av útlendska dómaranum saman við dómaradeildini hjá JSF. Tað er ein treyt hjá øllum dómarum, at teir skulu luttaka á dómaraskeiði í minsta lagi annað hvørt ár, fyri
sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningin verður fjølbroytt, alt frá innast til uttast, klæði til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somuleiðis [...] Somuleiðis luttaka blómu-, gávu- og prýðishandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva við at fara á sýning. Luttakandi handlar eru: Vogue, Benetton, Wrangler, Pf. 29, Kallkyn, Skálabúðin, Mótaskálin, S [...] Salong Ása og Salong Tóta. Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar. Hvør handil letur eina gávu ella gávukort, sum verður lutað burtur undir sjálvari sýningini. Atgongumerkið kostar 50 kr. og fæst í flestu