áhugaður at sita uttan ávirkan, men hvat tað merkir í praksis er púra óvist enn. Anita hevur sagt við miðlarnar í kvøld, at hon vil vera borgarstjóri. Javnaðarflokkurin er sum skilst eisini áhugaður at peika á [...] Tvøroyri er ómetaliga spent í kvøld. Bjarni Hammer var í telefonini við in.fo fyri løtu síðani og sum skilst verður samráðst tvørtur um allar listar júst nú. Givið er, at eingin av listunum er áhugaður [...] á Anitu, um tað er tað sum krevst, men spurningurin er, um tað er nóg mikið ella um samgonga verður skipað uttan um Javnaðarflokkin. Spurningurin er eisini, um Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, sum báðir
góð til at varpa ljós á mannarættindi, ST aðalmál og CSR – her haldi eg, at Føroyar kunnu fáa gagn av at kenna til okkara góðu royndir við hesum, sigur hon. Fólkatingskvinnan heldur eisini, at nógvu f [...] hjá hvørjum øðrum. Hon leggur dent á líkheitir millum londini, og tekur ferðavinnuna sum dømi. Londini bæði eiga at stuðla hvørjum øðrum fyri at menna seg innan ymisk øki, sigur hon við in.fo. - Tað skuldi [...] uppmerksemi. Grønlendski fólkatingslimurin heldur, sum nú er ikki, at føroyingar og grønlendingar vita nóg mikið um hvønn annan. - Eg upplivi, at vit vita ov lítið um hvønn annan, sigur Aaja Chemnitz Larsen
fingið, so er 38 ára gamli miðvallarin framvegis í góðum formi. - Eg kann ikki siga annað, enn at hetta var ein dreymadystur at byrja aftur við. Orkan hjá mær er til at halda ein heilan dyst. Tað er eingin [...] hann heldur – hóast vónbrot eina løtu – at tað illa ber til at vera ónøgdur við tað eina stigið. - Akkurát tá ið dysturin er liðugur, eri eg skuffaður av ikki at hava fingið trý stig. Vit skapa nógvar kjansir [...] stig ímóti Ungarn, sum er eitt gott lið, so man kann ikki vera heilt skuffaður. Eg eri glaður fyri at vit spældu so væl og kláraðu at fáa javnleik, sigur Fróði, sum leggur afturat, at avrikið í kvøld hevur
áheitan um at fáa skipað viðurskifti á vínarbýarøkinum. - Hóast long tíð er liðin, kunnu vit í dag bara staðfesta, at tey í Selfossi vístu ongan áhuga ? hvørki við at møta umboðum okkara ella at skriva undir [...] Talan er haraftrat um ein fiskivinnubý, sum hevur 1.800 íbúgvar. Arbeiða víðari Hetta málið um vinarbýarsamband hevur verið til umrøðu í umsitingini í býráðnum, og líka er til, at áhugi er fyri at fara [...] nú arbeitt við at finna fram til annan íslendskan vinarbý, har eitt veruligt samstarv kann fáast í lag. Hóast arbeitt verður við at útvega annan vinarbýr, ynskir kommunan kortini ikki at leypa frá avtaluni
ynskja, er at byggja arbeiðið upp innanifrá. Í teimum yngru deildunum eru tað ikki úrslitini sum hava mest at siga. Tað týdningarmesta er, at børnini og tey ungu tívast, at tey eru við, og ikki minst at tey [...] fólk her á staðnum, at tey eru stak villig at hjálpa til við ymiskum og at stuðla arbeiðinum. Trívast, eru við og hava tað stuttligt Felagið NSÍ fevnir um tríggjar ítróttargreinar. Tað er fótbóltur, hondbóltur [...] seg upp hjá okkum. Hetta er tó ein positivur trupulleiki. Tað er, at vøllurin verður meir enn 100% nýttur. Tað gongur sum nú er, men eg veit ikki hvussu tað verður í framtíðini. Felagið skal vera sjónligt
á skránni. Týsdagur er frásøgudagur, tá kemur antin ein úti frá at siga frá einum og hvørjum ella ein av brúkarunum sigur frá. Mikudag er skipað undirvísing í matgerð. Hósdagur er fimleikur á skránni um [...] lisið upp. Skeið hevur verið í at karða og í hesum mánaðinum er skeið í tøving. Limaskapur krevst ikki til at møta upp í Tilhaldinum. Øll eru vælkomin og einum nýtist ikki at taka av tilboðunum, sum verða [...] hjá Móðir Teresu. - At vera við til at stuðla hjálpararbeiðinum í India hava tey sjálv tikið stig til. Vit fáa eisini sendandi klæði og teppi frá kvinnum aðra staðni í Føroyum og tað er eitt ótrúliga stórt
suð í búkin. Tað er stórt og gleðiligt, kanska ræðandi á ein hátt, tí hetta er stór og serstøk avbjóðing. Tí er tað við virðingarótta, at eg fari undir hesa heiðurligu avbjóðing, ið er ein gáva og ein uppgáva [...] í samrøðu í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum. Um at prædika á ólavsøku sigur hon millum annað: – Eg havi ikki ætlanir um at traðka nakran á tærnar, ella at koma við einum peikifingri. Eg vil prædika inn [...] Sosialinum, ið er á handilshillunum í hesum døgum. – Eg vil koma við gleðiligum, fevnandi, boðskapi, og við Guðs hjálp fari eg at gera mítt besta, sigur Marjun, ið roynur at leggja seg eftir at fáa sálmar
hann um, at tað er neyðugt at hava trý sjúkrahús í Føroyum, hóast Einar Krag ikki heldur tað verða nakra lætta uppgávu, hjá so lítlum landi sum okkara. -Tað er kortini umráðandi at leggja dent á, at Heilsustýrið [...] deildarleiðari. Ørindini vóru at vitja sjúkrahúsini í Føroyum og m.a. eisini at tosa við landslæknan um ymisk viðurskifti í sambandi við at føroyska heilsuverkið hevur fingið loyvi at nýta P-talið, og um veitingar [...] i. Tí er tað umráðandi sambært áltinum at tillaga tey smáu sjúkrahúsini, og geva teimum møguleika at virka saman við teimum stóru. Samstarv millum sjúkrahúsini - Í Danmark tosa vit eisini um at varðveita
Nógv at týða Oddfríður segði eftir at hava fingið heiðurslønina, at ein slík heiðursløn sjálvsagt hevur nógv at týða fyri hann sum yrkjara. - Virðislønin hevur nógv at týða fyri meg. Hetta merkir, at onkur [...] skrivað, og dámar hana. Hon verður av tí sama eisini lisin og keypt, sigur Oddfríður. Oddfríður segði eisini, at tað er týdningarmikið at fáa viðurkenning, tí tað er ein fín kenning, um hon bara ikki setur í [...] yrkingarsøvn, og hetta er tað fjórða, hann letur úr hondum. Hetta er fyrstu ferð, at honum verður latin heiðursløn fyri stríðið. Hann hevur heldur ikki hugsað sær at steðga nú, men ætlar sær at halda fram á somu
kommununi er tann, at tað er trupult hjá starvsfólkum á barnagørðum at greiða sína frítíð, er hon ikki nóg góð. Tað er trupult hjá øllum arbeiðsplássum at avgreiða frítíð, sigur Gitte W. Fjallsbak at enda. [...] heldur, at tað líkist ongum, at børnunum verður boðið ansingarpláss á einum fremmandum stovni tær vikurnar, dagstovnurin hjá teimum er stongdur í summarfrítíðini. - Dagstovnarnir áttu heldur at funnið eina [...] hennara arbeiðsplássi er tað soleiðis, at flest øll vilja hava frí hesar vikurnar, barnagarðarnir steingja: - Í ár eri eg heppin og havi fingið frí, men tað er ikki víst, at eg fái tað hvørt ár. Tí øll kunnu