- Vit vóru betri enn teir

Tað sigur afturvenda landsliðshetjan, Fróði Benjaminsen, eftir javnleikin ímóti Ungarn í kvøld.

Afturvenda landsliðshetjan, Fróði Benjaminsen, stríddist eins og altíð mannliga á miðvøllinum í frálíka úrslitinum ímóti Ungarn í kvøld, og hann heldur – hóast vónbrot eina løtu – at tað illa ber til at vera ónøgdur við tað eina stigið.


- Akkurát tá ið dysturin er liðugur, eri eg skuffaður av ikki at hava fingið trý stig. Vit skapa nógvar kjansir og eru faktiskt betri enn teir, men hinvegin, so fáa vit eitt stig ímóti Ungarn, sum er eitt gott lið, so man kann ikki vera heilt skuffaður. Eg eri glaður fyri at vit spældu so væl og kláraðu at fáa javnleik, sigur Fróði, sum leggur afturat, at avrikið í kvøld hevur moralskan týdning.


- Vit hava víst beinanvegin, at tað ber til at fáa stig. Vit fara at byggja víðari upp á hetta, og so vóna vit at tað verður til nógv fleiri stig, sigur hann.


Hóast hann upprunaliga hevði takkað fyri seg á landsliðnum og við byrjanina av kappingarárinum ikki hevur fingið eins nógva spælitíð í HB, sum hann áður hevur fingið, so er 38 ára gamli miðvallarin framvegis í góðum formi.


- Eg kann ikki siga annað, enn at hetta var ein dreymadystur at byrja aftur við. Orkan hjá mær er til at halda ein heilan dyst. Tað er eingin trupulleiki. Hon er tann sama, sum hon hevur verið síðstu árini, sigur Fróði Benjaminsen.