Í nýggja fíggjarlógaruppskotinum, sum danska stjórnin legði fram í farnu viku, eru 15 milliónir settar av til tiltøk til frama fyri Føroyar og Grønland í tíðarskeiðnum 2019 - 2022. Pengarnir skulu brúkast til mentanarlig tiltøk og til at styrkja kunnleikan um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum.
Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur fyri IA, gleðist um, at danska stjórnin nú raðfestir upplýsing um ríkisfelagsskapin. Orðaskiftið um manglandi vitanina hjá dønum um Føroyar og Grønland hevur leingi verið heitt, men innanhýsis vitanin millum føroyingar og grønlendingar hevur ikki fingið líka nógv uppmerksemi.
Grønlendski fólkatingslimurin heldur, sum nú er ikki, at føroyingar og grønlendingar vita nóg mikið um hvønn annan.
- Eg upplivi, at vit vita ov lítið um hvønn annan, sigur Aaja Chemnitz Larsen og tekur seg sjálva sum dømi.
- Eg havi sjálv skrivsstovu á Christiansborg saman við teimum báðu føroysku fólkatinglimunum, og bara tey seinastu árini eri eg blivin nógv klókari um føroysk viðurskifti, sigur hon.
Ikki bara vøkur náttúra og sosialar avbjóðingar
IA fólkatingskvinnan eftirlýsir eina størri vitan um tað modernaða Grønland og ikki bara um ta flottu náttúruna og sosialu avbjóðingarnar, sum landið so ofta verður sett í samband við.
- Myndin av Grønlandi verður ofta eitt sindur mýtisk. Antin er tað tann flotta náttúran ella tær sosialu avbjóðingarnar, vit hava, sum mynda samfelagið í eygunum hjá øðrum, sigur hon og vísir á modernaða Grønland.
- Vit hava so nógv annað at bjóða uppá í Grønlandi. Serliga haldi eg, at har manglar vitan um tað modernaða Grønland, har vit t.d. hava fleiri áhugaverd mentanartilboð í Grønlandi. Politiskt hava vit jú Vestnordisk Råd og á útbúgvingarøkinum hava vit Westnordic Studies og U-Arctic.
Brúka royndirnar hjá hvørjum øðrum
Aaja Chemnitz Larsen meinar, at Grønland og Føroyar áttu at brúkt royndirnar hjá hvørjum øðrum og vísir á munir innan útbúgvingarstøði og fokus á mannarættindi.
- Eg haldi, vit øll kunnu fáa gagn av at brúka royndirnar hjá hvørjum øðrum og koma nærri hvørjum øðrum. M.a. er útbúgvingarstøðið í Føroyum høgt, men vit eru á røttu leið í Grønlandi, hóast vit enn stríðast fyri at fáa fleiri av okkara ungu at taka eina útbúgving. Hinvegin eru vit í Grønlandi góð til at varpa ljós á mannarættindi, ST aðalmál og CSR – her haldi eg, at Føroyar kunnu fáa gagn av at kenna til okkara góðu royndir við hesum, sigur hon.
Fólkatingskvinnan heldur eisini, at nógvu føroyingarnir í Grønlandi vildu fingið betri umstøður har, um báðir partar vistu meira um mentanina hjá hvørjum øðrum.
Hon leggur dent á líkheitir millum londini, og tekur ferðavinnuna sum dømi. Londini bæði eiga at stuðla hvørjum øðrum fyri at menna seg innan ymisk øki, sigur hon við in.fo.
- Tað skuldi verðið arbeitt fyri at styrkt um vitanina um hvønn annan út frá einum sunnum forvitni. Eg meini, mann eigur at raðfesta mál, har vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum til menning, sum m.a. við loysnum í ferðavinnuni, vinnulívinum og útbúgvingarøkinum og ST aðalmálunum, sigur Aaja Chemnitz Larsen.