- Vánalig loysn

 Tað er avgjørt ikki besta loysnin at bjóða børnunum ansingarpláss á einum fremmandum stovni við fleiri fremmandum starvsfólkum og børnum, sigur Gitte W. Fjallsbak, foreldur at tveimum børnum, sum ganga á kommunalum barnagarði.

Gitte W. Fjallsbak heldur, at tað líkist ongum, at børnunum verður boðið ansingarpláss á einum fremmandum stovni tær vikurnar, dagstovnurin hjá teimum er stongdur í summarfrítíðini.
 
- Dagstovnarnir áttu heldur at funnið eina loysn, so teir kundu havt opið alt árið. - Eg havi havt eitt barn í barnagarðinum á Konmansmýri, ið tá hevði opið alt árið uttan trupulleikar. Eg legði als ikki til merkis, at dygdin á ansingini var minni av hesi orsøk.
 
- Vit foreldur vilja sjálvandi hava summarfrí saman við børnum okkara. Men við tað at flestu dagstovnarnir steingja somu tíð á árinum, er tað ein trupulleiki, tí øll foreldur í landinum kunnu ikki hava frí samstundis. Nøkur foreldur taka tó av tilboðnum frá Tórshavnar Kommunu, men fleiri velja heldur at býta frítíðina hjá foreldrunum sundur, so mamman er heima helvtina og pápin hina helvtina av tíðini. Men so hava vit øll jú ikki frí í senn, sigur Gitte W. Fjallsbak og leggur afturat, at á hennara arbeiðsplássi er tað soleiðis, at flest øll vilja hava frí hesar vikurnar, barnagarðarnir steingja:


- Í ár eri eg heppin og havi fingið frí, men tað er ikki víst, at eg fái tað hvørt ár. Tí øll  kunnu sjálvandi ikki hava frí samstundis. Um grundgevingin hjá kommununi er tann, at tað er trupult hjá starvsfólkum á barnagørðum at greiða sína frítíð, er hon ikki nóg góð. Tað er trupult hjá øllum arbeiðsplássum at avgreiða frítíð, sigur Gitte W. Fjallsbak at enda.