venda sær inn í málið eftir bóltunum. Vilji og undirhald Fremsta staðfestingin eftir dystin er sjálvsagt, at Kyndil nú aftur er oddaliðið í deildini, tó at munurin niður til næstu liðini enn er sera lítil [...] dystum til egnan fyrimun. Eitt sindur paradoksalt er tað so kanska, at einasti ferð greiður munur hevur verið í dystunum hjá Kyndli, var í dystinum móti botnliðinum, H71 herfyri. Sjey mál vóru á muni ta ferðina [...] fyrimunin. Hinar dystirnar hevur Kyndil mest sum allar vunnið sera tepurt, og tí er støðan í løtuni tann, at Kyndil er oddalið í deildini við einum málmuni upp á pluss eitt! Noktaðu at gevast Sunnudagin var
meistarunum Tað er lítið yvir at dylja, at sigurin á KÍF leygardagin var sera týdningarmikil hjá Kyndli. Liðið hevur havt starttrupulleikar í byrjanini av endaspælinum, avrikið í hálvfinaluni móti vestmenningum [...] leygardagin síni fyrstu stig í endaspælinum, tá ið teir vunnu á kollfirðingum í høllini á Hálsi. Men tað var ikki nakar lættur sigur hjá kyndlamonnum, og tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at dysturin [...] stuðlaðir av sínum trúfastu áskoðarum stríddust teir í KÍF manniliga fyri at fáa fatur á havnarliðnum aftur, og við einari góðari periodu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, eydnaðist tað eisini KÍF at koma upp
Kyndil. Neistin er eftir tapið í gjár á triðja plássinum – javnir í stigum við H71. Stóru nøvnini í hópinum tykjast framvegis ikki at samspæla. Komandi vikuskiftið vitja hoyvíkingar í høllini á Hálsi, [...] helt teimum bláu inni í dystinum. Neistamenninir sluppu ofta ígjøgnum í báðum borðunum, men misnýttu oftast móti málverjunum. Ungi Janus Jacobsen loysti av Lars Black einu løtuna í seinna hálvleiki. Hann [...] eru seks stig upp til annað plássið. Tað er lítið hugsandi, at grønu havnarmenninir ikki missa fleiri stig í hesum kappingarárinum. Men teir tykjast at trívast í leiklutinum, sum tekur stig frá oddaliðunum
Kyndil vann stórsigur á StÍF í høllini á Hálsi í dag. Strandingar tóktust hava eyguni eftir seinnu hálvfinaluni í steypakappingini í Vestmanna hóskvøldið. Kyndil vann 27-17. Kyndil var á odda allan dystin [...] meðan StÍF hóskvøldið skal spæla seinnu hálvfinaluna móti VÍF. Í Hoyvík vann H71 heldur óvæntað á KÍF, sum smurdi hoyvíkingar av í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Úrslitið gjørdist 27-25. Atlantic [...] góð yvir allar spælararnar í grønum. «Hetta var ein fantastiskur sigur. Allar okkara spælarar yvirhildu tær avtalur, sum vit gjørdu áðrenn, sigur ein fegin Finnur Hansson, sum er spælandi venjari hjá Kyndil
liðið í endaspælinum, og úrslitini hjá teimum hava eisini í ávísan mun talað fyri hesum. Seinasta uppgávan hjá liðnum var grannauppgerðin móti Neistanum, og tó at vónin um gullmerkini langt síðani er farin [...] fóru teir so eftir silvurmerkjunum. Og tó at silvurið er flott, sæð í mun til, hvussu liðið lá í grundspælinum, so skerst ikki burtur, at Kyndil í dag man hugsa um, hví so nógv varð mist tá. Flotta endaspælið [...] fúkandi inn í meskarnar. Við níggju mál stórari leiðslu í hálvleikinum, kundu teir grønu helst taka sær meira av løttum seinna umfarið, og heldur nýta orkuna til at fylgja við, hvussu gekst í Vestmanna.
Kollfirðingar kundu annars við einum sigri taka eitt risa-fet móti FM-finaluni, men í dag vildi Kyndil tað øðrvísi. Talan var um ein sera intensan dyst, har Kyndil fyri tað nógva var á odda, men har munurin [...] megnaðu ikki meira enn tað sama, áðrenn Kyndil aftur togaði seg fram móti sigrinum. Bestu málskjúttar hjá Kyndli vóru Josef Abrahamsen og Høgni Klein, sum skutu fimm mál hvør. Fyri KÍF skeyt Gert Hansen
tað nógv roynt í sjálvsøkni móti málinum, og tá hetta heldur ikki letur seg gera, fer tað av álvara at blíva tungt. Í so máta má næstan sigast, at størsta styrkin hjá VÍF seinnu árini í ár hevur víst seg [...] Hetta hevur bara ikki gingið í ár. Enn eru leikarar, sum royna at taka ábyrgdina á seg, tá mest stendur á, men munurin millum at »royna« og at »megna« er stórur. Móti StÍF mitt í vikuni mundi stóri syndarin [...] fullkomuliga hoyknaðu undan trýstinum, sum nú er komið á liðið. Trýst í eina løtu Trýsti var annars nóg mikið av til báðar partar, tá dysturin byrjaði. Úrslitini í fyrru hálvfinalunum hava lagað tað so, at
Dahl Olesen, men hinvegin er talan í flestu førum um ungar leikarar, sum búnast ár eftir ár, og bæði í ár og í fjørð hava teir eisini víst, at teir kunnu bíta frá sær. Dysturin í tølum H71-Kyndil 29-33 (13-13) [...] alla tíðina sagt, at málið fyrst og fremst er at byggja sær eitt nýtt lið upp nú í ár, og tað arbeiðið tykist eisini vera komið nakað ávegis. Enn er talan kanska í ov lítlan mun um veruligar profilar á liðnum [...] at hetta eisini líkist støðuni, nú grundspælið er liðugt. Mótstøðuliðið hesaferð var H71, sum annars er einasta liðið, sum hevur knógvað teimum grønu í ár, og eina góða løtu var eisini líkt til, at teir
Tað var sum í gomlum døgum, tá ið VÍF og Kyndil brustu saman í FM-finalu í høllini í Vestmanna sunnudagin. Høllin var full av spentum áskoðarum, og tá ið talan er um júst hesi bæði lið, er altíð ein heilt [...] vit hava sæð tað áður. Tað er jú fleiri ferðir seinasta árið komið fyri, at teir grønu úr Havn í dystum móti VÍF ikki hava skorað í upp til 20 minuttir. Við greiða sigrinum í Vestmanna hevur Kyndil ivaleyst [...] serligur spenningur. Hetta eru jú teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti, og tað var eisini hóskandi, at tað vóru júst VÍF og Kyndil, ið komu at hittast í fyrstu FM-finaluni eftir nýggja kappingarleistinum
Klein og Josef Abrahamsen nú eru farnir aftur til Danmarkar, er Kyndil flúgvandi. Tað máttu kollfirðingar ásanna, tá teir í dag tóku móti grøna herinum. KÍF fekk sjáldan eitt bein til jørðina í dystinum, og