Hondbóltur
Tað man vera langt síðani, at Kyndil seinast hevur vunnið somikið sannførandi í Vestmanna, sum teir gjørdu tað sunnudagin. Sjey mál tala helst fyri seg í so máta, men tað skal so eisini leggjast afturat, at nakrir partar av annars stinna VÍF-liðnum fullkomuliga hoyknaðu undan trýstinum, sum nú er komið á liðið.
Trýst í eina løtu
Trýsti var annars nóg mikið av til báðar partar, tá dysturin byrjaði.
Úrslitini í fyrru hálvfinalunum hava lagað tað so, at bæði Kyndil og VÍF hava tung tøk at taka, um tey skulu verða partur av nakrari finalu. Nakað sum ivaleyst ger kravið um gott úrslit í landskappingini enn størri.
Men fyrstu longu løtuni bendi alt á, at tað bara var VÍF, sum megnaði at liva upp til hetta kravið. Eftir eina byrjan, har partarnir líka sum kendu hvønn annan á tonnunum, settu teir gulu av álvara eld undir ketlarnar, og eina langa løtu varð leikluturin hjá Kyndli bara tann hjá statistum, har teir ? uttan at hava nakra ávirkan á útfallið - kundu hyggja at eini lítlari hondbóltsframsýning hjá VÍF.
Ferðin á spælinum hjá heimaliðnum var hesa løtuna á einum støði, sum sjáldan er sætt hetta seinasta árið í øllum førum. Skjúttarnir hóttu og vengurnir tambaðu grønu verjuna, og aloftast var Johan Danielsen fullkomuliga seldur, tá skotini fuku um oyruni á honum. Eyðkendu rópini hjá heimaáskoðarunum rungaðu í høllini, meðan tað tóktist valda fullkomin tøgn á veinginum, har Kyndils-áskoðararnir sótu.
Men stóra løtan hjá VÍF var nú ikki so drúgv, tí so líðandi fekk Kyndil fatur á rætta endanum. Fyrst og fremst fingu teir verjupartin at rigga nakað væl betri, soleiðis at vestmenningar ikki høvdu eins lætt við at opna verjuna, og tá VÍF samstundis misti nakað av ferðini, sum teir høvdu havt eina løtu, byrjaði dysturin so spakuliga at koppa hin vegin aftur.
Enn tóktist tað tó, sum um Dejan Lacok í VÍF-málinum skuldi gerast ein sera drúgvur seinasti skansi, og meira enn tað einu ferðina forðaði hann Kyndli í at taka seg alt ov skjótt upp móti Vestmenningunum.
Men hóast hesa stokkutu bjargingarlínu, so skarst tað í steðginum ikki burtur, at tað í løtuni var Kyndil, sum hevði betra takið. Ikki minst var stórur munur á verjuspælinum hjá liðunum báðum, har VÍF-verjan til tíðir stóð víðopin. Somikið opin, at Kyndil sjálvt í undirtalsstøðu kundi toga seg seinasta pettið upp á javnleikinum fyri steðgin, og eftir steðgin var ikki so nógv, sum bendi á, at tað skuldi eydnast heimaliðnum at mana grønu hóttanina niður í jørðina aftur.
Styrkin er nú veikleikin
Eina løtu megnaði VÍF tó at fylgja við, men eftir fyrra helmingin av seinna hálvleiki, tóktist alt vera mest sum liðugt fyri teirra viðkomandi. Tá vóru teir komnir afturút við nøkrum málum, og andlitsbráðini á bæði leikarum og áskoðarum mundu siga tað mesta um tað, sum var at siga um dystin fyri teirra viðkomandi.
Einki smíl og eingin gleði var at hóma. Leikarar vóru mest sum givnir at koyra undir hvønn annan, og heldur enn at royna at hava tol við spælinum eina løtu, varð fyri tað nógv roynt í sjálvsøkni móti málinum, og tá hetta heldur ikki letur seg gera, fer tað av álvara at blíva tungt.
Í so máta má næstan sigast, at størsta styrkin hjá VÍF seinnu árini í ár hevur víst seg sum ein av heilt stóru veikleikunum á liðnum. Nevnliga stóra talið av stórum profilum, sum liðið hevur.
Seinnu árini hevur tað næstan kenst soleiðis hjá mótstøðuliðunum, at tað hevur næstan kunna gjørt tað sama, hvussu tey hava roynt at vart fyri vestmenningunum, tí har hevur alla tíðina verið onkur leikari, sum hevur megnað at tikið yvir, tá mest hevur staðið á.
Hetta hevur bara ikki gingið í ár. Enn eru leikarar, sum royna at taka ábyrgdina á seg, tá mest stendur á, men munurin millum at »royna« og at »megna« er stórur. Móti StÍF mitt í vikuni mundi stóri syndarin á liðnum vera Sámal Joensen, sum tá hevði eitt hav av misnýttum skotroyndum, og hesa ferð var tað so Áki G. Olsen, sum stóð fyri tørni í so máta. Heldur enn at sláa kalt vatn í blóðið, tá spælið ikki gekk eftir vild, gjørdust royndir hansara alt meira frustreraðar, og strikurnar undir teiginum fyri misnýttar skotroyndir, mundu gerast heilt nógva á blokkinum hjá VÍF-beinkinum, sum tó ikki framdi nakra útskifting av teirri orsøk.
Sjávlandi telir tað skeiva vegin hjá VÍF, at eitt nú hvørgin av Olsen-brøðrunum var við sunnudagin. Ingi hevur drigist við skaða síðani landsliðsferðina í baltisku londunum, og Áki er nústaðni farin undir aftur venjingina, eftir at hann hevur verið úti tað mesta av einum ári. Við teimum á liðnum hevur VÍF eina munandi størri skotstyrki, men tá menn eru skaddir, so kann ikki roknast við teimum, og so er tað líkamikið, hvat mundi og kundi verið.
Stór breidd í smølum hópi
Kyndil hinvegin tóktist bara blíva betri og betri, so hvørt sum minuttirnir gingu. Eins og VÍF ger tað, so telir liðið hjá Kyndli fleiri av stóru profilunum í føroyskum manshondbólti, men í mun til teir hjá VÍF, so sýna Kyndils-menninir í vetur, hví teir verða roknaðir sum profilar.
Tað gevur Kyndli ta hóttanina, sum VÍF annars hevur átt so leingi. Nevnliga at tað altíð tykjast vera leikarar á liðnum, sum kunnu taka ábyrgdina á seg. Jacob Jónsson, Finnur Hansson, Janus Einar Sørensen og Høgni Klein tóktust hava eina rotatiónsskipan sínamillum. Upp á skift syftu teir týðandi skoringar burtur úr ongum, og at enda gjørdist hetta ov nógv fyri VÍF, sum skramblaði fullkomuliga saman. Seinastu 10 minuttirnar ella so gjørdust rópini frá grøna veinginum í høllini alsamt harðmæltari, og hetta høvdu tey eisini alla orsøk til. Ivaleyst vóru nøkur útvarpstól millum áskoðararnar, sum kundu boða frá, at StÍF var í ferð við at tapa sín dyst hetta umfarið, og tí mundi tað standa øllum greitt, at Kyndil ikki bara slapp sær av við VÍF í oddastríðnum. Teir øktu eisini um frástøðuna niður til næstu liðini, og mugu nú roknast sum greiðir favorittar í stríðnum um gullkrónurnar, sum teir ikki hava havt um hálsin síðani á vári 1996.
Ta ferðina var tað helst bara Jónleif Sólsker úr núverandi hópinum, sum var við á liðnum, og sum so skuldi hann als ikki verið við longur. Eftir steypasigurin í fjør boðaði hann nevnliga frá, at nú var tað slutt við hondbólti í fremstu røð, men smali hópurin hevur tó gjørt sítt til, at hann so spakuliga er tikin við aftur. At byrja við var tað einamest sum eitt slag av »eyka-reserva«, varð sagt, men hesaferð varð hann stóran part av dystinum nýttur til at avlasta viðleikararnar, og við hondbóltsfatan hansara er eingin forðing fyri, at hann ikki kann verða partur av enn einum føroyameistaraheiti í manshondbólti. Eitt heiti, sum ? um tað verður veruleiki ? verður hitt tíggjunda í røðini fyri hansara viðkomandi.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 23-30 (12-12)
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 7(1), Agnar Joensen 6(1), John Zachariassen 5, Áki G. Olsen 2, Piti Negru 2(1), Harald Bjørgvin 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 8, Josef Abrahamsen 6(2), Jacob Jónsson 5, Finnur Hansson 4, Hans Áki Dal-Christiansen 3(2), Høgni Klein 3, Jónleif Sólsker 1
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 7
Útvísingar: VÍF 6, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Tað skerst ikki burtur, at Piti Negru fær alt annað enn nógvar gávur frá dómarunum, og tað togaði skeiva vegin í einum avriki, sum annars var á eini leið.