Kyndil best í Havn

Silvurmerkini hjá Kyndli vóru veruleiki, tá teir vunnu trygt í seinastu grannauppgerðini, og hetta undirstrikaði sum so eisini góða endaspælið hjá liðnum

Manshondbóltur

Kyndil hevur av mongum verið mett sum besta liðið í endaspælinum, og úrslitini hjá teimum hava eisini í ávísan mun talað fyri hesum.
Seinasta uppgávan hjá liðnum var grannauppgerðin móti Neistanum, og tó at vónin um gullmerkini langt síðani er farin, so spældi Kyndil so ruddiliga fyri sínum møguleika um silvurmerki. Hesi kundu tryggjast, at Kyndil greiddi sín setning, samstundis sum StÍF gjørdist vinnarin í Vestmanna.

Og Kyndil greiddi sín setning. Serliga í fyrra hálvleiki var stórur munur á grannafeløgunum, og neistamálverjin mundi valla vita, hvønn veg hann skuldi snara sær, soleiðis sum skotini fóru fúkandi inn í meskarnar.
Við níggju mál stórari leiðslu í hálvleikinum, kundu teir grønu helst taka sær meira av løttum seinna umfarið, og heldur nýta orkuna til at fylgja við, hvussu gekst í Vestmanna.
Tað var tó um reppið, at teir tóku sær ov lætt hesa løtuna. Neistin royndi at stríða seg inn aftur í dystin, og sjey minuttir fyri leiklok var munurin komin niður í trý mál, men so var nokk. Kyndil setti ferðina eitt gear upp. Teir skoraðu seks tey seinastu málini í dystinum, soleiðis at sigurin kundi sementerast, og eftir hetta fóru teir so eftir silvurmerkjunum.
Og tó at silvurið er flott, sæð í mun til, hvussu liðið lá í grundspælinum, so skerst ikki burtur, at Kyndil í dag man hugsa um, hví so nógv varð mist tá. Flotta endaspælið og steypasigurin á nýggju føroyameistarunum bera tó boð um, at liðið nú aftur er til reiðar at trína á føroysku hondbóltstindarnar, og so er spurningurin bara, um hetta verður komandi ár, ella um teir grønu mugu bíða eitt sindur afturat.

Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 23-31 (8-17)
Málskjúttar:
Neistin: Birgir Kass 7, Áki Mørk 6(1), Helgi Michelsen 4, Morgan Knezevic 2, Ragnar Stakksund 1, Kári Mortensen 1, Helgi K. Justinussen 1
Kyndil: Jacob Jónsson 7, Hans Áki Dal-Christiansen 7, Høgni Klein 6, Finnur Hansson 6, Ken Zachariasen 2, Rúni Mohr 1, Josef Abrahamsen 1, Janus Einar Sørensen 1
Brostkøst: Neistin 2, Kyndil 2
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 2
Dómarar úr TB/H71: Birgir Dimon & Jákup Símun Simonsen