Kyndil vann stórsigur á StÍF í høllini á Hálsi í dag. Strandingar tóktust hava eyguni eftir seinnu hálvfinaluni í steypakappingini í Vestmanna hóskvøldið. Kyndil vann 27-17.
Kyndil var á odda allan dystin og var omaná leikliga frá næstan fyrsta minutti. Avrikini vóru javnt góð yvir allar spælararnar í grønum.
«Hetta var ein fantastiskur sigur. Allar okkara spælarar yvirhildu tær avtalur, sum vit gjørdu áðrenn, sigur ein fegin Finnur Hansson, sum er spælandi venjari hjá Kyndil.
Kyndil skal ikki spæla aftur fyrr enn um góðar fýra vikur, meðan StÍF hóskvøldið skal spæla seinnu hálvfinaluna móti VÍF.
Í Hoyvík vann H71 heldur óvæntað á KÍF, sum smurdi hoyvíkingar av í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Úrslitið gjørdist 27-25.
Atlantic Airways deildin:
Kyndil StÍF 27-17 (12-9)
Kyndil: Ludvík Súnason 7, Finnur Hansson 6, Andrias Sólsker 5, Birgir Poulsen 3, Høgni Klein Olsen 2, Josef Abrahamsen 2, Frank Askildsen 1, Thorvald Abrahamsen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 4, Jón Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Jørmund Joensen 2, Pætur Joensen 2, Allan Norðberg 2, Fríði R. Djurhuus 1
H71 - KÍF 27-25