Kyndil aftur á slóðina

Við einum sigri á kollfirðingum leygardagin kom Kyndil aftur á sigurskós, og føroyameistararnir eru tí framvegis bert tvey stig aftan fyri oddaliðið VÍF

Atlantic Airways kappingin

Kyndil fekk leygardagin síni fyrstu stig í endaspælinum, tá ið teir vunnu á kollfirðingum í høllini á Hálsi. Men tað var ikki nakar lættur sigur hjá kyndlamonnum, og tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at dysturin bleiv avgjørdur.

Kyndil var omaná
Í byrjanini av dystinum tóktist tað sum um, at Kyndlamenninir vóru sera væl upplagdir, og tað var skjótt, at føroyameistararnir løgdu seg nakað fram um kollfirðingarnar. Longu tá ið tíggju minuttir vóru leiktir av dystinum, hevði heimaliðið lagt seg á odda við fýra málum, men kollfirðingar vildu ikki sleppa.
Væl stuðlaðir av sínum trúfastu áskoðarum stríddust teir í KÍF manniliga fyri at fáa fatur á havnarliðnum aftur, og við einari góðari periodu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, eydnaðist tað eisini KÍF at koma upp á javnt aftur, eftir at Kyndil annars hevði verið á odda við fýra málum.
Heimaliðið svaraði tó aftur, og áðrenn farið var til hálvleiks, høvdu teir lagt seg á odda aftur, og teir høvdu eina leiðslu upp á trý mál í steðginum.

Týðandi reytt kort
Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. Kyndil hevði leiðsluna, KÍF kom aftur og so framvegis. Men tað gjørdist dýrt fyri kollfirðingar, at stýrmaðurin Regin Petersen longu í triðja minutti av seinna hálvleiki fekk sína triðju útvísing og harvið reyða kortið. Regin hevur ómetaliga stóran týdning fyri kollfirðingar, og saknurin av honum var eyðsýndur.
Tað sást tó ikki beinan vegin á KÍF, at teir høvdu mist Regin, tí eitt skifti í seinna hálvleiki sá út til, at teir fóru norður aftur til Kollafjarðar við báðum stigunum.
Kyndil hevði leingi havt leiðsluna, men so gjørdi KÍF ein vørr, og teir fóru frá at verða aftan fyri 17-21 til at verða á odda 22-21 upp á einans fimm minuttir.
Næstu løtuna var ongantíð nakar munur á. Eitt skifti var Kyndil á odda, og beint eftir vóru kollfirðingar á odda. Men tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika, Tá stóð annars á jøvnum, men so hevði heimaliðið ein góðan endaspurt, sum førdi við sær, at teir fingu mál seinastu fimm minuttirnar, meðan gestirnir fingu bert tað eina.

Umráðandi sigur hjá meistarunum
Tað er lítið yvir at dylja, at sigurin á KÍF leygardagin var sera týdningarmikil hjá Kyndli. Liðið hevur havt starttrupulleikar í byrjanini av endaspælinum, avrikið í hálvfinaluni móti vestmenningum í Coca-Cola kappingini var heldur ikki sannførandi. Júst tí var tað ógvuliga umráðandi hjá Kyndli at fáa bæði stigini leygardagin, eisini hóast avrikið reint leikliga var ógvuliga lítið sannførandi.
KIF megnaði ikki at gera greipuna móti havnarfeløgunum, eftir at teir farna vikuskiftið vunnu á neistamonnum. Næsta uppgávan hjá KÍF verður í Vestmanna, har teir skulu dystat við oddaliðið VÍF.
Dystirnir millum KÍF og VÍF hava mangan verið serstakliga javnir, men sum oftast hava vestmenningar drigið longra stráið, tí at teir hava verið meiri ágrýtnir at venja, frættist úr Vestmanna.
Kyndil skal komandi vikuskiftið upp á eina av truplastu uppgávunum, sum liðið hevur. Tá skulu teir nevnliga taka dystin upp við H71, sum sambært hagtølunum hevur rættuliga got tak á teimum grønu úr Havn. So er spurningurin, um Høgni Klein tá verður aftur at síggja á liðnum, eftir at hann herfyri fekk ein keðiligan skaða í fótin undir dysti á Skála.

Kyndil-KÍF 30-26(16-13)
Kyndil: Jónleif Sólsker 5(1), Ragnar Stakksund 4, Jakob Jónsson 4, Hans Áki Dal-Christiansen 4(1), Josef Abrahamsen 3, Rókur Akralíð 3, Finnur Hansson 3, Janus Einar Sørensen 2, Hans Arni Thomsen 1, Hjalti M. Jacobsen 1
KÍF: Arnbjørn Hansen 7(2), Gert Hansen 6, Jóan Pauli Olsen 3, Eddie H. Joensen 3, Mirko Milinkovic 2, Regin Petersen 2, Teitur Joensen 2(1), Rógvi Weyhe 1
Brotskøst: Kyndil 3(2), KÍF 5(3)
Útvísingar: Kyndil 5, KÍF 6
Dómarar: Hartvig Joensen og Poli Hansen