meiri er til í ár. Sjálvandi er hetta bara ein meting, og tað vil tað altíð vera, tí ymiskt er, hvussu nógv situr í berginum frá einum degi til annan, men hann fegnaðist eisini um, at meiri var til av hellufugli [...] nógv til av hellufugli, kann tað vera ein ábending um, at meiri verður av verpingarfugli í komandi árum. SKAL sigast nakað veruligt, um tað er betur statt við lomviga í ár, so sæst tað bara út frá veruligum [...] ivast í, men hvussu ber so til, at lomvigin ikki minkaði í Íslandi og Hetlandi, men bara í Føroyum og Noregi? NÓGVIR ósvaraðir spurningar eru, og vit kunnu neyvan gera annað enn at vóna, at svartfuglurin
frammant fyri Sjónvarp Føroya. ?Vit hava hugsa um at lata senditíð til onnur ella finna fram til, hvussu vit kunnu skipa fyri einum fólksligum varpi, har onnur eisini sleppa framat, sigur Mikkjal Helmsdal. [...] átrúnaðarligi bólkar eru áhugaðir í at senda frá eitt nú fundum og møtum, og hetta kanska kann gerast rímiliga bíliga. Umhugsa senditíð At lata ella leiga senditíð til onnur er nakað, ið ikki er heilt frammant [...] talgilt signal beinleiðis úr Sjónvarpinum til Televarpið. Hetta skuldi betra um góðskuna. Mikkjal Helmsdal sigur, at tað Sjónvarp Føroya hevur boðað Televarpinum frá, at teir als einki hava ímóti, at hetta
at Leikalund hevur lagt seg eftir at hava listaframsýningar, tí tað eru so at siga ongi høli til taks til listaframsýningar í Klaksvík. Hetta lokkar eisini fleiri fólk inn í hugnaliga handilin á Klak [...] møguleikum. Ein fær bøkur, tónleik og somuleiðis nakað av list. Ein øðrvísi samanseting í einum handli, men væl ber til. Og Edward Fuglø sigur, at framsýningarnar hava verið vælvitjaðar hesar dagarnar, meðan [...] norðoyastevnu, um eitt oyggjasamfelag sæð við eygunum hjá einum skipara, eisini við. Og somuleiðis vístu tveir víkingar, Haugur og Gretar frá Fjørukrønni fram víkingalist. Ein sera fjølbroytt listaframsýning
steypahandan til bestu skip og bátar í Føroyum. Onnur tiltøk, sum eisini eru á skránni á Føroya Sjómannadegi, er framsýning av livandi fiskum, málningaframsýning, sølubúðir, matstovur, kaféir og annað. Leygarkvøldið [...] hugleiddi rithøvundurin, Óli Olsen, um langfarasigling fyrr og nú, og Hans Eli Hansen, lærari, greiddi frá um ein lagnutúr við slupp. At enda luttók Hans Hjalt við sjómannavísum. Í dag letur Bátasavnið í Leirvík [...] eisini sýndir í Atlantis sunnudagin, og Bátasavnið í Leirvík verður opið. Sunnudagurin endar við einum sjómansmøti í tjaldinum á bryggjuni, og her verður tað Rógvi Joensen, sum skipar fyri.
Soleiðis sigur høvundurin í innganginum til bókina. Myndirnar eru sostatt um 100 til 150 ára gamlar. Meginpartin av myndunum hevur hann við vælvild frá Tórshavnar Býarsavni, Føroya Fornminnissavni [...] ni fingið loyvi til at prenta, men eisini nakrar frá øðrum almennum stovnum og einstaklingum. Myndirnar úr savninum hjá Tórshavnar Býarsavni eru millum teirra, sum savnið fekk frá Frants Restorff [...] seinast í 19. øld. Fyri tann, ið hevur kunnleikan, ber væl til at tíðarfesta eina slíka mynd. Og Finnur Johansen kemur soleiðis fram til, nær myndin er tikin: - Tað er eftir at bygt er upp í húsini
Debes Hentze heldur, at samanblandingin av áhugamálunum hjá einum meklara sum eru knýtt at einum ávísum banka, kann vera óheppin. Hon vísir til donsku lógina um “Omsætning af fast ejendom”, har tað í grein [...] dómi var millum annað eitt krav um gjøgnumskygni. Meklarin skal leggja fram skjøl um tilknýti og greiða frá, um hann fær provinsión fyri at selja aðrar tænastur í samband við húsasøluna, til dømis lán ella [...] reklamustunt. – Hvussu óheft er støðulýsingin, um Landsbyggifelagið er fastur kundi hjá Føroya Banka til hetta, spyr Turið Debes Hentze og svarar so sjálv, at tað ikki er vanligt at kalla nakað óheft, um
laga lógina til á hvørjum ári í mun til hesar. Fiskiskapur hevur ein so altavgerandi týdning fyri føroyska búskapin, at umhugsað eigur at vera at taka ásetingarnar av fiskidøgum á hvørjum ári burtur úr politisku [...] um alt landið. Eisini má greiðast frá, hvat meinast við møguleikum fyri vinnuligum virksemi um alt landið. Nøkur av endamálunum standa nakað í andsøgn hvørt til annað, og tí má ein raðfesting gerast. Tá
fanst Heimafriður at løgmanni, fyri ikki at nevna óljóð frá skipum í røðu sínari á ólavsøku. Men í gjár kom fram, at tað er nevnt í einum ískoyti til løgmansrøðuna. Heimafriður fegnast sjálvsagt um, at løgmaður [...] trupulleikan við larmi frá skipum, sum Heimafriður segði í tíðindaskrivi fyrr í vikuni. Í almennu útgávuni, sum er løgd á netið, sást nemliga ikki nakað til stóra trupulleikan við óljóð frá skipum. Men sambært [...] Abrahamsen, løgtingsmanni, finst ein ískoytispartur til lømansrøðuna, har larmur frá skipum verður nevndur. Í ískoytispartinum sigur løgmaður millum annað: "Sum heild taka kommunur/havnarskrivstovur trupulleikan
dag, í øllum veðri, koyra allan vegin til Tórshavn til arbeiðis. Øll hesi fólkini spardu nú 1 til 1,5 tíma hvønn dag í koyring. Hendan tíðin kom nú allari familjuni til góðar. Verður ikki brúkt fult út Hetta [...] hent. Stjórin fyri Eysturoyartunnilinum hevur boða almenninginum frá, at hann bíðar við at gera tillagingar í prísinum til hann hevur frætt frá landsstýrismanninum. Vit øll bíða – vit øll ótolnast. Tolið er [...] Fyri næstan einum hálvum ári síðani, var tann stóri dagurin, tá ið Eysturoyartunnilin lat upp fyri ferðslu. Ein ótrúliga prýðilig, stórfingin og glæsilig verkætlan, sum er væl úr hondum greidd, og sum
Suðurindiska havinum og ført til oynna Réunion. ORSØKIN til hendingina skal vera tann, at skipið hevur siglt í fronskum farvatni uttan at geva boð frá sær. Síðani er passið tikið frá vágbinginum, sum í dag kennir [...] einki siviliserað land - og tað mugu vit ganga út frá, at Frakland er - hevur loyvi til at halda fólk sum fanga á henda hátt. VIT kenna ikki orsøkin til støðutakanina hjá fronsku myndugleikunum og hví tað [...] kann tað so bera til, at ein føroyskur skipari skal vera afturhildin í skjótt eitt hálvt ár í fullkomnari óvissu og uttan nakra sum helst skuldseting júst í einum hjálondunum hjá einum ES-landi? NÚ frættist