Klaksvík:
Leikalund er ein heldur øðrvísi handil. Ikki tí at tað er so sjálvsamt at selja bøkur og fløgur, men tí at tey eisini leggja seg eftir at hava listaframsýningar.
Handilin er sera hugnaligur at koma inní. Hølini eru friðað, so alt er gamalt inni. Men tað gevur handlinum bara ein uppaftur hugnaligari dám.
Edward Fuglø er stjóri í p/f Leikalund, sum júst er víðkað við tað, at tað nú eru sjey partaeigarar.
Ein av partaeigarunum er Óluva Klettskarð. Hon sigur, at Leikalund hevur lagt seg eftir at hava listaframsýningar, tí tað eru so at siga ongi høli til taks til listaframsýningar í Klaksvík. Hetta lokkar eisini fleiri fólk inn í hugnaliga handilin á Klaksvíksvegnum. Onkuntíð hava tey eisini selt klæðir, sum eru øðrvísi enn tey mótaklæðini, sum dagliga síggjast í sýnisgluggunum hjá klædnahandlunum. Hesi klæði ganga væl.
Men henda dagin eru ongi klæði at síggja.
Tá ein kemur inn í handilin er eitt tað fyrsta, ein leggur merki til, ein stórur málningur, sum hongur á vegginum ímillum allar bókahillarnar. Litirnir í málninginum eru sera sterkir, men samansetingin er so ótrúliga vøkur og vælgjørd, at málningurin talar til ein og hvønn, sum kemur inn. Hann lívgar eisini upp inni í hølunum, sum ikki hava nakrar sterkar litir annars. Tað er ein cubansk listarkvinna, Annia Lonso, sum hevur málað hendan málningin og nakrar aðrar, sum eisini eru at síggja inni í handlinum. Edward Fuglø, sum sjálvur er ein av kendastu listarmonnunum herheima, sigur seg sjálvan vera heilt bergtiknan av hesum málninginum.
Men tað eru ikki bert málningar. Longri inni í einum øðrum høli, har hanga tekningar. Og um ein hevur sæð onkra tekning hjá hesum teknaranum frammanundan, so kennir ein tær aftur beinanvegin. Tað er Símun Poulsen, sum hevur teknað, og hann sýnir fram í sambandi við Nordvesten. Hin listakvinnan hevur havt sínar málningar hangandi í handlinum í eina tíð. Sjáldsomu, men óføra stuttligu og vøkru tekningarnar hjá Símuni eru altíð vældámdar.
Á einum borði standa ymiskar krukkur og onnur íløt, sum eru hondgjørd úr leiri. Tað eru lutir, sum Maria Poulsen hevur gjørt. Ásama borði standa eisini nøkur heilt smá hús, sum somuleiðis eru hondgjørd.
Her er also talan um ein handil við nógvum ymiskum møguleikum. Ein fær bøkur, tónleik og somuleiðis nakað av list. Ein øðrvísi samanseting í einum handli, men væl ber til.
Og Edward Fuglø sigur, at framsýningarnar hava verið vælvitjaðar hesar dagarnar, meðan Nordvesten hevur verið. Nógvir útlendingar hava eisini verið á gátt.
Nógv list
Men tað er ikki bara í Leikalund, at framsýningar hava verið. Ein frímerkja- og myndaframsýning var á Posthúsinum, undir heitinum Við báti og til gongu við posti.
Í skúlanum við Ósánna var eisini ein listaframsýning, har listafólk úr Íslandi og Føroyum sýndu fram teirra málningar. Úr Íslandi vóru tað tær báðar Rósa Sigrún og Margrét Birgisdóttir. Føroyska ískoyti til hesa framsýningina áttu Edward Fuglø og Høgni Thomsen við oljumálningum. Somuleiðis var myndaframsýningin hjá Hjalmari Waag Høgnesen, sum hann hevði á norðoyastevnu, um eitt oyggjasamfelag sæð við eygunum hjá einum skipara, eisini við.
Og somuleiðis vístu tveir víkingar, Haugur og Gretar frá Fjørukrønni fram víkingalist. Ein sera fjølbroytt listaframsýning í Ósáskúlanum, har ymiskar mentanir eisini møttust.
Á Norðoya Fornminnissavni vóru tvær framsýningar. Archibald Black við oljumálningum og Zacharias Hammer við sínum vøkru og stórslignu myndum av føroysku náttúruni.
Nordvesten var ikki bara hildin í Klaksvík, men eisini í Fuglafirði. Og har vóru somuleiðis framsýningar. Sostatt kann annað ikki sigast enn, at listin fekk gott pláss á mentanarstevnuni, og kundi tí rættuliga koma til sín rætt.