Soleiðis sigur høvundurin í innganginum til bókina.
Myndirnar eru sostatt um 100 til 150 ára gamlar. Meginpartin av myndunum hevur hann við vælvild frá Tórshavnar Býarsavni, Føroya Fornminnissavni og Matrikulstovuni fingið loyvi til at prenta, men eisini nakrar frá øðrum almennum stovnum og einstaklingum. Myndirnar úr savninum hjá Tórshavnar Býarsavni eru millum teirra, sum savnið fekk frá Frants Restorff á Grafia. Myndirnar úr savninum hjá Matrikulstovuni eru millum teirra, Generalstaben tók, tá teir máldu Føroyar upp frá 1890 árunum.
Finnur Johansen sigur, at sum vera man er tað ikki so lætt at fáa uppspurt, hvør hevur tikið ymsu myndirnar, men greitt er, at H. C. Müller, sýslumaður, 1818-1897, tók í sínari tíð nógvar myndir. Á fleiri av myndunum síggjast ferðamannaskip hjá DFDS á vágni, 1982-1910, tí er ikki óhugsandi, at útlendingar við ferðamannaskipunum hava tikið nakrar myndir.
Í bókini eru einar 175 havnarmyndir - tær flestu tiknar niðri í gomlu Havnini, sum í størstan mun fevndi um Eystaru vág og Reynið.
Stóra myndin her á síðuni vísir býlingin vestanfyri, sum varð bygdur seinast í 19. øld. Fyri tann, ið hevur kunnleikan, ber væl til at tíðarfesta eina slíka mynd. Og Finnur Johansen kemur soleiðis fram til, nær myndin er tikin:
- Tað er eftir at bygt er upp í húsini á Dunga í 1893, men fyri tað, at fimleikarhøllin hjá Realskúlanum varð bygd í 1897, og áðrenn Skibsted í 1899 bygdi pakkhúsið í Puntanum. Hetta pakkhús varð bygt upp í Munkastovuna út ímóti Skinnaraskeri. Húsaraðið fremst á myndini eru niðastu húsini vestan fyri Tróndargøtu og niðan fyri Dr. Jacobsensgøtu.
Á henda hátt fer hann gjøgnum allar myndirnar í bókini. Og tað er sera áhugavert hjá teimum sum kenna til og hava áhuga fyri gomlu Havnini. Tórshavnar Kommuna gjørdi í sínari tíð eina ferð í áttatiárunum - kanska Finnur Johansen eigur sín lut í tí - eitt stórt arbeiði við at seta nøvn á húsini í gomlu Havnini. Hetta hevur havt stóran týdning, og eru fólk aftur farin at brúka nøvnini, sum annars høvdu verið gloymd.
Kommunan hevur brúkt kortið hjá J. C. Poulsen, blikkinsláara frá 1867 sum grundarlag. Á hesum korti síggjast nøvnini á útvið hálvttriðjahundrað húsum í Havn.
Men tað er nú so, at hús skifta nøvn. Ofta vórðu hús tikin niður, flutt aðrastaðni, ella tað at húskið flutti úr einum húsi í annað. Soleiðis hevur tað uttan iva verið í allar tíðir. Tí eiga vit eisini at hava virðing fyri tí, at summi hús hava skift navn - eisini eftir 1867.
Myndin høgrumegin her á síðuni sýnir smoguna millum Nýggjustovu og Baianstovu. Baianstova eru fremru húsini høgrumegin. Tá Hans Jacobsen í 1877 seldi gomlu Baianstovu, sum stóð niðri á ósanum til Jørgen Bech & Sønner, fekk hann hesi húsini, sum fyrr bóru navnið Guttastova í býti. Men síðani 1877 hava tey verið rópt Baianstova. Gamla Baianstova varð tikin niður, og pakkhús bygt á staðnum. Hetta pakkhús varð ongantíð kallað Baianstova - men økið varð rópt á Baiagrund.
Tað var Jacob Lützen, sum var fyristøðumaður hjá Jørgen Bech & Sønner, og hann stóð fyri handlinum. Hans í Baianstovu var mammubeiggi Jacob Lützen.
Ein onnur søga er, sum knýtir seg at Baianstovu. Tað var tá kongavitjanin var í Havn beint fyri ólavsøku í 1874. Christian IX og Valdemar prinsur vóru á veg til Íslands til 1.000 ára haldið fyri landnáminum.
A. C. Lützen, lærari, sum var pápi Jacob Lützen og ættfaðir alla Lützenættina í Føroyum, skuldi halda røðu fyri kongi. Meðan hann talar, fellir hann um deyður. Kongur loftar honum, og hann verður borin inn í Baianstovu - higana kona hansara, Eva Margretha var ættað. Sum tað sæst á myndini niðanfyri, var heiðursportrið gjørt millum Baianstovu og Geilina.
Anna Evensen, sum var dóttir Andreas Christian Lützen og gift Jens Christian Evensen, prósti og mamma A. C. Evensen, hevur skrivað um hesa hending í endurminningum. Í hesum endurminningum hevur hon eisini eina frágreiðing um navnið Baianstovu. Hon sigur, at langabbin, Poul, »rejste med en bayersk Turist der kom til Færøerne og som vilde have en Færing til Fører. Han lod bygge et Hus, der blev kaldet Bajernstue, og det fik Poul efter ham.«