Champions League: GOG tapti tepurt á heimavølli

GOG er framvegis millum seks tey ovastu liðini í bólki B

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu í kvøld heimadyst í bólki B í Champions League.

 

Í Arena Svendborg høllini tók GOG móti pólska liðnum, Wisla Plock. Wisla Plock hevur eisini eitt fótbóltslið, og har spælir Andrias Edmundsson.

 

Wisla Plock vann dystin 30-28. Í steðginum var pólska liðið á odda 17-13. Tá sjey minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 26-26, men tað eydnaðist Wisla Plock at leggja seg á odda 28-26, og teir sleptu ikki leiðsluni aftur.

 

Óli skoraði trý mál upp á fimm mál, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum. 

 

GOG er á týðandi sætta plássinum, ið gevur Play Off dystir til fjórðingsfinalurnar aftaná lokið bólkaspæl. GOG hevur seks stig. Teir eru tvey stig frammanfyri norðurmakedonska liðið, Eurofarm Pellister. 

 

Tætt er millum dystirnar hjá GOG. Sunnudagin klokkan 19 verður útidystur í bestu donsku hondbóltsdeildini á skránni. Tá verður Sønderjyske mótstøðuliðið.