Áhugaverd skrá fyri Føroya Sjómannadag

Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Eins og í fjør, verður ljós aftur hesaferð varpað á ymiskt, sum hevur við havið og sjóvinnuna at gera

Sjómannadagur

Fyrireikararnir av sjómannadegnum hava gjørt eina stóra skrá, sum byrjaði longu týsdagin, 15. august, tá ið fundur var um eftirløn í fiskivinnuni.
Mikudagin vóru eisini nøkur tiltøk á skránni. Í Atlantis hugleiddi rithøvundurin, Óli Olsen, um langfarasigling fyrr og nú, og Hans Eli Hansen, lærari, greiddi frá um ein lagnutúr við slupp. At enda luttók Hans Hjalt við sjómannavísum.
Í dag letur Bátasavnið í Leirvík upp í samband við sjómannadagin, og fiskikapping verður á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir. Eftir kappingina, kasta luttakararnir fløskupostar út í Kalsoyarfjørð.
Í morgin verður fiskivinnustevna í Skálanum, og tá verður Bátasavnið í Leirvík eisini opið aftur. Í morgin verða eisini framsýningar av føroyskum skipum og øðrum í Atlantis. Tónleikur er á skránni í annaðkvøld.

Leygardagurin
Tann stóri dagurin, tá ið flestu tiltøkini eru á skránni, verður leygardagin, tá ið Føroya Sjómannadagur eisini verður settur.
Tað verður borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, sum longu klokkan 9 bjóðar vælkomin og heldur røðu, og síðan setir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, dagin.
Ein hópur av tiltøkum eru á skránni fyri leygardagin.
Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, fer at halda røðu, tá ið ein standmynd verður avdúkað á fiskastykkinum hjá Kjølbro.
Fyrrapartin verður togtogan millum skipsmanningar, og grindahvalur verður skorin upp.
Leygarmorgunin verður eisini ein svimjikapping um vánna, og framsýning verður av modellskipum, eins og filmur við gomlum og nýggjum verður sýndur.
Skráin fyri leygardagin er samanhangandi, soleiðis at eingin steðgur er í, og seinasta kappingin fyrrapartin verður ein hoppikapping á boyum.
Á middegi leygardagin verður kapprógving, og síðan skipar Norðoya Bjargingarfelag fyri bjargingarroynd.

FM-kappingar
Sum leygardagurin líður, verða fleiri føroyameistarakappingar, og tann fyrsta byrjar longu klokkan 13.30.
Fyrsta FM-kappingin verður at skera agn, onnur í trolbøting, og tann triðja verður í egning.
Klokkan 16 leygardagin verður kappsigling um vánna við seglbátum, og klokkan 18.30 verða FM-kappingarnar tiknar uppaftur.
Nú verður lagt fyri við FM-kapping í sjómanstaki, og síðan verður kappast um at kasta lodd, halda dreggi, og at enda verður FM-kapping í kelving.
Leygarkvøldið verður eisini steypahandan til bestu skip og bátar í Føroyum.
Onnur tiltøk, sum eisini eru á skránni á Føroya Sjómannadegi, er framsýning av livandi fiskum, málningaframsýning, sølubúðir, matstovur, kaféir og annað.
Leygarkvøldið endar við tí, sum seinnu árini er vorðið so eftirspurt, nevniliga "dans på brygga".
Øll tiltøkini á Føroya Sjómannadegi eru ókeypis uttan dansurin á bryggjuni leygarkvøldið.

Endar sunnudagin
Tiltøkini hjá Føroya Sjómannadegi, sum byrjaðu longu týsdagin í hesi vikuni, enda sunnudagin.
Tá verður sjómansgudstlænasta í Christianskirkjuni, har Andreas Andreassen, sum í dag er útróðrarmaður, prædikar.
Andreas hevur annars verið prestur í fleiri ár.
Sunnudagin fara Óli Jacobsen og enski trolaraskiparin, Ken Knox, at hava framløgu í Atlantis.
Filmar við føroyskum skipum verða eisini sýndir í Atlantis sunnudagin, og Bátasavnið í Leirvík verður opið.
Sunnudagurin endar við einum sjómansmøti í tjaldinum á bryggjuni, og her verður tað Rógvi Joensen, sum skipar fyri.