neyvan grund til at finnast at honum. Men filmskvinnan og hennara stuðlarar hava lagt dent á, at hetta var ein kvalifiserað søgulig viðgerð við javnvág. Sostatt hevði ein orsøk til at vænta eina lýsing [...] málsøkir. Aftrat tí kom, at í lógini lá møguleiki fyri støðugt og eftir ynski at vaksa um ábyrgd og myndugleika. Í triðja lagi var tað føroyska málið við Heimastýrislógini fyri fyrstu ferð nakrantíð lø [...] møguleika til at menna sítt samfelag, vinnuliga, politiskt og tjóðskaparliga, sum helst er eindømi í 20. øld. Eftir at hava verið fyri vanbýti í 650 ár fingu teir eina lóg, sum var tætt við at vera grundlóg
Royndir vísa, at íverksetarar hava lyndi til at halda fast við síni hugskot og eru bangnir fyri at samstarva við onnur. Mangan tykist sum um, at íverksetarar halda, at tað er betur at eiga alt av ongum [...] Nýggjan leist Men tað er altíð áhugavert at viðgera íverksetan, um endamálið er at menna og betra um møguleikarnar fyri at fremja nýskapan í Føroyum, og at vinna føroyskari íverksetan altjóða marknaðar [...] íverksetarar at taka stig til at skipa Bitland sum eitt vakstrarhús fyri nýskapan fyri 4 árum síðani. Hetta eru íverksetarar, hvørs vitan ella virksemi er so mikið serstakt ella nýskapandi, at tað gevur
bilførararnir dystast um at koma fyrstir fram til reyða ljósið at bíða! Tá er gott, at onkur okkara hevur stundir. Hugsið tykkum, um ongin hevði stundir at skipa fyri ítróttinum, at skipa fyri felagslívi, samkomulívi [...] vóna, at tað stendur so leingi, her býr nakað fólk. Okkara fólk dugir væl at liva - at hava stundir. Og best av øllum dámar mær at hava stundir at vera hjá børnunum, tá ið tey sovna. At syngja fyri teimum [...] vit sjálvi hava møguleika at geva okkum stundir at liva - hóast vit hava nógv at gera. Tí at hava nógv at gera er ikki tað sama sum at hava ringa tíð! Danski gudfrøðingurin og heimsspekingurin Kierkegaard
ingurin í Suðuroy snýr seg um, um tað man fara at eydnaðist felagsskútuni hjá allari oynni, Suðuroyingi, at vinna. Tað skal leitast langt aftur fyri at finna 10-mannafar við manning av Tvøroyri, sum [...] megnaði at halda tørn allan tann stutta teinin. Hesa ferð er teinurin tvífalt so langur, men tað er einki at ivast í, at heilivágurin er mest sum tann sami. Skal tað eydnast Suðuroyingi at vinna á Havnarbátinum [...] Havnarbátinum og Klaksvíkingi, so er treytin tann, at starturin verður góður. At tað ber til at vinna vístu suðuroyingarnir á norðoyastevnu, tá ið teir bastu Klaksvíkingi, sum tá róði í heimasjógvi.
umførini vísir tað seg ofta, at eldru spælararnir eru so mikið viðtiknir, at teir ikki eru førir fyri at spæla. Deni Pavlovic noyddist av vøllinum hóskvøldið, og tað kann væl vera, at hann ikki verður við í [...] neyvan til, men tað vil ikki siga, at skálamenn í dag ikki hava fokus á uppgerðini seinnapartin og ætla sær at vinna annan sigurin í ár. Hjá Skála kemur tað illa við, at toppskjúttin Poul Kallsberg og m [...] mikið, eftir at hann fyrr í summar brákaði rivjabein, at hann hóskvøldið var á beinkinum. Tað er ivasamt, um Odmar Færø og Mads Bo Mikkelsen, sum ikki var við ímóti B36, vera førir fyri at spæla í dag.
spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tað sást frá fyrsta bríksli, at heimaliðið hevði øgiliga góðan hugburð, og at viljin var stórur at vinna ársins fyrsta sigur. Poul Kallsberg setti hol [...] 8-0 ímóti teimum báðum niðastu á støðutalvuni, og tað eigur at kennast ikki serliga hugaligt at fara í summarfrí í nakrar dagar fyri síðani at fyrireika seg til ólavsøkudystin ímóti EB/Streymi. Ólavsøkudag [...] benda á, at allar súðir eru ikki syftar í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. AB er fimm stig røttu megin niðurflytingarstrikuna. Úrslitini tvær tær seinastu ferðirnar kundu bent á, at AB ikki er
, og einki er at ivast í, at tað tapið svíður meint í sjálvsfatanini hjá liðnum. - Har eru í øllum førum nøkur ting, sum skulu rættast hjá okkum. Og í so máta er tað gott fyri okkum, at vit longu nú hava [...] , so at allir verða klárir til hálvfinaluna mikukvøldið. Nógv at rætta upp Heilt so miðvísar hava fyrireikingarnar hjá KÍ til hálvfinaluna ikki verið. Í klassisku uppgerðini móti HB fekk KÍ av at vita [...] hann, at KÍ helst má vera Harley Bertholdsen fyriuttan. Hann hevði ein smávegis skaða undan dystinum móti HB, og tá hann ikki megnaði at spæla meira enn knappan tíma, er neyvan hugsingur um, at hann fer
sum skuldi til fyri at vinna. - Vit høvdu tosað um, at tað ikki mátti koma fyri, at vit mistu sinniliga yvirskotið og harvið lótu upp fyri, at tað skuldi ganga soleiðis, sum tað hevur gjørt nógvu tær seinastu [...] - Tað er harmuligt, at tað ikki skal bera til, at teir skulu spæla við. Vit hava avgjørt brúk fyri teimum. At støðan er soleiðis, sæst eisini aftur í venjingunum. Tað ber ikki til at hava teir við í taktiskum [...] eisini eftir, at Alexandur Johansen skal fara at venja. Í hondbóltinum varð hann fótskaddur, og skaðin plágar so mikið, at tað ikki ber Alexanduri til at renna og tískil heldur ikki til at venja við bólti
men einki at ivast í, at onkur »innføddur« eisini fær hug at royna okkurt av tí, ið nomið verður við í faldaranum. Eg var t.d. fyrstu ferð á Ryskivatni í Suðuroy í fjør. Ein sonn perla og løtt at koma til [...] um dagin, hann kemur at vinna pening. Hatta seinasta var nú eitt persónligt hjartasuff og hevur einki við faldaran hjá Ferðaráðnum at gera. Samanumtikið kann sigast, at faldarin er góð hjálp hjá stutt [...] faldaranum fær ein at vita: ?Hvar møguleikar eru at fiska. ?Hvørji fiskasløg fáast ymsu støðini. ?Hvørjar flugur ella blinkar/spinnarar o.s.fr. kunnu nýtast. Upplýsingarnar um, hvar til ber at vassa og ikki
eingin ivi um, at tað er gott at vera væl útgjørdur á floti. Men syrgiligt kortini, halda kanska teir eldru, at staðarnøvnini farast. Tí ein sannroynd er, uttan at ganga nøkrum ov nær, at nógvir menn kenna [...] kós út gjøgnum Flógvan at royna enn ein dag norðanfyri. Allir spentir at vita, um tað man fara at roynast líka væl sum í gjár og dagarnar frammanundan. Minnast mannin sum helt, at hevði í dag verðið sum [...] Tað letur til, at onkur hevur hann standandi frá, tí vit hoyra menn tosa um, hvørt teir nú mintust til at pumpa, og um hvussu dagurin man fara at roynast. Annar fer út, skilst. Helst at hyggja til pumpuna