Á slóðina

Flogbóltur: Klaksvíkingar komu aftur á beint í dystinum móti SÍ sunnudagin. Teir vunnu 2-0 í einum lítið áhugaverdum dysti

Mjølnir-SÍ 2-0


Mest positiva liðið í kappingini higartil í ár hevur verið SÍ. Eftir at hava hingið við einum ávísum likamsluti í vatnskorpuni í fjør, gjørdu teir bart næstan frá byrjan í ár, og ta einu tíðina vóru teir enntá nummar tvey í kappingini.

So kom stígur í, og síðani hava ungu sørvingarnir havt ilt við rættuliga at fóta sær ímóti ovaru liðunum.

Seinasta vikuskiftið, tá teir vóru í Havn og leiktu móti Fleyr, vunnu teir fyrra hálvleik, og tí var kanska væntandi, at teir fóru at gera eitt sindur um seg í dystinum móti Mjølnir, sum varð leiktur sunnudagin.

Men so var ikki, tí Mjølnir vann greiðan 2-0 sigur.


Løgdu sjógv ímillum

Hóast tað ikki hevur gingið eftir vild hjá Mjølnir í ár, og heldur ikki eftir at teir hava fingið jugoslaviskan leikandi venjara, so var eingin ivi um, at klaksvíkingar høvdu sett sær fyri at henda dystin skuldu teir vinna.

Teir løgdu sjógv millum seg og SÍ í byrjanini av hvørjum einasta setti, og eftir tað ráddi bara um at halda fast.

Hetta gjørdu teir á besta hátt, og tískil varð ongantíð talan um ein spennandi dyst.

Sum dysturin leið, minti tað mest um eina avgreiðslusøk, tí ungu sørvingarnir fótaðu sær als ikki móti klaksvíkingum, sum stýrdu øllum.

Úrslitið hevði við sær, at Mjølnir nú er ájavnt í stigum við Fram, men kortini fyri ein dyst fleiri enn havnarmenninir. Um tað so eisini hevur við sær, at Mjølnir gerst nummar trý og Fram nummar tvey í kappingini, kunnu vit bara gita um. Liðini hava ein sínamillum dyst eftir, og hann verður í Klaksvík.