Á graslíki ímóti liðnum hjá Ingvar Carlsson

Intertotodystirnir hjá HB verða veruliga søguligir. HB kann spæla heimadystin á graslíki, og mótstøðuliðið, Elfsborg leikar sínar heimadystir á graslíki

Fótbóltur

 

Gamli dreymurin hjá føroyingum gerst veruleiki í summar. Ì samfull 20 ár hava vit droymt um, at okkara leikarar sleppa at spæla sínar heimadystir á graslíki, og nú brestur fyri nev. Ovari vøllur í Gundadali hevur tað undirlagið, sum UEFA hevur góðkent til evropeiskar dystir. Hetta gevur HB og B36 – og EB/Streymi og NSÍ, um tey velja at leggja heimadystin í Gundadali – ein fyrr ótroyttan møguleika, nevnliga at leika heimdystin á tí undirlagnum, sum ein er vanur við, og í tí umhvørvinum ein ferðast í dagliga. Í so máta er talan um duppult hepni hjá HB. Ikki bara eru teir í HB javnaldrar við IF Elfsborg, sum eisini er stovnað í 1904, 26. juni fyri at verða nágreiniligur. Heimavøllurin hjá Elfsborg, sum nevnist Borås Arena hevur nevnliga eisini graslíki, sum undirlag. Pláss er fyri 17.000 áskoðarum á Borås Arena.

 

Meistarar 5 ferðir

Elfsborg hava verið meistarar fimm ferðir. Teir spældu fyrstu ferð í bestu svensku deildini í kappingarárinum 1926/27. Hetta var í tíðini, áðrenn svenskarar løgdu kappingina eftir kalendaraárinum. Elfsborg hevði sína bestu tíð seinast í 1930-unum. Teir vunnu svenska meistaraheitið í 1936, 1939 og í 1940. Tvey tey seinastu meistaraheitini hava teir vunnið í 1961 og í 2006. Elfsborg vann svensku steypakappingina í 2001 og 2003, so í hesi øldini hava teir verið rættuliga stinnir. IF Elfsborg hevur heimstað í býnum Borås, sum hevur uml. 64.000 íbúgvar, Borås liggur í Östra-Götalandi, nakað eystanfyri stórbýin Göteborg. Millum okkum, sum vóru smádreingir í 1970-unum er Borås kendur, sum heimsstaðurin hjá fyritøkuni AB Hobex. Frá AB Hobex bar til at bíleggja kinesarar, stinkbumbur, og aðrar stuttligar, og minni skaðiligar skemtilutir. Men neyvan er nakar undir 35 ár, sum kennist við AB Hobex í dag.

 

Kendasti viðhaldsmaðurin

Kendasti viðhaldsmaðurin hjá Elfsborg er fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Ingvar Carlsson. Ingvar Carlsson gjørdist forsætisráðharri í 1986, tá Olof Palme var myrdur. Carlsson sat sum forsætisráðharri til 1991, tá Carl Bildt gjørdist forsætisráðharri. Ingvar Carlsson gjørdist aftur forsætismálaráðharri í 1994, men í 1996 lat hann sessin floksfelagan, Göran Persson. Ingvar Carlsson, sum í dag er 73 ára gamal býr í Borås. Hann er millum drúgvastu og trúgvastu viðhaldsmennirnar, sum Elfsborg eigur. Heri Eysturlíð í Stokkhólmi dugir væl at herma eftir hásu røddini hjá Ingvar Carlsson, tað hava bæði føroyingar og svenskarar sannað. Sjálvur plagar Ingvar Carlsson at skemta við, at orsøkin til, at hann hevur so hása rødd, er tí hann hevur rópt so nógv á Elfsborg í sínum fótbóltsíðinskapi. Tað hevði nú verið stuttligt, um Ingvar Carlsson hevði verið millum áskoðarnar hjá Elfsborg, sum koma til útidystin í Føroyum. Hann hevði havt nakað meir á hjartað enn Al Gore. Og eisini deiligt við kendum fólkum, sum ikki halda seg verða ov “góð” at verða ør í fótbólti!

 

3 kendir spælarar

Tríggir leikarar eru á Elfsborg-liðnum, sum føroyingar kennast við. Talan er um Teddy Lucic, Anders Svensson og Frederik Berglund, sum allir hava leikt við svenska landsliðnum. Berglund kenna fólk frá tíðini hann spældi við FCK og Esbjerg. Anders Svensson spældi 127 dystir fyri Southampton, árini 2001 til 2005. Teddy Lucic, sum hevur spælt við Bologna í Italia, Leeds í Onglandi, Bayer Leverkusen í Týsklandi, og so eisini í IFK Göteborg. Elfsborg hevur eisini ein íslendskan spælara, talan er um Helga Valur Danielsson, sum hevur leikt við íslendska landsliðnum. Ífjør rukku teir í Elfsborg triðja undanumfarinum í Champions League. Teir vunnu fyrst samanlagt 1-0 á Linfield úr Norður-Írlandi. Í næsta umfarinum vunnu teir eisini samanlagt 1-0 á Debrechen úr Ungarn. Ì triðja umfarinum møttu teir Valencia, og tapti Elfsborg 0-3 og 1-2. Tað eydnaðist kortini Elfsborg at vinna seg í UEFA-Cup bólkaspælið. Har taptu teir 1-6 ímóto Fiorentina, 1-3 ímóti Mladá Boleslav og 0-2 ímóti Villareal. Elfsborg fekk eitt stig heima ímóti AEK Athen, tann dysturin endaði 1-1. So teir í Elfsborg vita hvat skal til í evropeiskum høpi.