Partafelagið Fiskaaling, sum hevur fimmti ár á baki, varð stovnað hin 22. september í 1970. Felagið varð stovnað, tí privatur kapitalur megnaði ikki at fullføra fyrstu aliroyndirnar, sum vórðu gjørdar í Føroyum. Sum tíðin leið, megnaðu teir, sum gingu á odda í alingini, at fáa lønsemi, men tað skuldu ganga nógv ár, til føroyingar lærdu seg at ala innan teir karmar, sum náttúran setir.
Jóhanna Lava Køtlum hevur verið stjóri í Fiskaaling síðan í juni 2016, og hon trívist sera væl í hesum starvi. Í sínum størvum á ávikavist Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Umhvørvisstovuni, har hon hevði nógv við alivinnu at gera, hevur hon nomið sær stóra vitan um aling og umhvørvi.
Tað er eingin loyna, at Fiskaaling hevur havt ein týðandi leiklut í, at føroyska alivinnan hevur lært at skipa seg innan náttúrunar karmar og viðurskifti. Í dag arbeiðir stovnurin burtur av við langskygdari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at byggja upp og leggja aftrat vitan á altjóða støði til varandi aling í Føroyum. Stovnurin leggur seg eftir at útvega og savna granskingarúrslit, sum hava týdning fyri føroysku alivinnuna, og tískil skipar Fiskaaling eisini fyri ráðstevnum, har lagt verður upp til at savna vitan til føroysku alivinnuna og føroyskar myndugleikar, sum varða av vinnuni.
- Arbeiðið hjá okkum er ikki longur at ala, sum stovnurin hevur gjørt í nógv ár, men at granska og varpa ljós á burðardygga nýtslu av firðum, lúsatrupulleikan, sum alivinnan dregist við og fiskavælferð. Okkara uppgáva er soleiðis ikki longur at framleiða fisk, men at “framleiða” vitan. Alivinnan er ein ógvuliga vitanartung vinna, og vinnan hevur eisini, sum árini eru liðin, fleiri væl útbúgvin fólk í starvi. Alivinnuni líkt, hugsar vinnan nógv um menning, men tað er ikki minni umráðandi, at allar avgerðir, sum verða tiknar, byggja á hollastu vitan. Alivinnan hevur ein so velduga stóran týdning fyri føroyska búskapin, og hetta ger tað ikki minst umráðandi, at vit eisini tryggja okkara komandi ættarliðum møguleikan at brúka føroysku firðirnar.
Stjórin í Fiskaaling vísir á, at Føroyar eiga fantastiska góðar fyri og sund til aling - ikki minst, tá havt verður í huga, at sjóvarhitin er rættiliga støðugur. - Men, vit mugu ikki gloyma, at okkara firðir eisini hava aðrar uppgávur. Tað er her, at áirnar renna oman, og tað er partvís her, at smáfiskur veksur upp, síl og laksur koma at landi, og tað er her, at eitt nú hummari livir. Tí, hevur tað alstóran týdning við áhaldandi gransking og burðardyggari menning í alivinnuni, og soleiðis er hetta sjálvsagt eisini ein partur av áhuganum hjá teimum, sum gagnnýta firðir og sund, sigur Jóhanna Lava Køtlum.
##med2##
Stjórin fegnast um, at føroyska alivinnan í fleiri ár er sloppin undan álvarsomum fiskasjúkum, sum fyri ikki so mongum árum síðan gjørdu feigdina um seg her hjá okkum, og sum framvegis kunnu gera um seg í alivinnu hjá okkara grannum eystanfyri. - Størsti trupulleiki, sum føroyska alivinnan hevur drigist við seinnu árini, er uttan iva laksalúsin, sum hevur verið ein rættilig plága. Á Fiskaaling royna vit eisini at kanna lívfrøðinga hjá laksalús, sum hevur givið okkara alivinnu so stórar avbjóðingar og sum hevur kostað vinnuni nógvan pening. Laksur, sum er nógv fongdur við lús, kann gerast strongdur, og hetta gongur sjálvsagt eisini út yvir trivnað og vøkstur.
Hon vísir á, at tey á Fiskaaling telja lús í føroyskum alibrúkum, og nú er eisini ásett í kunngerð, hvussu nógva lús eitt alibrúk í mesta lagi kann hava. - Áður var nógv kemikaliu brúkt til lúsareins, men nú verður roynt at basa lúsini við feskum vatni og mekaniskari útgerð. Lúsatrupulleikin fyllir nógv í alivinnuni - ikki bara í Føroyum, men eisini í okkara grannalondum. Granskarar, sum arbeiða innan hetta øki, brúka nógva orku upp á, hvussu komast kann lúsatrupulleikanum til lívs, soleiðis at fiskavælferðin verður betri. Alivinnan er líka sum í kríggi móti lúsini, men tað er sjáldan, tú vinnur eitt krígg - og í besta føri hevur eitt kríggj sínar avleiðingar. Eitt er, at vit royna at kanna lívfrøðina aftan fyri lúsina, og annað er, um tað ber til at menna fiskin genetiskt, soleiðis at lúsaplágan á tann hátt verður minni.
Jóhanna Lava Køtlum sigur, at Fiskaaling arbeiðir neyvt saman við alivinnuni, og stovnurin arbeiðir eisini neyvt saman við myndugleikunum, sum umsita føroysku alivinnuna. - Men, vit eru eisini tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er, at stovnurin arbeiðir óheftur av fíggjarligum og politiskum áhugamálum. Soleiðis starvast okkara granskarar óheftir við sínum verkætlanum, og hetta er eftir mínum tykki sera umráðandi fyri ein stovn sum okkara.
Stjórin í Fiskaaling sigur, at eitt, sum tey eisini arbeiða við á Fiskaaling, er vælferðin hjá eitt nú rognkelsum sum reinsifiski. - Her royna vit at útvega okkum neyðuga vitan við eitt nú at gera trivnaðarkanningar av rognkelsum. Hetta er ein fantastiskur fiskur til at tálma laksalús, men skulu rognkelsi gera sítt arbeiði til lítar, skulu tey eisini hava tað gott og trívast, har tey eru. Soleiðis verður eisini neyðugt at finna út av, hvat besta fóður er til rognkelsi, soleiðis at hesi kunnu verða til størst møguligu nyttu. Eins og annar fiskur, kunnu eisini rognkelsi fáa sjúkur, um tey ikki trívast.
Jóhanna Lava Køtlum sigur, at Fiskaaling samstarvar við granskingarstovnar aðrastaðni, og her verður nógv gjørt burtur úr fiskavælferð, eins og lúsaplágan fyllir rættiliga nógv. - Vit hava eisini fokus á vatngóðskuna og resirkulering av vatni á smoltstøðum, og vit hava ein leiklut í, at alarar nú royna at hava smoltini longri uppi á landi, soleiðis at lúsaplágan verður tað minni, tá fiskurin verður settur út. Vit eru eisini við í øðrum royndum, sum kunnu koma at hava týdning fyri føroysku firðirnar og soleiðis eisini fyri føroyska aling. Hesar royndir snúgva seg um at ala tara, krækling og laks í sama øki, har kræklingur upptekur tað, sum laksur útskilir - og tarin upptekur tað, sum kræklingur útskilir, sigur Stjórin leggur aftrat, at slíkar royndir, sum verða gjørdar á Sørvágsfirði, verða fíggjaðar við ES-stuðli og stuðli frá Norðurlandaráðnum.
Endamálið er at brúka alt, sum við slíkari flættaðari aling fer út í firðirnar.
##med3##