Á heimsins hægsta tindi

Um mánaðarskifti greiðir Arne Vatnhamar frá túrinum upp á Mount Everest í Norðurlandahúsinum og í Høllini á Eiði

Tann 26. juli og 3. august fer Arne Vatnhamar at greiða frá ferðini upp á Mount Everest. 26. juli kl 16 verður hann at hoyra í Norðurlandahúsinum og tann 3. august kl 19 í høllini á Eiði.


Túrurin tók samanlagt átta vikur, og samstundis við at Arne var á veg upp eftir norðursíðuna, rakti eitt ógvusligt skalvalop suðursíðuna og 16 fólk doyðu.

Ein av orsøkunum til, at Arne valdi norðursíðuna, var júst, at fleiri skalvalop og objektivar forðingar eru á suðursíðuni.

 

- Áhoyrarin fær alla søguna fortalda saman við myndum frá túrinum. Samstundis fari eg at royna at geva eina lýsing av, hvat drívur verkið, sigur Arne Vatnhamar.


Hann fekk sína lívs avbjóðing, tá hann við vætu í lungunum valdi at klintra víðari upp á toppin á Mount Everest og helt eina løtu, at hann fór ikki at vinna heimaftur.

Nú kunnu øll hoyra Arna greiða frá, hvussu hann fyrireikaði seg uppá túrin, og hvussu hann megnaði at gjøgnumføra hann, hóast stórar kroppsligar trupulleikar.

Atgongumerki eru at fáa á www.nlh.fo og kosta 150 krónur

Fyri at síggja plakatina fyri tiltakið, trýst á linkið undir greinini.