fremmant hús at vera í. Zeljka kom í eina sera trupla støðu. Hon var kroati og hevði familju kroatisku meðni, meðan maðurin var serbi og endaði í serbiska herinum. Beiggi hennara var í kroatiska herinum, [...] Olsen, sum líkasum hevur verið millummaður í hesum málinum um eysturslavonsku flóttafólkini, sum ikki fingu uppihaldsloyvi í Danmark, men lógliga kunnu vera í Føroyum. Ein skúlagenta um átta- tíggju ára [...] kroatiskir hermenn og noyddu allar serbar í Vesturslaovnia at flýggja. Í eina viku flýddu 300.000 fólk. Tey flýddu til Eysturslavonia, greiðir Zeljka frá. Har búðu tey so í sjey ár sum flóttafólk. Einki arbeiði
ætlanin er at framføra í Fríðrikskirkjuni í febr. ella mars næsta ár. Í tí sambandinum hevur kórið tørv á royndum sangarum, bæði altum, sopranum, tenorum og bassum. Síðsta vikuskifti í okt. er ætlanin at hava [...] Sangkóri í Vágs kirkju. Eisini verða gjørdar fyrireikingar til eina noregsferð í juni at vitja kórið Oster Blandakor, sum var og vitjaði Eystankórið í summar. Nýggir sangarar, sum hava hug at vera við í kórinum [...] Í kvøld, 19. okt. kl. 20 byrjar Eystankórið aftur venjingar sínar í Glyvra Skúla undir leiðslu av Símun Nónklett. Umframt føroyskar og útlendskar sangir fer kórið undir venjingar av verkinum Blest pair
kann siga, at teir ganga hond í hond. Børn fara fyrst í barnagarð síðan í skúla. Tað er eingin loysn, at fólk, sum byggja á Argjum, skulu hava børn síni gangandi á stovnum í Havn. Tað besta er, at tey eru [...] fari í míni fyrstu grein at umrøða tey málsøkir, sum har eru. Skúlin Skúlin hevur nú í fleiri ár verið alt ov lítil, so hetta er eitt sjálvsagt øki at fáa loyst. Annað hvørt við einum nýggjum skúla, ella [...] ella byggja upp í núverandi. Hetta hevur alstóran týdning, tá ið fólkatalið á Argjum økist í stórum. Barnagarðurin Hesin eins og skúlin hevur eisini bráskund, tí hesir stovnar hanga saman, við tað at ein
leiðslu skúlans m.a., at nýggir lærlingar ikki sleppa í læru fyrrenn um tvey ár, og at teir, ið hava gjørt sáttmála eftir 1. august í ár, ikki sleppa í skúla fyrrenn um tvey ár. Umframt at neyðugt verður at [...] freistast til at fáa illgruna um, at hetta er liður í eini miðvísari herferð ímóti skúlanum við tí endamáli fyrr ella seinni at taka hann av! Tingið viðger í løtuni uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri næsta [...] skúlanum er 19,1 milj. kr. Undirritaði fer í hesum sambandi at loyva sær at heita á allar tingmenn, ikki minst teir úr Suðurstreymi, um at reisa uggafjaðrarnar í hesum máli og koma Tekniska Skúlanum til
Horizon bíbilskúli Næmingar úr bíbilskúlan-um World Horizon luttaka á møti í Ranhøll í Sandvík í dag kl. 17 og á morgunmøti í Sion í Vági sunnumorgunin kl. 11. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin [...] i kl. 20. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUM: Eldrasamkoman, Heini Olsen sigur frá um gamlar bygdagøtur. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Frelsunarherurin í Havn Fríggjadagin kl. 20 [...] eru vælkomin. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 18 møti í Hósvík við Sam Jakobsen. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará. Týsdagin kl. 20 húsmøti
Birgir Kruse Familjusjónleikur: Í dag verður sjónleikurin um stuttligu, men balstýrnu gentuna, Pippi, sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Liðin eru 55 ár síðani hin brátt 93 ára gamla Astrid Lindgren fyrstu [...] søguna um Pippi Langsokk í bók. Síðani er ein røð av søgum um Pippi komnar, sum fleiri eru gjørdar til film. Eftir at hava ferðast á teim sjey høvunum, hoyrdu vit hana í Útvarpinum og í dag fáa vit so høvi [...] tilveru, tá umræður viðurkenning í bókmentunarligum granskingarhøpi. Ta tíðina, realisman var í høvuðssæti og alt ráddi um at verða tilbúgvin, vórðu søgur Lindgrens blakaðar út í myrkrið, tí tær lærdu okkum
hevur sitið í barnavernd í nógv ár, segði, at hann kundi vátta tað, Lisbeth Rask segði. Hann kendi eyðkennini í ólukku mát. Hevði sjálvur arbeitt bæði í Danmark og Føroyum. Hann vísti á, at í umleið helvtini [...] rúsdrekka verið uppií. Í hansara føri var at siga, at í kommununi, hann hevur arbeitt í, eru fá dømi um vanrøkt børn. Hann metti tað var tí, at netverkið rundan um borgararnar í kommununi var so mikið [...] komin bæði svong og skitin í skúla. Her hevur skúlin tikið sær av børnum, sum sjónliga hava verið forsømd. Tað er upplagt, segði Arne Ludvig, at eitt barn, sum kemur skitið í skúla og luktar, verður happað
soleiðis at staturin í dag fær bæði skatt burtur úr og eigarapart í tí parti staturin hevur í hvørjum øki ? í mun til í Føroyum, sum støðan er nú við 1. útbjóðing ? har Føroyar bara fáa lut í skattingini. Pætur [...] Müller Í dag arbeiða nógvir føroyingar í oljuvinnuni í øðrum londum. Ein teirra er 37 ára gamli Pætur Danielsen av Skála. Sosialurin hitti hann á føroyska básinum á altjóða oljumessuni í Stavanger í heyst [...] hevði arbeiði hjá DSB. Tá hann var liðugur at lesa í 1996 datt hann fram á lýsing í bløðunum frá Statoilbólkinum, sum beyð fýra føroyingum á skúla í Bretlandi. Statoilbólkurin kallaður AMG, var tá rættiliga
tikkur Vit kunna vænta, at fleiri fólk í styttri ella longri tíðarskeið fara at búseta seg í Føroyum. So er spurningurin, hvar í landinum tey vilja búgva. Her í miðstaðarøkinum kunna vit vænta, at fólkatalið [...] Elin Lindenskov forkvinna í Sosialu nevnd í Tórshavn Nú oljivinnan av álvara er farin at fyrireika seg her í Føroyum, eru fleiri kanningar og fyrireikingar gjørdar av havbotninum, umhvørvinum, havnaløgum [...] Oljufeløg eru longu nú farin at lýsa í bløðunum eftir íbúðum/húsum til síni starvsfólk. Hetta er bara byrjanin, vit kunnu vænta at síggja nógv fleiri av hesum í framtíðini. Tí er tað sera umráðandi, at
miðdepil í hesum høpi. Sama hvar útgerðarhavnin verður. Flestu oljufeløgini, ið nú hava fingið loyvi at leita eftir olju undir Føroyum, hava longu ella fara í næstum at lata upp skrivstovur her í høvuðsstaðnum [...] heldur enn einstaklingar, sum bert eru her í eina styttri tíð og lítið og onki leggja eftir seg. Men hetta krevur m.a., at íbúðar-, skúla- og frítíðarviðurskiftini eru í lagi, soleiðis at tey kunnu trívast her [...] bert starvsfólk teirra á landi, men eisini úti á leitingarøkinum, ætla at søkja sær bústað her í kommununi ella í grannalagnum. Summi við øllum sínum húski. Setur stór krøv Hetta økir sjálvandi um tey frammanundan