Birgir Kruse
Familjusjónleikur: Í dag verður sjónleikurin um stuttligu, men balstýrnu gentuna, Pippi, sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Liðin eru 55 ár síðani hin brátt 93 ára gamla Astrid Lindgren fyrstu ferð segði søguna um Pippi Langsokk í bók. Síðani er ein røð av søgum um Pippi komnar, sum fleiri eru gjørdar til film. Eftir at hava ferðast á teim sjey høvunum, hoyrdu vit hana í Útvarpinum og í dag fáa vit so høvi at hitta hana enn nærri ? á heimligum palli í 74 ára gamla Sjónleikarhúsinum, har upprunaligi tónleikurin hjá Georg Ridel rungar afturvið. So nú er at syngja hjúlahopp, hjúlahey, hjúlahoppsasa.
Sterka gentan
Fáar gentur eru so kendar sum Pippi. Allastaðni í heiminum er hon kend. Og allastaðni er hon hetjan. Pippi er ímyndin av sterka barninum, sum gongur egnar leiðir ? og megnar tað.
Stundum hevur hon verið mett í so balstýrin, ja beinleiðis anarkistisk og kollveltandi. Samstundis hevur rithøvundin aftanfyri Pippi, aldrandi svenska Astrid Lindgren, livað eina skiftandi tilveru, tá umræður viðurkenning í bókmentunarligum granskingarhøpi.
Ta tíðina, realisman var í høvuðssæti og alt ráddi um at verða tilbúgvin, vórðu søgur Lindgrens blakaðar út í myrkrið, tí tær lærdu okkum ikki at vaska upp og ganga rætt tvørtur um vegin. At hugflogið eisini hevði heimarætt, lærdu vit seinni. Tá gjørdist Lindgren við stórbærum, tíðarleysum søgum, bjartasta navn tá umráddi bøkur til børn. Og tað hóast hon kundi taka upp døpur evni sum deyða, myrkur og ótta, sum í søgunum um brøðurnar Leyvuhjarta og Mio mín Mio.
Lindgren hevur sum eingin sligið navnið fast innan tað bókmentanarliga rák, sum nevnt verður fantastikkur, ella listahugflog. Øll makt ? ikki til Tengil ? men til hugflogið.
Orðið í norði
Men stuttlig er hon sanniliga eisini, hon Lindgren. Tak til dømis søgurnar um Emil og skálkabrøgd hansara á Kattholti. Á hvørjum ári, tá veturin er í nánd, plaga bókasøvn at skipa fyri einhvørjum norrønum bókmentunarligum tiltaki. "Orðið í norði" hevur føroyska heiti verið.
Í ár fer tiltakið av bakkastokki 13.-19. november. Ljós verða slókt, kertur tendraðar og um somu tíð verður á móðirmálinum í øllum Norðanlondum lisið úr bókini "Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd" (bls. 15 og fram). Bókin, sum kom á føroyskum í 1996, er týdd til øll norðurlendsk mál. Í somu viku, hin 14. november, er 93 ára føðingardagur Astrid Lindgrens. So tá er verulig orsøk at tendra kertur.
Mest lánt
Bæði Landsbókasavnið og Býarbókasavnið hava lagt seg eftir at vera væl við á alnótini. Umframt at kunna um bókmentunarlig rák og viðurskifti, hava søvnini gjørt upp, hvør bókin er hin mest lánta. Hyggja vit at barnabókum, er júst ein Pippi-bók hin mest útlánta á Býarbókasavninum í Havn. Bókin er "Kennir tú Pippi Langsokk?", sum er ein av fleiri bókum, sum Turið Sigurðardóttir hevur týtt úr svenskum og Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Hendan, sum er ein myndabók, kom út í 1996. Í hesum Pippi-døgum kemur frá sama týðara og forlag enn ein myndabók um sterku gentuna, sum dugir so væl at hava tað stuttligt og leggur líka í, hvat hini halda. Bókin nevnist "Pippi heldur føðingardag". So nú Pippi skal á pallin og "mamma" hennara fyllir 93, er gott at vita, at hon er "still going strong". Bæði mamman og Pippi.
Pippi
Hyggja vit í svensku orðabókina, so kann orðið "pippi" merkja fjas, ørskapur og at verða í sjúkliga góðum lag, mótvegis tunglyndi. Eisini sipar navnið til fugl í búri.
Ein av góðu gomlu stuttfilmunum hjá Laurel og Hardy (Gøg og Gokke) "Wrong Again" frá 1929 rópast á svenskum "Pippi i kvadrat". Søgan er í stuttum, at ein ríkmaður vil hava eina mynd av einum hesti. Ístaðin fyri innrammaðu myndina fær ríkmaðurin ein veruligan, livandi hest. Kanska hevur Astrid Lindgren sæð filmin og funnið uppá Pippi, ella í minsta lagi hestin. Hvør veit? Hugflogið setur eingi mørk.
Frá bók til film
Í 1945 kom fyrsta bókin á svenskum um Pippi. Árið fyri hevði Astrid Lindgren, meðan hon lá sjúk, skrivað fyrstu søguna um Pippi og givið dótturini Karin hana í føðingardagsgávu. Eitt bókaforlag fekk søguna og tíðarskeiðið 1945-48 komu tríggjar Pippi bøkur, sum allar blivu til film.
Fyrsta filmin gjørdi Per Gunvall í 1949. Hann róptist stutt og greitt "Pippi Långstrump" og høvuðsleiklutin hevði Viveca Serlacius.
Tjúgu ár seinni bleiv Inger Nilsson stóra barnastjørnan sum Pippi í eini sjónvarpsrøð, sum sviar og týskarar gjørdu saman. Leikstjóri var sviin Olle Hellbom og tónleikin átti Georg Ridel, sum er ættaður úr Tjekkoslovakia. Sangurin hjá Inger Nilsson bleiv kendur víða hvar og tað er júst hesin tónleikurin, sum er partur av føroyska leikinum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Pauli Nielsen, sum hevur týtt leikin, hevur fingið hjálp frá Jytte Joensen, tá umræður sangirnar.
Væleydnaða svensk-týska sjónvarpsrøðin um Pippi í 1969 bleiv árið eftir til tveir svenskar biograffilmar "Pippi Lånstrupm på på de sju haven" og "På rymmen med Pippi Långstrump", eins og drúgva sjónvarpsrøðin varð sett saman til ein triðja biograffilm um Pippi trý ár seinni "Här kommer Pippi Långstrump".
Altjóða teknifilmur
Í 1997 verður Pippi til altjóða teknifilmin "Pippi Longstocking". Tað eru sviar og kanadiar, sum standa saman um verkætlanina. Undir leiðslu Clive Smiths, verður filmurin marknaðarførdur undir heitinum "The world?s strongest girl", hvørs fulla navn á enskum er Miss Pippilotta Delicatessa Windowshade Mackrelmint Efraimsdottir Longstocking. Sangirnir í hesum teknaða filmi um 9 ára gomlu Pippi eru ikki teir kendu kvøðuljómsslagararnir hjá Georg Ridel, men nýyrktir í vanligu og mangan tannleysu musical-traditiónin. Tónleikin eigur Anders Berglund og svensku orðini Ture Rangström. Teir fáa vánaligt skoðsmál. "The songs are dreary" sigur kendi ummælarin Leonard Maltin. So her er enn ein orsøk at fara í Sjónleikarhúsið og hoyra røttu Pippi-sangirnar.
Pippi í Sjónleikarhúsinum
Tá Sjónleikarhúsið í kvøld letur dyrnar upp fyri leikinum um Pippi, er tað Elin Karbech Mouritsen, ið hevur leikstjórnanina um hendi. Elina kenna vit bæði av palli, úr útvarpi, sjónvarpi og eisini í filminum hjá Katrini Ottarsdóttir "Bye, bye bluebird". Áður hevur hon m.a. leikstjórnað barnaleikinum um "Kardummummubýin" eftir søgu hjá Torbjørn Egner.
Til høvuðsleikara hevur hon valt Beintu K. Clothier, meðan Gunn Weihe Reinert og Turpin N. Djurhuus hava leiklutirnar sum ávikavist Annika og Tommy. Í drúgva leiklistanum síggja vit hestar, klovnar og sirkusstjórar ? og Sonna Smith sum matrós!
Tað er Pauli Nilsen, sum hevur týtt leikin úr svenskum.
At seta leik upp er umfatandi arbeiði. Tað sæst í eini og hvørjari leikskrá. Framleiðslustjórin er hann, ið skal fáa alt at bera til, so dyrnar kunnu latast upp og vit kunnu njóta listarliga avrikið hjá fremst av øllum leikstjóranum og scenografinum.
Oddvá Nattestad er dagsins framleiðslustjóri. Og tá hon er leys av frumframførsluni av Pippi Langsokki, tekur hon við sum samskipari í verkætlanini Listahátíð Føroya. Oddvá, hvørs dagliga yrki er at undirvísa í Hoyvíkar skúla, hevur eins og Elin eisini gjørt barnaútvarp. Einaferðina hevði hon samrøðu við rithøvundan, Astrid Lindgren, og um sama mundi royndu føroyingar at fáa aldrandi Lindgren til Føroya. Í góðsligum brævi svaraði hon sniðfundig sum altíð, at nú var hon ov gomul til at gremja seg um aldri at hava vitja smáu oyggjarnar í útnorðri. "Men" legði hon afturat "mangan havi eg flogið yvir oyggjum tykkara og tá plagdi eg altíð at hugsa um tykkum, sum har munnu liva".
Pallmyndina og búnarnar í leikinum um Pippi Langsokk hevur Edward Fuglø gjørt. Hetta er triðja ferðin, at hann ger pallmynd til leik, ið byggir á søgu eftir Astrid Lindgren. Fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur hann áður gjørt pallmynd til leikirnar Brøðurnir Leyvuhjarta og Mio mín mio. Tilsamans hevur Edward gjørt fleiri enn 40 pallmyndir og hevur myndskrýtt hópin av bókum, eisini í altjóða høpi. Myndir hjá Edwardi kunnu eisini síggjast á heimasíðuni www.fararts.com.
Sjónleikarhúsið brátt 75
Formaður í Havnar Sjónleikarafelag er Heðin Mortensen og dagligur leiðari er Birita Krossteig. Í skránni bjóðar Birita stórum og smáum vælkomin til Pippi-sýningina við hesum orðum: "Komandi ár fyllir Sjónleikarhúsið 75 ár og í øll hesi ár hevur sjónleikur verið spældur í húsinum. Vit hava dansað og sungið á palli og handan pall. Vit hava grátið og flent, vit hava havt góðar tíðir og ringar tíðir, men vit, sjónleikaáhugað, hava megnað at standa saman um okkara elskaða hús. Verri enn so samd í øllum, men altíð til frama fyri Sjónleikarhúsið, og hetta er júst andin, sum PIPPI-hópurin er fyltur av, og soleiðis eigur tað at verða í Sjónleikarhúsinum".
Strakosch forlagið
Eins og vit kenna tað úr tónleikinum, eru fleiri, ið vara av rættindum hjá teimum, sum gera sjónleik. Forlagið, sum eigur Pippi-leikin, eitir Nordiska Strakosch Teaterförlaget og hevur heimstað í Keypmannahavn. Strakosch-forlagið umboðar eisini Pippi-sangleikin hjá Sebastian.
Við rót í tónaforlagnum Wilhelm Hansen, og eini søgu, sum fevnir um tríggjar øldir, umboðar Strakosch-forlagið altjóða nøvn sum Bertholt Brecth, Samuel Beckett og fleiri fronsk, ensk og amerikansk við. Sama forlag varar av aktuella leikinum hjá Grímu "Krypilin úr Inishmaan" eftir unga, gitna sjónleikarithøvundan Martin McDonagh.
Strakosch-forlagið umboðar eisini norðurlendskar rithøvundar. Millum aðrar Astrid Lindgren, sum forlagsstjórin, Hanne Wilhelm Hansen, sigur seg hava havt alstóra gleði av. Men tá snýr tað seg bara um sjónleikapartin og ikki fagurbókmentirnar, sigur hon. Tey rættindini eiga onnur. Sum dømi um væleydnað samstarv millum Astrid Lindgren og Hanne Wilhelm Hansen er sangleikurin um aktuellu Pippi, har danski Sebastian hevur gjørt tónleikin. Sum áður nevnt er tað Georg Ridel, ið hevur gjørt tónleikin í teirri uppsetingini, vit nú síggja í Sjónleikarhúsinum.
Við í skránni hjá Strakosch-forlagnum eru eisini nøvn sum svenski rithøvundurin Per Olov Enquist og amerikanski leikstjórin og listamaðurin Robert Wilson, sum saman við kenda tónleikaranum Tom Waits arbeiðir við leikinum "Woyzek" á danska Betty Nansen sjónleikarhúsinum. Sami leikur varð settur upp í Sjónleikarhúsinum miðskeiðis í sjeytiárinum.
Nobelvirðisløn?
Fleiri eru tey, sum vilja at ávísir persónar skulu fáa virðisløn Nobels. Leingi hevur hoyrst um fólk, sum virka fyri, at sangarin og yrkjarin Bob Dylan skal fáa virðislønina. Í førinum Astrid Lindgren er í so máta einki undantak.
Millum tey, sum hava sett sær fyri, at Lindgren skal fáa Nobelvirðislønina er svenski Fryxell skúlin í Västerås. Teir um 700 næmingarnir, sum her ganga og lærarar teirra, hava tikið alnótina í brúk, til tess at herða kravið um at "okkara Astrid" skal fáa hesa virðisløn.
Næmingarnir vísa til, at bøkur Lindgrens eru týddar til 76 tungumál og at sølan fevnir um fleiri enn 100 milliónir eintøk. Harafturat staðfesta svensku næmingarnir, at hvørt ár verða tvær millónir eintøk av Lindgren-bókum læntar á bókasøvnum. Hetta ger hana til best umtókta svia, siga tey. Eisini eru tey komin eftir, at heilir skúlar eru uppkallaðir eftir henni. Ein er Astrid Lindgren Schule í Ennigerholt í Týsklandi.
Og so koma ørindini hjá næmingunum: Ongantíð hevur Astrid Lindgren fingið Nobelvirðislønina! Spurt verður: "Heldur tú, at svenski kongurin skal handað okkara Astrid Nobelvirðislønina, so sig okkum frá". Skuldi onkur havt huga at stuðla tiltakinum, so er heimasíðan at finna á www.fryx.vasteraas.se.
- Góða skemtun!










