Eystankórið

byrjar venjingar sínar aftur nú hóskvøldið

Í kvøld, 19. okt. kl. 20 byrjar Eystankórið aftur venjingar sínar í Glyvra Skúla undir leiðslu av Símun Nónklett. Umframt føroyskar og útlendskar sangir fer kórið undir venjingar av verkinum Blest pair of Sirens av C. Hubert H. Parry og Milton, sum ætlanin er at framføra í Fríðrikskirkjuni í febr. ella mars næsta ár. Í tí sambandinum hevur kórið tørv á royndum sangarum, bæði altum, sopranum, tenorum og bassum.

Síðsta vikuskifti í okt. er ætlanin at hava konsert saman við Ljómi og Vestmanna Sangkóri í Vágs kirkju. Eisini verða gjørdar fyrireikingar til eina noregsferð í juni at vitja kórið Oster Blandakor, sum var og vitjaði Eystankórið í summar.

Nýggir sangarar, sum hava hug at vera við í kórinum, eru vælkomnir. Møtið upp nú hóskvøldið í Glyvra Skúla.