Tekniski skúlin aftur hóttur

Enn eina ferð sær ikki mætari út enn, at landsins myndugleikar aftur eru í ferð við at máa støðið undan Tekniska Skúlanum í Havn.

Hetta hóast lærlingatilgongdin er støðugt vaksandi (takkað veri økta virkseminum innan handverksvinnuna), og brúk sostatt er fyri skúlanum nú meira enn nakrantíð.

Men trongu fíggjarkarmarnir, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur kroyst oman yvir skúlan næsta ár, taka snøgt sagt grundarlagið undan honum.

Munurin millum uppskot skúlans til fíggjarætlan fyri 2001 og tað, sum UMMS hevur álagt skúlanum at halda seg innan fyri, er slakar fimm miljónir krónur.

Leiðsla skúlans hevur gjørt myndugleikunum greitt, at verður hetta úrslitið, fær tað sera álvarsamar avleiðingar fyri undirvísingarvirksemið á skúlanum.

Krøvini til vinnuskúlar gerast alt størri, og fær Tekniski Skúlin ikki tær sømdir, ið neyðugar eru fyri at kunna lúka hesi krøv, ja, so fær hann heilt einfalt ikki virkað sum ein vinnuskúli.

Soleiðis, sum skúlin hevur verið viðfarin av myndugleikunum gjøgnum árini, kann ein ikki annað enn freistast til at fáa illgruna um, at hetta er liður í eini miðvísari herferð ímóti skúlanum við tí endamáli fyrr ella seinni at taka hann av!

Tingið viðger í løtuni uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri næsta ár, har landskassastuðulin til Tekniska Skúlan er settur til 14,3 milj. kr., meðan tørvurin hjá skúlanum er 19,1 milj. kr.

Undirritaði fer í hesum sambandi at loyva sær at heita á allar tingmenn, ikki minst teir úr Suðurstreymi, um at reisa uggafjaðrarnar í hesum máli og koma Tekniska Skúlanum til hjálpar, so hann fær ta neyðugu játtanina at virka undir næsta ár.

Fær hann ikki tað, verður avleiðingin sambært leiðslu skúlans m.a., at nýggir lærlingar ikki sleppa í læru fyrrenn um tvey ár, og at teir, ið hava gjørt sáttmála eftir 1. august í ár, ikki sleppa í skúla fyrrenn um tvey ár.

Umframt at neyðugt verður at leggja deildir niður við teimum harav standandi avleiðingum fyri viðkomandi vinnugreinar.

Hetta verður ein dyggur smeitur fyri handverksvinnuna, ið eftir sváru kreppuárini nú so smátt er um at koma fyri seg aftur.

Støðan er við øðrum orðum sera hættislig, og vónandi leggja tingmenn sær hetta bæði væl og virðiliga í geyma í sambandi við víðari viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.


Leivur Hansen

borgarstjóri