nøkulunda tann sami, sum hann er vanur at vera. Tí er tað sera óheppið, at vit ikki fáa siglt sum vanligt, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Hann væntar ikki, at veðrið fer at broyta ferðaætlanina í morgin. [...] Smyril, har Norrøna nú liggur. Vit hava spurt, um tað ikki ber til at flyta Norrønu, men tað ber ikki til, hava vit fingið at vita, tí at onkrar umvælingar verða gjørdar, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Smyril [...] atløguplássið í krókinum, har Smyril vanliga leggur at, um umstøðurnar eru, sum tær eru í dag. Ymsar umvælingar verða gjørdar, og tí ber ikki til at flyta Norrønu. – Hann er útsynningur vestan og upp í
tey skulu bera seg at í hesum sambandi. Í Heilsumálaráðnum siga tey, at avtala tí er gjørd við Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið um, at læknavaktin 1870 verður mannað upp, soleiðis at ringjast kann til [...] hevur verið sera stórt seinastu dagarnar. Hetta hevur havt við sær, at tað hevur verið trupult hjá fólki við bráðfeingis sjúkum at fáa samband við lækna. Tað siga í Heilsumálaráðnum. - Fólk hava vent [...] viku. Lagt verður aftrat, at læknavaktin er ætlað fólki, sum eru sjúk ella halda seg hava sjúkutekin. - Um fólk hava aðrar spurningar um corona-smittuna, eru tey vælkomin at senda ein teldupost til corona@hmr
corona-smittan er farin at gera um seg í grannalondunum, og at vit tí eiga at verða eyka varin í Føroyum ta næstu tíðina, hevur starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroya avgjørt fyribils at útseta allar hond [...] Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, segði í Sportboxini í FM1, at hetta er óheppið, men at fyribils verður bara hugsað um at koma gjøgnum komandi tvær vikurnar. Hondbóltssambandið hevur útsett allar [...] EHF, evropesiska hondbóltssambandið, hevur í dag boðað frá, at orsakað av truplu støðuni við Corona-smittuni, at EM-undandystirnir, sum skuldu verða 25. og 29. mars eru útsettir skrivar Hondbóltssambandið
– Endamálið er at hjálpa hinum einstaka at vaksa í kristiligum lívi og tænastu. Kirkjan er einki uttan kirkjufólkið, tí er tað neyðugt, at hin einstaki lærir Gud at kenna og fær hjálp at liva tað kristiliga [...] kristiliga lívið. At elska Gud og at elska næstan er kristindómsins mál og mið, sigur Bergur Debes Joensen, prestur, sum byrjaði PODAS. PODAS Ekklesias er grikskt. PODAS merkir "føtur", og Ekklesias “kirkja” [...] “kirkja”. – Í kirkjuni er tað týdningarmikið at sita við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur, sigur Bergur D. Joensen. Ásbjørn Jacobsen hevur nógv ára royndir innan leiðslu frá Kirkjuligu Heimamissiónini
felagnum seinastu árini umframt at hava verið næstformaður áðrenn hetta, hevur valt at takka fyri seg sum formann í felagnum. Sostatt er neyðugt at felagið fær ein nýggjan formann at leiða felagið, skrivar TB [...] januar 2020, men uppmøtingin var ov litil og tí bleiv avgjørt at útseta fundin eina viku, skrivar TB á heimasíðuni. Henrik Thomsen boðaði frá, at hann takkar fyri seg sum formaður. - Henrik Thomsen, ið hevur [...] formaður, hansara lætta lyndið og róliga hond undir felagnum hevur verið við at tryggja støðugleika, sum millum annað vísti seg at verða heldur buldrasligt eftir samstarvið um felagsliðið slitnaði, skrivar
tá Peter Wright hevði trupult við at fáa pílarnar at sita, so megnaði Michael van Gerwen ikki at svara aftur. Tað endaði við at Peter Wright hevði tríggjar royndir at seta ein píl í double 10. Tann triði [...] 7-3. Peter Wright vísti longu frá byrjan, at hann ætlar sær heimsmeistaraheitið í dag. Hinvegin sá Michael van Gerwen alt annað enn sannførandi út. Hann plagar at buldra pílarnar í puntin, sum gevur tríggjar [...] sostatt er 49 ára gamli Peter Wright heimsmeistari í dart á fyrsta sinni. Hann bleiv so rørdur at hann fór at tára á pallinum.
umsitur fótbóltslógina, hevur í dag boðað frá at tað nú er møguligt at gera fimm útskiftingar, eftir at FIFA kom við uppskotinum, nú fleiri deildir leggja upp til at spæla nógvar dystir upp á stutta tíð. Les [...] eisini kann raka í Føroyum er, at nú verður spælt á hásumri. Tá kann eisini verða brúk fyri vatn-steðgi og spælarar eru meiri útsettir. Hvørt liðið hevur tó bara tríggjar steðgir at fremja útskiftingarnar, umframt [...] umframt í hálvleikinum. Tað er upp til Fótbóltssambondini um tey velja at brúka reglubroytingina. Millum deildirnar, sum fara at brúka nýggju regluna er spanska La Liga.
kettu. Kunngerðin fer at herða reglurnar fyri, hvørji hundasløg kunnu innflytast til Føroya, og frameftir fer tað ikki at bera til at taka hundin við sær til Danmarkar - hvørki til at ferðast ella í sambandi [...] Vinther. Nýggja kunngerðin fer at hava við sær, at hundaeigarar kunnu ikki fara til Danmarkar við hundinum í heilsuørindum, umframt at hundar kunnu ikki fara til Danmarkar at venja ella kappast. Les alla [...] sambandi við heilsukanningar ella hundaítrótt. Hetta fer at steðga allari hundamenning í Føroyum, halda Rúni Sundberg Patursson og Maria Bonde Vinther frá Føroya Hundaførarafelag og Hundaeigarafelag Føroya
trý pør fiska gulllaks, nú gulllaksavertíð er. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju. Teir smáu trolbátarnir [...] nú aftur loyvi at fiska á landleiðini. Nakrir eru longu farnir út at royna eydnuna. - Trolbátarnir á landleiðini fáa eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu og havtasku. Væntandi er, at trolbátarnir koma [...] tíðina. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll trý garnaskipini koma inn at landa hesa vikuna.
tuni ber ikki til at halda tílíkt tiltak, har fleiri túsund fólk savnast í býnum. Tí er avgerð tikin um at flyta mentanarnáttina. Enn er trupult at siga, um korona eisini ávirkar, at Mentanarnáttin kann [...] Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at Mentanarnáttin, sum man vera eitt av størstu tiltøkunum í Havn, verður útsett til 11. september í ár. Mentanarnáttin plagar at verða hildin fyrsta fríggjadag í juni [...] kann verða í september, sigur Tórshavnar kommuna, sum kortini vónar, at hetta fer at bera til. – Í 19 ár hevur Mentanarnáttin ment seg til eitt av størstu einstøku tiltøkunum í Tórshavn. Tiltakið er vaksið