Tá henda vikan byrjaði, vóru fimm partrolarapør á upsaveiði. Herfyri fingu skipini væl av stórun og góðum upsa, og onkur pør gjørdu heilt góðar túrar, men í seinastuni hevur fiskiskapurin eftir upsa aftur verið lakari.
Eitt partrolarapar fiskar kongafisk, og trý pør fiska gulllaks, nú gulllaksavertíð er. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju.
Teir smáu trolbátarnir, sum ikki hava verið so virknir seinastu tíðina, nú fiskaprísurin er so lágur, hava nú aftur loyvi at fiska á landleiðini. Nakrir eru longu farnir út at royna eydnuna.
- Trolbátarnir á landleiðini fáa eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu og havtasku. Væntandi er, at trolbátarnir koma inn aftur at landa síðst í hesi vikuni.
Garnaskipini liva sítt lív, og í løtuni fiska trý skip svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Garnaskipini koma og fara, tí gørnini standa úti alla tíðina. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll trý garnaskipini koma inn at landa hesa vikuna.