Finalan í PDC World Championship í dart hevur verið í kvøld. Tað var litfagri avbjóðarin úr Skotlandi, Peter Wright, sum vann á favorittinum og verandi meistaranum Michael van Gerwen. Úrslitið bleiv 7-3.
Peter Wright vísti longu frá byrjan, at hann ætlar sær heimsmeistaraheitið í dag. Hinvegin sá Michael van Gerwen alt annað enn sannførandi út. Hann plagar at buldra pílarnar í puntin, sum gevur tríggjar ferðir 20 – og kann geva 180 fyri hvørja ferð.
##med2##
Litfagri skotin legði seg á odda frá byrjan og helt frástøðuna niður til verandi meistaran. Sjálvt tá Peter Wright hevði trupult við at fáa pílarnar at sita, so megnaði Michael van Gerwen ikki at svara aftur.
Tað endaði við at Peter Wright hevði tríggjar royndir at seta ein píl í double 10. Tann triði fór á rætta stað og sostatt er 49 ára gamli Peter Wright heimsmeistari í dart á fyrsta sinni. Hann bleiv so rørdur at hann fór at tára á pallinum.